týsdagur 28. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 42 - 28. februar 2006
Herfyri bleiv gamla
snikkaravirkið
í Grønlandi selt
Havgrími Johannesen,
sum segði seg hava
ætlanir um at gera
íbúðir í gamla snikk
aravirkinum. Nú
hevur nýggi eigarin
selt Hermani Eysturoy,
snikkara, útgerðina
í gamla virkinum,
og eisini fylgja tveir
snikkarar við
Snikkaravirksemi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nýggi eigarin av snikkara
virkinum í Grønlandi hevur
bert brúk fyri sjálvum høl
unum, og tí hevur hann
selt Hermani Eysturoy alla
snikkaraútgerðina, sum er í
virkinum. Teir báðir snikk
ararnir, ið hava starvast á
snikkaravirkinum, fylgja
somuleiðis við útgerðini
niðan í verkstaðið hjá Her
mani, sum liggur í Markna
gili.
Hava nógv at gera
Herman Eysturoy sigur, at nú
var møguleikin at ogna sær
góða útgerð og samstundis
fáa tveir dugnaligar snikkar
ar afturat, og tí var bara at
smekka til, sum hann málber
seg.
– Vit eru bert tveir
snikkarar her á verkstaðnum
frammanundan, og nú fáa vit
so tveir afturat. Hetta gevur
okkum nógvar møguleikar.
Í dag gera vit bert líkkistur,
trappur og okkurt smávegis
annað, men tá ið vit fáa tveir
mans afturat tann 1. apríl,
verður støðan ein onnur.
Tá fara vit eisini at gera
dygdargóð vindeygu og
hurðar, sum teir í Grønlandi
hava verið kendir fyri at
smíða, greiðir Herman Eyst
uroy frá.
Hann sigur eisini, at snikk
arar hava nógv at gera í
Føroyum í dag, og tænastan
hjá honum við gravarhjálp
vindur somuleiðis upp á
seg.
– Tað hevur verið eitt
sindur slakt við snikk
araarbeiði í januar, men
nú er ferð komin á aftur.
Gravarhjálp bara veksur, og
tað eru fleiri og fleiri, ið vilja
hava professionella hjálp í
sambandi við jarðarferðir,
sigur Herman Eysturoy.
Herman yvirtekur
snikkararnar
í Grønlandi
Fólk
vóru
klár til
hálkuna
Mánakvøldið legðist nak
að av kava kring landið,
og vegirnir gjørdust hál
ir. Vakthavandi á politi
støðini í Havn segði í
morgun, at tað tykist
sum um, at bilførararnir
hesaferð vóru fyrireikaðir
til hálkuna.
– Vanliga, tá ið tað
hevur verið tátt leingi,
og hálka kemur, eru
fleiri smá ferðsluóhapp,
men soleiðis hevur ikki
verið hesaferð. Tað hevur
verið sum í grøvini bæði í
morgun og í gjárkvøldið,
segði vakthavandi í
morgun.
tn
Skipafelagið Føroyar
skal hava nýggjan
stjóra, nú Árni Joen-
sen eftir drúgva tæn
astu takkar fyri seg
Stjóraskifti
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Árni Joensen hevur starv
ast á Skipafelagnum í
ein mansaldur, men, sum
skilst er tíðin nú komin,
at nýtt fólk skal finnast at
taka við leiðsluni á gomlu
fyritøkuni,
Er burturstaddur
Vit royndu í allan morgun
at fáa fatur á Árna Joensen,
men tað bar ikki til. Stjórin
á Skipafelagnum er við í
stóra ferðalagnum av før
oyskum vinnulívsfólkum,
sum í løtuni er á vitjan í
India saman við løgmanni
og øðrum umboðum fyri
politiska myndugleikan her
á landi.
Á Skipafelagnum bar held
ur ikki til at fáa tíðindini
váttað, men tey vóru heldur
ikki avsanaði.
Árni fer frá sum stjóri
Eftir at hava sitið við róðrið á Skipafelagnum Føroyar í drúgt áramál, takkar Árni Joensen fyri
seg, og nýggjur stjóri skal finnast
savnsmynd
Herman Eysturoy, snikkarameistari, fær nú nýggja útgerð, sum
hann hevur keypt frá gamla snikkaravirkinum í Grønlandi.
Somuleiðis fara teir báðir snikkararnir, ið hava starvast á gamla
snikkaravirkinum framyvir at starvast á snikkaraverkstaðnum hjá
Hermani í Marknagili
Mynd: Jens Kr. Vang