Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jarðarferðin hjá Liss Knudsen verður úr Elim týsdagin 28. februar, kl. 13. Tey, ið vilja minnast Liss, kunnu lata eina peningagávu; konta í Føroya Sparikassa. Kistan við Dánjal P. Nielsen, Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 28. februar, kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni miku­ dagin 1. mars, kl. 13.30. Kistan við Emmu á Hvítanesi fer frá Kirkjugarðskapellinum týsdagin 28. februar, kl. 13. Kistan við Jan í Eyð­ ans­stovu í Sandavági fer úr kapellinum á Lands­sjúkrahúsinum týs­dagin 28. februar, kl. 17. Jarðarferðin verður úr Sandavágs Kirkju mikudagin 1. mars, kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jan, kunnu lata eina pen­ingagávu til felagið Sinnisbata; konta í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Týsdagin 28. februar fyll­ir Fríða Patursson í Havn 50 ár. Fríða er løg­ frøð­ingur og starvast á Ad­vokatskrivstovuni í Fr. Petersensgøtu. Har hevur hon arbeitt, síðani hon varð liðug at lesa í 1982. Fríða er ættað úr Kirkjubø, har forfedrar hennara í fleiri lið hava livað av urta­ garðsbrúki, sum man vera eindømi í Føroyum. For­ eldrini, Sámal og Elisabeth Patursson, eru kend víða um sum vinsæl fólk, og hetta lyndið hevur Fríða arvað frá teimum. Tá Fríða ikki er til arbeiðis, syngur hon í kórinum Sólar­ magn á Velbastað. Familjan brúkar eisini nógva tíð í hús­ unum í Sørvági. Fríða hevur fleiri álitisstørv og millum hesi telist, at hon er formaður í nevndini fyri Føroya Barnaheim. Hon er gift við Niclasi Rasmussen, og børnini eru: Rúna, Elisabeth, Rósing og Sámal. Vit ynskja Fríðu hjarta­ liga tillukku við føðingar­ degnum. Starvsfólkið Fríða Patursson 50 ár Dagurin í morgin 1. mars. Albinus, deyður ár 550. Abbati og biskupur í Angers í Fraklandi. Varð stutt eftir deyða sín skírdur halgimenni. Navnið merkir hvítur. Nakrir gestir, sum komu við Norrønu á veg til Íslands, teknaðu seg mánamorgunin til ein rundtúr í Tórshavn og á Argjum. Tey vóru úr Russlandi, Týsklandi, Svørríki og Mexiko. Ikki kann sigast annað enn, at tað var ein altjóða bólkur við fleiri tungumálum. Sámal Bláhamar, frá Toru Tourist Traffic, sigur, at tað er sera hugaligt, at vit longu í februar hava gestir, ið koma við á rundtúrar so tíðliga á árinum. Fyrsti rundtúrur við ferðafólkum Sámal Bláhamar frá Toru Tourist Traffic saman við útlendsku ferðafólkunum              Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, omma og langomma okkara Malena Fr. Thomsen á Tanganum, Hvalba varð heimkalla sunnumorgunin 26. februar, 90 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Tvøroyri fríggjadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vitninum leygardagin 4. mars kl. 13.30. Familjunnar vegna Poula og Jógvan Tey, ið vilja minnast Malenu, kunnu lata Eldrasambýlinum í Hvalba eina gávu. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra systir, fastir, abba- og langabbasystir okkara Marietta Heinesen Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til Norðoya Røktarheim. Takk til prest, organist og kirkjutænarar. Takk fyri gávur til sjómanskvinnuringin, fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Vitalis, Marjun og Poul Jakki i