týsdagur 28. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 42 - 28. februar 2006
Óvanliga nógvar
grýlur vóru í
Sørvági mánadagin.
Verkhúsið fyri tey
menningartarnaðu
skipaði fyri
fastalávintsveitslu,
og verkhús úr øllum
Føroyum vóru við
Fastalávint
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Í kavaveðrinum mánadagin
fyltist Sørvágur av bussum
úr Klaksvík, Runavík og
Tórshavn.
Út úr bussunum komu
165 sera fínt klæddar
grýlur. Prinsar og prinsessur,
kinesarar,
sjórænarar,
indianarar, kaninir, víkingar
og ein og onnur gívur.
Veitslan byrjaði klokkan
11 við tunnusláing bæði
inni og úti. Tunnurnar vóru
málaðar í ymiskum litum, og
tær vakurt pyntaðu grýlurnar
slóu alt tær orkaðu. Eina
tunnan kom niður aftan á
bert 20 minuttir.
Verkhúsið í Sørvági,
sum vanliga bara hevur
átta starvsfólk og tveir
leiðarar, var fult á tremur,
og fólk stóðu næstan oman
á hvørjum øðrum, men
stemningurin var stak góður,
og øll hugnaðu sær.
Klokkan
12.00
var
matsteðgur, og øll fingu
sær pylsur við breyð og
sodavatn.
Øll dansaðu
Aftan á døgverða var farið
inn í Húsmøðrafelagshúsið
at dansa. Jákup og Jørgen
spældu til dans, og gólvið
fyltist skjótt við øllum
sum dansaðu til sangir
sum »Lucky lips« og »Bye
bye love«. Tey, sum ikki
høvdu hug at dansa kundu
fáa sær ein kaffimun, við
fastalávintsbolla.
Fimm av verkhúsinum í
Føroyum, sum eru seks í tali,
møtast hvørja fastalávint til
veitslu. Hetta var fyrsu ferð
veitslan var í Sørvági. Nógv
verður gjørt burturúr, og tey
úr Runavík høvdu brúkt alla
vikuna áðrenn til evninsviku,
har grýlubúnarnir vóru
gjørdir.
Suðuroy ikki við
Einasta verkhús sum ikki
er við til veitsluna er tað í
Suðuroynni eftirsum ferðin
verður ov long.
Klokkan 15.30 fóru
grýlurnar aftur í bussarnar,
og leiðin bar heimaftur aftan
á ein hendingaríkan dag í
Sørvági.
Gríluveitslan í Sørvági savnaði heili 165 fólk . Nògv var gjørt burturúr grílubúnunum. Tey úr Verkhúsinum í Eysturoynni høvdu arbeitt eina heila viku við sínum búnum. Hýrurin var sera góður á øllum –
Stórsligin fastalávintsveitsla í