Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 28. februar 2006 Ingi aftur uttanfyri Mánakvøldið spældi eyka­ liðið hjá Birmingham dyst í móti eykaliðnum hjá Everton. Dysturin end­­­aði mál­leysur, hóast Birm­ing­ ham hevði yvirvág í spæli og kundi fingið okkurt mál­ið. Føroyski lands­liðs­ spælarin Ingi Højsted var tikin út til eykaliðið, men hann sæt á beinkinum allar 90 min­utt­irnar. Hetta er annar dyst­ur­in á rað, at Ingi ikki er á vøllinum, tá ið eykaliðið spælir dyst. Fleiri av royndu spælarunum hjá Birmingham spældu við í hesum dystinum – millum annað Kuqi, Jamie Clapham og Stephen Clemence. GÍ roynir ungarskan málmann GÍ leitar eftir nýggjum mál­manni, og mikudagin kemur ein 32 ára gamal mál­maður úr Ungarn til Gøtu at royndarvenja. GÍ brúkti fleiri málmenn í fjør, og fyrr í ár høvdu teir ein bretskan málmann til royndarvenjing, uttan at nakað spurdist burtur úr tí. Geza Turi, sum nú skal royna seg í Gøtu, hevur spælt fótbólt á hægsta stigi í Ungarn. HB-kvinnur spæla aftur Nú eru kvinnurnar hjá HB farnar at spæla fót­bólt aftur. Seinastu tvey kapp­ ing­arárinum hevur HB ikki havt nakað kvinnulið, tí undirtøkan fyri kvinnu­ fót­bóltinum hevur verið ov lítil í felagnum. Nú verð­ ur ein roynd gjørd at fáa kvinnurnar í gongd aftur, og tað tykist hava eyd­anst. HB hevur teknað kvinnulið til kapipngina hjá FSF, og um vikuskiftið spældi HB- kvinnur sín fyrsta dyst í tvey. Tað var ein venjingardystur ímóti AB, sum HB vann 3-2. Málskjúttar hjá HB vóru Annika Thomsen, Bar­bara á Dunga og Kartin Bærentsen. Landsdystir á skránni Nógvir landsdystir verða spældir í kvøld og í an­n­­að­kvøld. Hetta eru venjingardystir undan HM- endaspælinum í Týsklandi í summar. Millum teir mongu dystirnar, sum eru á skránni, kunnu nevnast: Ísrael-Danmark, Finland- Kazakhstan, Ísland-Trini­dad og Tobago, Senegal-Nor­ eg, Írland-Svøríki, Italia- Týskland, Ongland-Uruguay og Russland-Brasil. P/F Postverk Føroya og Róðrarfelagið Knørrur skrivaðu mánadagin undir tvey ára stuðulsavtalu. Við hesum verður P/F Postverk Føroya høvuðsstuðul fel­ags­ ins fram til 2008 Kappróður Tíðindaskriv Róðrarfelagið Knørrur er eitt róðrarfelag í menning og er farið at brynja seg til framtíðina. Við nýggju stuðulsavtaluni við P/F Post­ verk Føroya er gøtan greidd tey næstu árini. Vit stuðla einum treystum og framskygdum felagi Bergur í Garði, stjóri í P/F Postverki Føroya sigur, at Postverkið sær Róðrarfelagið Knørr sum eitt spennandi róðrarfelag. Fólkið hevur rætta viljan og hugburðin til at menna seg til eitt sterkt og gott ítróttarfelag. Og tí menningini vil Postverk Føroya fegið stuðla. At tey hava bygt sær hetta felagið upp burturúr at kalla ongum, ber boð um treysti og fram­ skygni. Kunnu vit verða við til at hjálpa ítróttinum á henda hátt, so gera vit tað fegin, sigur Bergur í Garði. At kappróður er tjóðarítróttur føroyinga ger tað bara upp­aftur hugaligari. Gott fyri felagið Eivy Olsen, næstforkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, sig­ ur, at tey eru sera glað fyri av­taluna. Hon gevur okk­um betri stundir at hugsa um sjálvt felagið, og tað fer sum frá líður at geva róðrarfólkinum betri umstøður at virka í. Vit fáa stutt sagt meiri pening at arbeiða við. Vit fáa eitt nýtt fimmmannafar í summar, og tíggjumannafarið er held­ ur ikki langt burtur. Tað sær gott út hjá okkum í so máta. Størsta ynski okkara er sjálvandi eitt neyst til limir og rógvarar. Tað fer at geva okkum nógv betri møguleikar enn nú, bæði ítróttarliga og sosialt. Vit hava nakað av pen­ingi á kistubotninum og eru mestsum klár at byggja. Vit bíða bara eftir, at myndugleikarnir vísa okkum á eitt hóskandi pláss, so seta vit spakan í, sigur Eivy. Og hon leggur afturat, at eingin ivi skal verða um, at Róðrarfelagið Knørrur fer at gerast eitt sterkt kappróðrarfelag, sum er fult á hædd við tey bestu í landinum. Nr. 42 • týsdagur • 28. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Knørrur fær postin umborð Bergur í Garði, stjóri í Postverkinum, og Eivy Olsen, næstforkvinna í Róðrarfelagnum Knørri Landsliðsvenjarin roynir ymsar upp­­stillingar, nú Før­oyar spæla venj­ ing­ardystir í USA. Í venj­ingardystinum ímóti chilenskum 2. deildarliði spældu høgrabeintir spælarar í vinstru síðu frá dystarbyrjan Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyska fótbóltslandsliðið vann ein sjáldsaman stór­sigur, tá ið liðið um vikuskiftið spældi venj­in­ ardyst ímóti einum 2. deild­ ar­liði úr Chile. Úrslitið gjørd­ist 7-0 til Føroyar, og hetta var annar sigurin á rað í venjingardystum í USA. Eftir evstamark her á blaðn­um í dag, skuldu Føroyar royna seg ímóti einum sterkum liði úr Salt Lake City í triðja dystinum á USA-ferðini. Dysturin ímóti chilenska liðnum kom seint í lag. Or­søkin var, FSF hevði avtalað ein dyst vi eitt lið úr Honduras, sum hevði vunnið steypakappingina í fjør, men liðið meldaði avboð til dystin dagin fyri. FSF royndi at finna eitt annað lið at spæla ímóti, og liðið úr Chile var klárt at taka dystin upp ímóti føroyska liðnum. Ov veik mótstøða Trupulleikin við dystinum var bara tann, at chilenska liðið var ikki serliga gott, og í seinna hálvleiki fekk føroyska liðið sera lætt spæl, tí teir úr Chile kláraðu ikki at fylgja við tá. Fyrsta málið hjá Føroyum kom ikki fyrr enn eftir ein góðan hálva tíma, og til ta tíð hevði chilenska liðið vart manniliga. So hvørt sum dysturin leið, gekk orkan hjá teimum undan, og í seinna hálvleiki høvdu føroyingar ov lætt spæl. Seks mál komu afturat, og so var stórsigurin veruleiki. Málskjúttar vóru Andrew av Fløtum 2, Jónhard Fred­ eriksberg, Fróði Benja­minsen, Hans Pauli Samuelsen, Heð­ in á Lakjuni og Hjalgrím Elttør. Nógvar royndir Dystirnir í USA hava giv­ið landsliðsvenjaranum Jógv­ani Martini Olsen møgu­leikan at royna ymsar nýggjar spælarar og nýggjar uppstillingar. Í dyst­ inum ímóti chilenska liðnum spældu til dømis høgrabeintir spælarar í vinstru síðu. Christian Høgni Jacobsen var vinstri bakkur og Bergur Mid­­jord var kantspælari í vinstru. Hann noyddist tíð­ liga út, og so kom Hans Pauli Samuelsen á vøllin fyri hann. Óli Johannesen og Atli Danielsen spældu í miðverjuni allan dystin, og Jákup á Borg royndi seg sum høgra bakk. Rógvi Jacobsen var aftur miðframherji, tó uttan at skora í hesum dystinum. Í hálvleikssteðginum skifti landsliðsvenjaran nógv­­ar spælarar út, og tað skal neyvan leggjast ov nógv í hesar dystirnar, tí teir eru til at royna ymsar spælarar á ymiskum plássum. Føroyar vunnu stórsigur Føroyar vunnu 7-0 í venj­ingardysti í USA um vikuskiftið. Ætlanin var at spæla ímóti einum sterkum liði úr Honduras, men liðið gav avboð til dystin, og tí gjørdist mótstøðan nógv veikari