týsdagur 28. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2006
19
The Wimbledon
of Chess, Linares,
byrjaði í seinastu viku.
Kappingin er komin í
helvt og sera óvæntað
stríðist heimsmeistarin
Veselin Topalov í
botninum
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Sum nakað nýtt, hava sponsku
fyrireikararnir valt at býta
kappingina í tvey, soleiðis
at fyrstu sjey umførini skulu
telvast í Morelia í Meksiko,
og seinna helvt á vanliga
staðnum seinastu mongu
árini, í Linares í Spania.
Linares 2005 varð seinasta
kapping Garry Kasparovs.
Mæti russin vann í fjør saman
við Veselin Topalov. Hvør veit
um Kasparov ikki ger eitt
comeback um nøkur ár?!
Hesir átta telvarar manna
siðvondu kappingina í ár:
Veselin Topalov, Peter Svidler,
Levon Aronian, Peter Leko,
Vassily Ivanchuk, Etienne
Bacrot, Teimour Radjabov og
Vallejo Pons. Allir vælkendir
telvarar í heimselituni.
Viswanathan Anand valdi
at takka nei til innbjóðingina,
millum annað tí, at hann helt
at jet-laggið, tá teir skuldi
flyta seg yvir um atlantshavið
til seinnu helvtina, kundi
ávirka telving hansara.
Leko flúgvandi
Ungarski Peter Leko hevur
tikið leiðsluna við 5 stigum
av 7 møguligum. Tríggir
sigrar og fýra javnleikir.
Hann legði út sum eitt óløgi
og hevði eftir fimm umfør
fýra stig. Síðani leikti hann
tveir javnleikir, m. a. móti
Topalov í 7. umfari. Torført
verður at steðga Leko, sum
annars ikki hevur fingið
góð úrslit seinastu mongu
mánaðirnir.
Aronian og Svidler hava
higartil givið Leko skarpasta
mótstøðu. Svidler er steðgaður
nakað upp eftir eina flúgvandi
byrjan, men hansara fýra stig
boða tó frá góðum. Aronian,
sum heldur ósjónliga er vorðin
partur av heimsins sterkastu
telvarum, er næstfremstir við
4,5 stigum.
Tann nú 18 ára gamli
Teimour Radjabov, sum luttók
í 1st Tórshavn International
2000, hevur heilt presis 2700
ratingstig. Og hetta vísir
hann eisini í Morelia/Linares.
Hann hevur 3,5 stig, eins og
Ivanchuk. Spanski Vallejo
Pons byrjaði illa, men hevur nú
3 stig. Hann vann við svørtum
á Topalov í 6. umfari.
Topalov hevur einans 2,5
stig. Hann hevur havt møgu
leikar fyri fleiri stigum, men
í hesari kapping tykist næstan
einki at rigga hjá honum.
Topalov vann herfyri Wijk
aan Zee saman við Anand, so
sjálvsálitið eigur ikki at bila.
Hann er ein álopssinnaður
telvari, sum konstant tekur
kjansir. Sum oftast gongur
tað, tó ikki hvørja ferð. Men
kenna vit heimsmeistaran
rætt, fer hann at fáa eina góða
seinnu helvt.
Støðan 7. umfar
Leko
5,0
Aronian 4,5
Svidler 4,0
Ivanchuk
3,5
Radjabov
3,5
Vallejo 3,0
Topalov 2,5
Bacrot 2,0
Finala í Vestmanna
Komandi leygardag endar
FM-liðkappingin. Allar
deildirnar telva sum vant
seinasta og avgerandi umfar
á sama staði. Í ár verður farið
til Vestmanna.
Øgiligur spenningur er í
1. deild. Vestmenningar eru
hálvt stig framanfyri havn
armenn, sum vunnu FM í
fjør. Vestmenningar møta koll
firðingum meðan havnarmenn
taka ímóti Klaksvík 1.
Í botninum berjast fýra.
Tey stríðast bæði fyri
bronsumerkjunum og fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Klaksvíksliðini bæði eru í
størsta vanda.
Sandavágsmenn hava und
an seinasta umfari tryggj
að sær uppflyting í bestu
deildina.
Topalov í trupulleikum
Sunset-deildin eitur
framvegis Bestadeildin
í komandi 3-2 sending.
Men Kringvarpið
hevur viðurkent, at
kappingar kunnu
bera sponsor-heitið.
Sáttmáli, sum tryggjar
sendirættindini til
ítróttin hetta til nýggjár
varð undirskrivaður
týsdagin
Sendirættindi
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur verið tungur burð
ur hjá Kringvarpinum at
fáa í lag nýggjan sáttmála
við føroyskan ítrótt. Vanliga
hevur hetta ikki verið eitt
arbeiði, sum hevur kravt ser
liga nógva arbeiðsorku, men
í heyst og í vetur hava nógvar
samráðingar verið um hetta.
Stóri knúturin
Stóri knúturin var uttan iva,
at bæði Út- og Sjónvarpið
hava sýtt fyri at nýta nøvn
á sponsorum, sum fleiri
sersambond hava knýtt at
kappingum sínum.
Og við undirskriftini av
sáttmálanum duldu teir báðir
ovastarnir, Heðin Mortensen
og Jógvan Jespersen, ikki
fyri, at partarnir til tíðir
høvdu staðið rættiliga langt
frá hvørjum øðrum.
Í samráðingum er tó náttúr
ligt, at partar geva seg, og
í sáttmálanum vónaðu teir
báðir, at ein hóskandi orðing
nú er funnin.
»Kringvarp Føroya viður
kennir, at kappingar og deildir
í ávísum førum bera nøvn
hjá ískoytisveitarum.«
Soleiðis er orðingin,
sum at kalla hevur bjargað
samráðingunum, og so er
spurningurin, hvørt hendan
orðingin er nakað, sum
partarnir kunnu liva við.
– Hetta er í øllum førum
ein útmelding um, at
partarnir virða ynskini hjá
hvørjum øðrum. Í tann mun,
at nýtsla av hesum nøvnum
fellur náttúrligt og hóskiligt
fara hesi nú at verða inte
grerað í tær sendingar, sum
stovnurin kemur at hava,
staðfesti Jógvan Jespersen,
tá spurnarrundan kom fyri á
tíðindafundinum týsdagin.
Alt uttan fótbólturin
Í aðrar mátar tykist avtalan
ikki víkja so nógv frá
teirri, sum higartil hevur
verið galdandi. Hon gevur
Útvarpspartinum loyvi at senda
frá øllum tiltøkum, sum ÍSF og
sersambond undir ÍSF skipa
fyri. Sjónvarpið fær somuleiðis
rættindini at senda frá tiltøkum.
Men er talan um beinleiðis
sendingar, skal hetta avtalast
við avvarandi sersamband.
Og avtalan við ÍSF fevnir
ikki um fótbóltslandsdystir.
Her skal Sjónvarpið í næstum
undir samráðingar við Sports
five, sum hevur keypt øll
sjónvarpsrættindi hjá føroyska
landsliðnum.
Ikki minst týðandi fyri
ítróttin, so inniheldur avtalan
eisini eitt notat, har intentiónin
við hesi verður lýst. Serstakliga
fatanin av, at almennu miðlarnir
skulu hava eina ávísa breidd í
sínum tíðindaflutningi.
Ítøkiliga verður staðfest,
at miðað verður eftir at
varpa steypafinalur í hond-
og flogbólti, FM-kappingini
hjá Svimjisambandinum og
kappingum, sum Føroya Fim
leikasamband skipar fyri.
Hartil verður staðfest, at
allar ítróttagreinar eiga at
verða nevndar, og at eingin
einstøk ítróttargrein verður
fyri mismuni.
Ikki einkarrætt
Á tíðindafundinum varð eis
ini staðfest, at hóast avtalan
gevur rætt at senda, so gevur
hon ikki einkarrætt. Tað
merkir, at vilja aðrir veit
arar fáa møguleika at senda
frá ítróttarhendingum, so
stendur hesum frítt at sam
ráðast við ÍSF um hetta.
Avtalan, sum nú er gjørd,
kostar Kringvarpinum 300
tkr. Hon er galdandi hetta
árið, men í seinasta lagi
31. oktober skulu partarnir
taka upp samráðingar um
nýggjan sáttmála.
»Virðing« var loysnin
Tað tók sína tíð, at fáa sáttmálan í lag. Men týsmorgunin kundu partarnir kortini smílast. Her stendur Kringvarpsstjórin millum
samráðingarumboðini hjá ÍSF
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast nýggja avtalan um
sendirættindi staðfestir, at
Kringvarpið viðurkennir
nøvn á ískoytisveitarum,
so merkir hetta ikki, at
sponsor-heiti á nakran
hátt verða kroystar yvir
redaktiónirnar.
Spurdur beinleiðis, hvørt
Sjónvarpið í komandi 3-
2 sending fór at skriva
»Sunset-kappingin« og
»Atlantic Airways-kapp
ingin« á skíggjan, svaraði
Øssur Winthereig, tíðinda
leiðari, at tað fóru tey ikki.
– Í fyrsta umfari koma vit
framvegis at skriva »Besta-
deildin«. Men við nýggju
avtaluni hava vit viðurkent
rættin hjá ítróttinum at nýta
slík nøvn.
– Fyri okkum er tó
avgerandi, at tað framvegis
eru redaktiónirnar, sum gera
av, hvat verður sagt og víst
í sendingunum. Og tá er
altso líkamikið, um tað eru
ítróttarfeløg, politikkarar ella
sponsorar, sum elva til trýst.
Tað er ein prinsipiell støða,
sum í okkara hugaheimi er
ógvuliga týdningarmikil.
– Trupulleikin er jú eisini,
at vit vita ikki, hvar vit
enda, um vit binda okkum
at nýta sponsor-heiti. Tá
kunnu vit lættliga standa í
eini støðu, har allar deildir
í ymsu ítróttargreinunum
hava hvør sítt heiti, og tá
fáa vit eitt problem, heldur
hann.
Øssur leggur tó sam
stundis dent á, at hetta kom
andi árið skal nýtast sum
eitt slag av royndarári.
– Í londunum kring
okkum eru sum so ikki
nakrar greiðar reglur fyri,
hvussu slíkar avtalur verða
viðgjørdar. Nú kann væl
verða, at hondbóltskappingin
í onkrum føri verður rópt
Sunset-kappingin og onkra
tíð okkurt annað. Tað er jú
ymiskt, hvussu náttúrlig slík
heiti fella. Bæði viðvíkjandi
heitinum sjálvum og við
víkjandi tí, sum sigur frá.
Tað er millum annað tað,
sum hetta komandi árið
skal nýtast til at finna útav,
staðfestir Øssur Winthereig
at enda.
-mørk
Mugu føla okkum fram
Formula til borðið
í komandi viku
Óli Holm, formaður í FSF,
sigur seg vóna, at nýggja
avtalan við Kringvarpið
er av slíkum slag, at hon
framvegis ger tað gjørligt
hjá
sambandinum
at
hava sponsr-heiti knýtt at
kappingum sínum.
Ítøkiliga er tað avtalan við
Formula.fo, sum FSF hugsar
um í hesum sambandi. Ein
avtala, sum varð gjørd í fjør,
men sum enn ikki er longd
fyri komandi kappingarár.
Millum annað tí greiða ikki
er fingin á samráðingunum
við Kringvarpið.
– Okkara vón er í øllum
førum, at báðir partar
við nýggju avtaluni virða
hvønn anna somikið. Men
tá spurt verður beinleiðis
um Formula-avtaluna, so
fái eg ikki givið nakað
greitt svar. Tað er eitt mál,
sum vit tosa við veitaran
um, sigur Óli Holm.
Hann roknar við, at
samráðingar um longt
samstarv verða tiknar upp
við Formula.fo í komandi
viku.
-mørk