Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

í B ý i n Náttarlív Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Um miðjan januar í ár frættist, at »náttarkongarnir« Havgrímur Jo­hannensen og Petur Olsen høvdu gjørt avtalu um at selja samtakið ’Rex, Eclipse og Café Natúr’. Og, at nýggju eigararnir handan tey trý væl umtóktu dansi- og skeinki­ støðini í Havn vóru tríggir ungir mans - Eyðun Simonsen, Hans Jør­gen Djurhuus og Poul Arni Jac­ ob­sen. Skjótt kom tað eisini fram, at frá 1. apríl fór tað at verða bert 20 ára gamli gøtumaðurin Poul Arni, ið framyvir fór at verða stjóri á teimum trimum støðunum. Men hvør er hesin djarvi og reysti ungi mað­urin? Djarvur Tað er ikki nógv 20 ára gomul, ið høvdu vága sær undir eitt tílíkt arb­eiði, ið fevnir um eina so stóra ábyrgd. So hvat fær unga gøtuman- nin at gera slíkt, ið flest onnur ung ong­antíð høvdu havt dirvi til? - Eg havi altíð koyrt á í allar mátar og kenni avgjørt til at hava fingurin á pulsinum. So um eg sjálvur skal siga tað, eri eg djarvur, ágrýtin og ong­antíð bangin fyri at leypa inn í stórar avbjóðingar. Eg havi alt mítt lív tikið skúla, arbeiði, ítrótt og ann­að, eg fáist við, í stórum álvara. – Og tá onnur kanska fara í býin at hugna sær, havi eg ofta heldur tikið arb­eiðið framum. Av fystan tíð havi eg somuleiðis fingið sera góðan stuð­ul frá familju og vinum, og tað hev­ur alstóran týdning. Fyrimunir og vansar at vera ungur Poul Arni viðgongur, at tað væl kann gerast trupul at reka eina so stóra fyritøku, tá tú eittans er 20 ára gamal, men velur tó at síggja fyri­munir fram um vansar: - Tá tú ert ungur, hevur tú sjálv­ andi ikki so drúgvar royndir. Men hin­vegin krevur hetta arbeiðið av tær, at tú ert lættur á fótum og ikki bundin at familju, børnum o.s.fr. Og hóast eg bert eri 20 ár, havi eg góðar royndir innan vinnu – t.d. havi eg gingið á Fiski­ vinnu­skúla í Vestmanna, arbeitt sum granskoðari hjá SPEKT og siglt hvørja summarfrítíð, síðan eg var 14 ára gamal. – Alt hetta hev­ur sjálvandi bara við fisk at gera, men fiskur er ein vinna eins og alt annað, og hesar royndirnar geva mær dirvi at fara í gongd við nýggja arbeiðið. Góðar vónir Poul Arni hevur ongantíð áður arb­eitt innan náttarlívið, og tá hann hevur verið í býnum í vikuskifti­ num, hevur tað einans verið á dansi­gólvinum. Men higartil dámar Poul Arni væl býarlívið handan barr­ skiv­una og fer við góðum treysti und­ir avbjóðingarnar: - Alt er aldeilis nýtt fyri meg, og til tíðir hevur tað verið rættiliga stræv­ið og ‘hektiskt’. Viðskiftafólkini krevja av tær, at tú alla tíð skalt vera í fokus. Men hinvegin er tað um somu tíð stuttligt at koma í sam­band við so nógv ymisk fólk og at arbeiða við góðum starvsfólkum, ið kenna umstøðurnar og flest øll brenna fyri sakini. Alt tekur sjálv­ andi sína tíð, og enn havi eg bert lært tað mest grundleggjandi. Men á hin bógvin fari eg í høvuðsheitum at arbeiða uttan fyri barrskivuna, men fyrst og fremst má eg læra hvussu alt gongur fyri seg, tí tað kem­ur ongum til gagns, um eg bara fari at geva ordrar til nakað, eg einki veit um. Ungdómur í fokus At byrja við verða ongar kollvel- tandi broytingarnar gjørdar í hvørki Eclipse, Café Natúr ella Rex, men leiðsl­an hevur tó longu gjørt sær nakr­ar ætlanir fyri framman: - Í løtuni koyrir samtakið væl, men tað er altíð okkurt, ið kann gerast bet­ur, og tað ætla vit at royna í fram­tíðini. T.d. hevur ungdómurin í Havnini undir 18 ára aldur at kalla onga­staðni at fara í vikuskiftinum. So í fyrstu atløgu ætla vit at gera okk­urt við henda trupulleikan. Ætl­anin er at lata eitt barnadiskotek upp í rúsfríum umhvørvi. Men hetta skal tó ikki raka tað virksemið, ið er í løtuni. Ein møguleiki er t.d. at hava Eclipse opið fyri teimum undir 18 áðrenn miðnátt, og so tá tey fara heim, at lata diskotekið upp fyri teimum yvir 18 ára aldur. Eisini hava vit aðrar ætlanir, men hvørjar tær eru, fer tíðin at vísa. Jaligar viðmerkingar Poul Arni er ovfarin um, hvussu jalig øll hava verið, síðan tað fræt- tist, at teir høvdu keypt Rex, Eclipse og Café Natúr. Enn hevur hann onga neiliga viðmerking fingið, og tað er hann takksamur fyri. - Eg havi sett pening í eina fyritøku við tí fyri eygað at vinna pening, og hetta, haldi eg, hava flest øll virðing fyri. Fleiri kvennkyn veita ans Men tá vit spurdu Poul Arna, um fleiri damur hava veitt honum ans, síðan hann skrivaði undir samtakið, svarar hann við einum stórum brosi: - Telefonin hevur nærum kimað støðugt. Eg eri stakur, men ætli mær avgjørt ikki at blanda arbeiðið saman við privatlívið. Eg fari, sum sagt, at satsa 100% á arbeiði, so má restin koma í aðru atløgu. Men hó­ast fleiri hava givið mær gætur, eri eg enn ikki ein kendur maður á gøtuni í Havn, og tað ynski eg held­ ur ikki at verða. - Eg ætli mær bara at fara stillisliga fram. Nýggi »náttarkongurin« Poul Arni Jacobsen: - Eri ikki bangin fyri avbjóðingum - Eg veit, hvat tað er at hava ein fingur á pulsinum, og í løtuni ætli eg mær at leggja í vaðið og satsa 100% á náttarlívið – alt annað má koma í aðru atløgu, sigur harða kjarnan úr Gøtu, Poul Arni Jacobsen Fakta: Navn: Poul Arni Jacobsen Aldur: 20 ár Ættaður: Fuglakríms raktur skurði Arbeiði áður: Siglt við nótabátum, hægri útbúgving innan Fiskivinnu (HIF) og arbeitt hjá Sp/f SPEKT. Hjúnastøða: Stakur Fyrsta fatan av arbeiðsplássinum? - Stórt, alt koyrir, sum tað skal, nógv arbeiðsfólk og undarlig rytma - arbeiðstíðirnar eru at kalla vendar á høvdið. Hvat gleðir tú teg mest til? - At fáa alt at koyra og hanga saman, sum tað skal. Eg ætli mær at dúva nógv upp á trivnað og bólkaarbeiði á arbeiðsplássinum, so starvsfólkini koma at hava tað stuttligt saman og samstundis at kenna ábyrgd. - Jú betri trivnaðurin er - jú betri verða úrsltini. Hvørjum stúrir tú fyri? - Eg stúri ikki beinleiðis fyri nøkrum. Tó havi eg høðru kappingina, ið er í Havnini í løtuni, í huga. Men vit mugu bara alla tíð vera á tærnum og menna okkum. Annars stúri eg eisini onkuntíð fyri, at tíðirnar fara at broytast í Føroyum soleiðis, at alt skal fara av knóranum sum í 80’inum. Men eg velji at síggja á ta ljósu síðuna, tí sum nú er, eru framtíðarútlitini bjørt.