mikudagur 1. mars 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2006
33
Hvør ert tú?
Í TRYGD leggja vit størsta dentin á persónligar
eginleikar og hugburðin hjá tí einstaka starvsfólk-
inum. Harnæst koma bókligu útbúgvingarnar og
fakligi førleikin.
Søluráðgevi
Prógv frá Hægri Handilsskúla ella tilsvarandi útbúgv-
ing. Harafturat arbeiðsroyndir innan søluarbeiðið.
· Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, samstundis
sum tú kanst samstarva og taka ábyrgd
· Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at seta teg í
samband við fólk
· Tú ert málsøkin og opin fyri broytingum
· Tú arbeiðir skjótt, skipað og torir at taka avgerðir
· Tú hevur handilsligan sans og hevur eitt munagott
tænastu sinni
· Tú ynskir framhaldandi at útbúgva teg
Vit bjóða
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðingarnar eru
nógvar. Høvið er sjálvsagt fyri framhaldandi, persón-
ligari, eins væl og fakligari menning í einum livandi
umhvørvi og tvørfakligum umhvørvi. Sum starvsfólk í
TRYGD, verður tú partur av áhaldandi menningini av
felagnum og tær persónligu dygdir, ið tú hevur við
tær inn í felagið, koma at gera sítt til at TRYGD gerst
enn sterkari. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála
við Finansforbundet.
Umsóknir og starvsseting
Starvið ynskjast sett skjótast tilber, men vit eru eisini
sinnað at bíða eftir rætta viðkomandi. Skrivlig
umsókn, við curriculum vitae og tilhoyrandi skjølum,
skal vera okkum í hendi innan 15. mars 2006, skal
sendast til:
P/F TRYGD
Att.: Ali Celebi
Gongin 7
Postboks 44
110 Tórshavn
Teldupostur: ace@trygd.fo
Trygd · Gongin 7 · Postboks 44 · FO - 110 Tórshavn · Tel. +298 35 81 00 · Fax +298 31 72 11
www.trygd.fo
Vilt tú verða við til vøkstur og menning?
TRYGD er eitt tryggingarfelag í vøkstri, og fyri at styrkja tænastuliðið, søkja vit eftir
ungum søluráðgeva.
Hóast februar mánaður nú er
farin aftur um bak, so heldur
Sudoku-fepurin í Sosialinum
fram við fullari ferð.
Eftir at Føroya Tele og
Kall hava latið hvør sína far
telefon í januar og februar
mánaði, verður tað Formula.
fo, sum letur vinningin í mars
mánaði.
Hesin verður ein lekkur
fartelda, sum eisini sæst her
á síðuni.
Og tað er bara at senda inn,
um tú vilt vera í kappingini
um at vinna fartelduna. Sein
asta mánað vóru fleiri enn
1.000 loysnir komnar inn, og
tess fleiri tú hevur av hesum,
tess størri eru møguleikarnir
at vinna.
Vit vilja enn einaferð gera
vart við, at skal seðilin telja
við í kappingini, so eiga allar
gáturnar at vera loystar. Hetta
er eisini gjørt á teimum flestu
lepunum, men í einstøkum
førum hava boðini kanska
ikki verið nóg greið. Tað
kann vera, at onkur uppgáva
kanska er eitt sindur trupul,
men ógjørligar eru tær tó ikki,
so kanska hepnast betri, um
herjað verður á aftur nakrar
dagar seinni.
Ætlandi fer Sudoku-
kappingin at vera partur av
Sosialinum alt ár. Hvønn
mánað verður talan um
nýggjar vinningar.
Telda til
Sudoku-vinnara