hósdagur 2. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 44 - 2. mars 2006
“Takk at eg slapp
við”, “Ung í Føroyum
rular”, “Góðu, veljið
meg”... eru nakrar av
viðmerkingunum,
sum tey ungu hava
skrivað á tekn
ingarskjølini, nú
fimm ár eru liðin,
síðani tiltakið Ung í
Føroyum varð sett á
stovn
Tíðindaskriv
Komandi vikuskiftið verður
Ung í Føroyum 2006 í
Norðurlandahúsinum.
Hetta vikuskiftið fara 70
ung í aldrinum 13 til og
við 18 ár at arbeiða í 7
ymsum listaverksmiðjum.
Endabresturin verður sunnu
dagin kl. 17:00 í Norður
landahúsinum, tá ein almenn
sýning verður á pallinum
og stór listaframsýning
verður at síggja. Hvat
innihaldið í hesi sýningin
verður, er enn púra ókent,
tað verður skapt á sjálvari
stevnuni. Stevnumiðið hjá
Ungum í Føroyum er at
lofta teimum tankum og
hugskotum, okkara ungu
listafólk brenna fyri, geva
teimum best hugsandi um
støður og bestu vaknsu lista
fólkini sum vegleiðarar, og
síðan lata dyrnar á stórsta
mentanarstovninum í land
inum upp fyri teimum.
Ferð eftir ferð hevur úrslitið
víst seg at vera av stórari
listarligari dygd, og at hetta
er eitt innihaldsyvirlit yvir,
hvat ung sjálvi hava hug at
vísa og ikki minst, hvussu
væl tey duga, tá umstøðurnar
eru tær bestu.
Listarliga vegleiðararnar
hesuferð eru Mikkjal Helms
dal, sjónleikur, Heri Joensen
og Kári Sverrison, tónleikur,
Rannvá Káradóttir og
Kristina Sørensen Ougaard,
dansur, Svanhild Strøm,
sniðgeving, Sigga Vang og
Gudmund Nielsen, filmslist
og Ingi Joensen, foto.
Samskipari av sunnudags
sýningini er Ria Tórgarð. Í
felag hava ungu luttakarar,
verksmiðjuleiðarar og Ria
valgt orðið ella hugtakið
spegil sum tema fyri
sýningini. Hendan er ætlað
vinfólkum og teimum, sum
kanska hava umhugsað
at vera við einaferð,
men eisini skal hon vísa
mentanarmynduleikum,
lærarum í listagreinum og
politikarum, at ung duga,
bara tey fáa umstøðurnar
og at tað loysir seg at gera
íløgur í ungari mentan.
Mentamálaráharrin er
eins og á undanfarnum
Ung í Føroyum stevnum,
verndari hjá tiltakinum.
Norðurlandahúsið skipar
fyri í samstarvið við Menta
málaráðið og kommunurnar
í Fuglafirði, Runavík,
Klaksvík,
Leirvík
og
Vágum. Føroya Banki er
høvuðsstuðul.
Atgongumerki eru at
fáa í Norðurlandahúsinum
og í kunningarstovunum í
Runavík og í Havn.
Ein ungur tíðindabólkur
er eisini á stevnuni, og
alt vikuskiftið verða tíð
indi og myndir lagdar út á
heimasíðuna hjá Ungum í
Føroyum, www.ungiforoy
um.info.
Willieboys
á barna
sjón
leikarferð
Aftur í ár fer
leikbólkurin
Willieboys við Gutta
Winther og Kjartani
Hansen at ferðast við
barnasjónleiki.
Tíðindaskriv
Leikurin fer at snúgva
seg um Dólghanus, og
um hvussu hann fekk
prinsessuna - men tó als
ikki sum í ævintýrinum.
Leikararnir, Gutti Winther
og Kjartan Hansen, hava,
saman við leikstjóranum,
Elini á Rógvu, broytt ferð
ina hjá Dólga-Hanusi og
tillagað hana børnum í 4
– 10 ára aldrinum í dag. Í
staðin fyri ein geitabukk
eigur Dólghanus eina
trillubøru, fulla í sangi,
einum bláum hundi og
eini flogternu. Ætlanin hjá
Dólghanusi er at ferðast út
á barnagarðar og stovnar
í tíðarskeiðnum 6. til 17.
mars.
Ung í Føroyum 2006 av bakkastokki
Seinastu ferðirnar Lena og
Niclas hava verið í Føroyum,
hava tey nýtt nógva tíð í
upptøkuhølunum. Eitt nú
hava tey í fleiri vikur tikið upp
í Útvarpinum. Nú váttar Lena
á heimasíðu síni, at úrslitið
verður ein fløga, ið verður
útgivin í Føroyum í vár.
Hetta er bert nakrar mán
aðar eftir, at Can’t Erase
It var givin út í Danmark
og aðrastaðni úti í heimi.
Síðan útgávuna av fløguni
hevur Lena spælt nógv í
Danmark, og tað skilst, at
marknaðarføringin av Can’t
Erase It heldur fram sum
áður. Serliga lagið Step
On The Gas hevur verið
nógv at hoyrt í donskum
útvarpi, og í næstum sleppa
danir at uppliva enn eina
útvarpssinglu, tað verður
tittullagið fløguni Can’t
Erase It. Meðan føroyingar
longu kunnu byrja at gleða
seg til nýggju útgávuna.
nud
Lena gevur nýggja
fløgu út í vár
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in