Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 3 Pensjónistar til Íslands Í næstum hava føroyskir pen­sjón­ istar møguleika at sleppa til Íslands at taka lut í einum felags átakið fyri pensjónistar úr flestu Norður­ londum Tíðindaskriv Tilboð er komið til allar før­oyskar pensjónistar úr Íslandi um at taka lut í einum felags átaki fyri pensjónistar úr Dan­mark, Norra, Svøríki og Føroyum í døgunum 5. til 12 mai 2006. Fjølbroytt ferðaskrá kann fáast við at venda sær til Sig­vald Kristiansen á tlf. 441517/228517. Flogið verður við Atlantsflog og gist verður í tvær næt­ur á Hotel Cabin í Reykjavík, síðani á Hot­el Ørk í Hveragerði saman við hinum norð­ urlendingunum. Kostn­aður fyri flogferð, uppi­hald og útferðir í Íslandi - alt íroknað – 7.767 kr. Best vitjaði fyri­lest­ ur­in í røðini Setrið á ferð kemur nú til Klaksvíkar. Tað er Eyðun Andreassen, professari, sum heldur fyrilesturin “Gandur og ganda­kellingar” á bóka­savninum í Klaksvík týskvøldið 7. mars kl 20 Setrið á ferð Føroyingar hava trúð upp á gand heilt upp til okkara tíð. Onkur ger tað kanska enn. Herviligir gandakønir prestar hava verið í Føroy­um, og gandakellingar og ganda­ kallar hava verið fleiri. Eisini í nýggjari tíð eru gandasøgur um menn, konur og onkran einstakan prest. Summi eru kend fyri tað góða, onnur fyri tað illa. Í fyrilestrinum verður spurt, hvat gandur er, og hvat serstakt er við hesum fólkum, ið søgdust at duga gand. Hví hava gandakallar yvirhøvur verið høgt í met­um fyri sítt kynstur og ganda­kellingar í so lítlum meti fyri tað sama. Hvussu kundi gandur sam­pakka lívs­ upp­fatanina hjá kristnum fólki, ella var hann ikki bara hildin at vera ókristiligur. Eyðun Andreassen er pro­ fessari í skaldskapi av manna munni á Før­oya­málsdeildini. Hann fekk í 1993 dr.phil heiti fyri bókina Folkelig Off­ent­ lighed. Fyrilesturin er fýra og fjørutiundi í røðini “Setrið á ferð”, sum er fyrilestrarøð við fyrilestrum í Suðuroy, Sandoy, Tórshavn, Vágum, Fuglafirði og Klaksvík. Fróð­skaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri røðini saman við kunn­ing­ ar­stovunum kring landið og mentunardeildini á bý­ ráðnum í Klaksvík. ave Fyrilestur: Gandur og gandakellingar Nú fáa klaksvíkingar eisini høvi at hoyra Eyðun Andreasen greiða frá um ”Gand og gandakellingar”, ið er higatil best vitjaði fyrilesturin í røðini Setri á ferð Politikkur Sambært miðflokkinum er endamálið við uppskotinum at veita barnafamiljum við fleiri enn trimum børnum ein avgjaldslætta við útvegan av persónbili til fleiri enn 5 persónar. Sum nú er, er avgjaldið á persónbilar tað sama, uttan mun til um bil­ ur­in hevur 5 ella fleiri setur. Tá ein bilur hevur 10 setur ella fleiri, kemur hann undir heitið smábussur, og tá fellur avgjaldið burtur. Tá krevst eisini stóra koyri­kortið, og er tá talan ikki long­ur um persónbil til vanlig húski: – At hava eitt stórt húski er í sjálvum sær kostn­aðarkrevjandi. Við støðugum príshækkingum á neyðsynjarvørum – serliga olju – til húsarhald, er tað al­s­ amt vorðið fíggjarliga tyngri hjá størri familjum. Tí eru tað bert tey, sum eru heilt væl fyri, sum hava umstøður at útvega sær ein persónbil til fleiri enn 5 persónar. Hesir bilar kosta í miðal millum 10.000 og 50.000 kr. meira enn vanligir persónbilar. Av teirri orsøk er tað rætt at veita stórum familjum stuðul, so hesar hava sama møguleika, sum familjur við minni enn 4 børnum, at útvega sær persónbil eftir tørvi. Miðflokkurin metir, at við hesum uppskotinum verð­ur tørvurin hjá einstøku familjuni tryggjaður, og at uppskotið eisini er í samsvari við ætlanirnar um høgan føði­títtleika: – Trygdin er ein avgerandi orsøk til uppskotið. Lóggávan eigur at vera soleiðis skipað, at spurningurin um kostnað ikki skal ganga út yvir trygdina. Familjan við fleiri enn 3 børnum eigur ikki at setast aftur at útvega sær ein størri persónbil, tí hesin kostar meiri enn ein vanligur persónbilur. - lh Miðflokkurin: – Stórfamiljubilar skulu hava avgjaldslætta