Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 44 - 2. mars 2006 Fríggjakvøldið verður stór stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini. Endamálið er at fáa sonevndar faddrar, ið hjálpa neyðstøddum børnum. Skandinaviska Barnamissiónin stendur fyri hesum og Angela Petersen er høvuðsfyriskipari. Fyri nøkrum árum síðani vitjaði hon sjálv neyðstødd børn á Filipsoyggjunum og hevur hon við egnum eygum sæð, hvussu hjálpin munar og hvussu lítil upphædd kann gera stóran mun Konsert Dagfinn Olsen Mynd: Jens Kr. Vang Fríggjakvøldið fara góð nøvn á pallin í høllini í Lær­ araskúlanum. Orsøkin er, at tey taka lut í eini stuð­uls­ konsert, ið hevur til endamáls at fáa til vega faddrar, ið stuðla neyðstøddum børn­ um. Angela Petersen hevur játt­ að at samskipað tiltakið og hevur hon hesa vikuna havt úr at gera, tí hon hevur ikki drúgvar royndir sum kon­ sertfyrireikari, hóast hon kenn­ir til at standa á palli. – Eg játtaði, tá heitt verð á meg um at standa fyri kon­sertini, men eg havi upp­ dagað hesa vikuna, hvussu nógv kann ganga illa og hvussu nógv skal til, áðrenn eitt slíkt tiltak riggar, sigur Angela eitt sindur móð, men í góðum lag. Á Filipsoyggjunum Angela veit hinvegin, hvat hjálpararbeiði hevur at siga, og hvussu ein lítil upphædd í okkara verð kann gerast stór hjálp aðrastaðni. Í 1998 var hon, saman við øðrum, í Manilla á Filips­oyggjunum og tók lut í hjálpararbeiði og sá ann­ ars, hvussu hjálpin virkar og at tað ikki er satt, tá sagt verður, at onki munar og at meginparturin fer til umsiting og annað. – Eg havi sæð, at tað virk­­ar og at alt ikki fer til um­­siting. Og endamálið hesa­ferð er at skaffa faddr­ ar til børn í Ukraine og á Filipsoyggjum, sigur An­gela, sum beinanvegin játtaði, tá Skandinaviksa Barna­missi­ ónin heitti á hana. Bosse Wallenberg og onn­ ur frá felagskapinum vitja í Føroyum í hesum døgum. Angela Petersen og Jákup Jacobsen vera frásøgufólk á konsertini. – Har fái eg høvi at siga, at tað er effektivt at vera faddur. Tað er ein føst flyting, ið ikki merkist, men sum munar, sigur Angela. Góð nøvn Angela fegnast um, at góð nøvn hava játtað at taka lut á konsertini, sum verður klokk­ an 21 í annaðkvøld. Dropar taka lut, og tað er barnakór hjá Sigrið Sivert­ sen. Tey hava eisini gjørt nýggjar sangir til konsertina. FELA er bólkur við trimum systrum, ið syngja. Magni Christiansen og Sigrið Ras­ mussen eru við og Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lam­hauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra kotið. Tá tey eru á palli, verður eisni eitt myndashow víst, ið er úr Manilla. Og Ludnilla úr Ukraina vísir myndir frá hjálpararbeiði í Ukraina. Angela segði, tá vit fingu orð á hana, at enn bíðar hon eftir svari frá onkrum afturat, ið møguliga verður við, og hon fegnast annars um, at tað hevur gingið rættiliga væl at fáa luttakarar. - Og tað er longu eydnast fólkunum frá Skandinavisku Barnamissiónini at fáa eini 60 faddrar í Føroyum, og teimum vil eg fegin takka, leggur Angela dent á. Hjálp ella deyði Og ongin ivi er um, at hetta er nakað, ið Angela fegin ger og nakað, ið hon gongur høgt uppí. – Eg geri tað, tí eg veit at tað riggar. Um vit ikki gera tað, so ger ongin tað, og so er mest sannlíkt, at børnini doyggja. Høvdu tað verið míni børn, ið vóru neyð­ stødd, so hevði eg í hvussu er viljað ynskt, at tey fingu hjálp, sigur Angela við álv­ ara í røddini. Og hon leggur afturat: – Og um vit ikki kunnu gera tað nú her hjá okkum, hvør skal so? Tí vit merkja ikki, um vit lata eina lítla upphædd, kanska 100 krónur mánaðrliga, men hinvegin verða kanska fleiri hjálpt á henda hátt. Konsertin í Lærara­skúla­ høllini byrjar klokkan 21 fríggjakvøldið Stór stuðuls­konsert fríggja­kvøldið Stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið klokkan 21:00 Frásøgufólk: Angela og Jákup Luttakarar: Dropar, barnakór hjá Sigrið Sivertsen. Tey hava eisini gjørt nýggjar sangir til konsertina. FELA er bólkur við trimum systrum, ið syngja. Magni Christiansen. Sigrið Rasmussen. Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lamhauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra kotið. Tá tey eru á palli, verður eisni eitt myndashow víst, ið er úr Manilla. Ludnilla úr Ukraina vísir myndir frá hjálpararbeiði í Ukraina. Endamál: at fáa til vega faddrar, ið hjálpa neyðstøddum børnum í Ukraine og á Filipsoyggjum FAKTA Angela Petersen og Jákup Jacobsen eru frásøgufólk, tá stór stuðulskonsert fer av bakkastokki í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið