hósdagur 2. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2006
5
– Kemur nú slingur
í ætlanin at einskilja
Atlantsflog, er
tað óskiljandi, tí
tingmanningin í
samgonuni hava
góðtikið, at Bjarni
Djurholm leggur
uppskotið fyri
løgtingið, siga umboð
fyri allar tríggjar
samgongflokkarnar
Einskiljing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað var vð vælsignilsi
frá samgonguni, at Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður
í vinnumálum, nú leggur
uppskot fyri løgtingið um
at einskilja Atlantsflog.
Tað siga tingmenn úr øllum
trimum samgonguflokkum.
Annars ørkymlaði tað
mong at lesa í Sosialinum
í gjár, at løgtingsmenn úr
samgonguni vildi vera við,
at samgongan var alt annað
enn samd um, hvussu
Atlantsflog skal einskiljast.
Bæði Poul Michelsen
úr fólkaflokkinum, Johan
Dahl úr sambandsflokkinum
og John Johannessen úr
javnaðarflokkinum, gjørdu
greitt, at tað var bara ein
bólkur í samgonguni, sum
hevði avtalað sínamillum,
hvussu Atlantsflog skuldi
einskiljast, men at sjálv
samgongan hevði ikki
góðkent tað.
Men hesum vísa aðrir
tingmenn úr samgonguni
staðiliga aftur.
Bæði Kaj Leo Johannesen,
formaður
sambands-
floksins, Heðin Zachariassen,
tingmaður fyri fólkaflokkin
og Hendrik Old, tingmaður
fyri javnaðarflokkin, stað-
festa, at spurningurin er
væl og virðiliga viðgjørdur
í samgonguni.
Teir siga eisini, at Bjarni
Djurholm hevur fingið
góðkenning øllum flokkum
í samgonguni um at leggja
málið fyri løgtingið.
Tí skilja teir ikki, hvussu
summir tingmenn nú kunnu
koma til ta niðurstøðu, at
hetta kenna teir lítið og onki
til.
Eftir
ætlanin
skulu
33% av Atlantsflogi ein-
skiljast nú og seljast á
virðisbrævamarknaðinum.
Seinni er so ætlanin at selja
33% afturat til ein sterkan
íleggjara.
Bæði Kaj Leo Johanne-
sen, Heðin Zachariassen
og Hendrik Old siga, at
einasta ivamál hevur í
grundini verið, um hetta
skuldi gerast við einari
og somu løgtingssamtykt,
ella um tað skuldi gerast
í tveimum, har løgtingið
í fyrstu syftu samtykti at
selja 33% av Atlantsflogi á
virðisbrævamarknaðinum og
síðani seinni aftur samtykti
at selja 33%.
Hendrik Old kallar hetta
eitt bagatell, sum kann loysast
í sambandi við viðgerðina
í løgtinginum men bæði
Heðin Zachariassen og
Kaj Leo Johannesen, hella
til, at tað skal vera í einari
samtykt, men eisini teir
halda, at tað eigur løgtingið
at finna útav.
Ongin trupulleiki
Kaj
Leo
Johannesen,
floksformaður sambands-
floskins, sigur, at teirra
flokkur
hevur
ongar
trupulleikar av ætlanini at
einskilja Atlantsflog at at
sambandsflokkurin bakkar
Bjarna Djurholm upp í
hesum máli.
Hann skilir ikki, hví
tingmenn nú stíga fram og
sáa iva um málið.
– Málið hevur verið
viðgjørt væl og virðiliga
í sambandsflokkinum og
tað hevur ongin ósemja
verið. Sambandsflokkurin
hevur tikið undir við
ætlanini og hevur givið
landsstýrismanninum grønt
ljós at leggja málið fyri
tingið.
– Men hetta er eitt stórmál
og tí hevur tað sera stóran
týdning, at vit ikki lata nakrir
heilt fáir tingmenn forða fyri
ætlanini.
Kaj Leo Johannesen
vil kortini helst, at øll
66% í Atlantsflogi verða
einskild í einari og somu
løgtingssamtykt og tað
fer sambandsflokkurin at
virka fyri. Tey fyrstu 33%
kunnu einskiljast nú, men
tað eigur at standa í somu
løgtingssamtykt, at tey næstu
33% skulu einskiljast um eitt
ár ella tvey.
Eydnast tað ikki, er
sambandsflokkurin til reiðar
at góðtaka, at tað verður
gjørt í tveimum, hóast tað
er tann næstbesta loysnin.
Veit ikki hvat
bagir monnum
Heðin Zachariasen, ting-
limur í fólkaflokkinum, veit
ikki, hvat bagir summum
tingmonnum.
– Øll tosa um at einskilja,
men tá ið tað kemur til
skarpskeringar, ber onki til
kortini.
Hann sigur, at ætlanin
at einskilja Atlantsflog,
hevur verið væl og virðiliga
viðgjørd í tingmanningini
hjá fólkaflokkinum fleiri
ferðir og flokkurin góðtók,
at Bjarni Djurholm legði
uppskot fyri løgtingið. Tað
fekk landsstýrismaðurin
undirtøku frá tingmanningini
hjá fólkaflokkinum fyri.
Tó viðgongur, at tað vóru
ymsar meiningar og at Poul
Michelsen gjørdi vart við,
at hann tók ikki undir við
ætlanini. Men tingmanningin
var samd um at fara víðari
við málinum og at fáa tað
fyri tingið og loyst. Tað,
sum ósemja var um, var,
um 66% av Atlantsflog
skuldi einskiljast í einum,
ella í tveimum og tað, sum
Poul Michelsen ikki kundi
góðtaka, var, at einkiljingin
verður gjørd í tveimum
samtyktum.
Annars heldur eisini
Heðin Zachariassen, at øll
66% av Atlantsflogi eiga at
verða einskild í einum.
Sjálvur vildi hann helst,
at Atlantsflogi verður
einskilt, alt sum tað er,
men í politikki er neyðugt
at gera neyðsemjur og
ætlanin, sum nú er um at
einskilja Atlantsflog, er so
tað, sum semja fekst um í
samgonguni.
Genialt
Hendrik Old, tingmaður fyri
javnaðarflokkin, heldur, at
teir tingmenn, sum siga, at
teir ikki kenna til ætlanina,
hava fylgt ov illa við.
– Einskiljingin av Atlants-
flogi hevur verið viðgjørd
á óteljandi fundum í
javnaðarflokkinum og eg
skilji ikki, at ósemja skal
koma undan kavi nú.
– Teir, sum nú vísa sína
ónøgd, hava ikki gjørt vart
við seg áður og eg dugi ikki
at síggja annað, enn at tað
er semja í samgonguni um
málið.
– Men tað vísir seg, at tað
eru teir somu tingmenninir,
sum altíð skulu gera vart við
seg, men eg taki tað ikki fyri
meiri enn tað, sigur Hendrik
Old.
– Tað kemur óvart á
meg, at ósemja nú stingur
seg undan kavi. Men hevur
onkur einstakur tingmaður
eina serstøðu, verður tað so
tað, leggur hann afturat.
Sjálvur heldur Hendrik
Old, at tað er beinleiðis
genialt at einskilja Atlantsflog
soleiðis, at 33% verða seld
á virðisbrævamarknaðinum,
so at vanligi føroyingurin
eisini fær høvið at ogna sær
eitt partabræv.
Hann sigur, at tað kann
føra við sær, at føroyingar
fara eitt føla eitt serligt
tilknýti til Atlantsflog, og
kunnu teir so seinni selja
síni partabrøv við vinningi,
er tað bara at fegnast um.
Javnaðarmaðurin sigur,
heldur, at spurningurin um
øll 66% av Atlantsflogi
skulu seljast í einum ella
tveimum, er eitt bagatell,
sum samgongan uttan nakran
iva fer at finna útav táið
málið kemur til viðgerðar í
tinginum.
Samgongan stendur
saman um Bjarna Djurholm
Tað undrar tingmenn í samgonguni stórliga, at summir partamenn teirra nú sáa iva um ætlanina at einskilja Atlantsflog.
Alt málið er viðgjørd óteljandi ferðir og hetta er tað, sum semja fekst um, siga umboð fyri tingmanningarnar í øllum trimum
samgonguflokkunum
– Ongin fær alt,
men ætlanin,
sum nú fyriliggur
um at einskilja
Atlantsflog, er tað,
sum semja fekst
um í samgonguni,
sigur Kristian
Magnussen,
formaður
javnaðarfloksins á
tingi
Einskiljing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Summi brúka sínar
kreftir uppá at finna
semjur. Onnur brúka sínar
kreftir upp á at koma sær
fram í ljósið.
Kristian Magnussen,
formaður javnaðarfloksins
á tingi, tekur tað ikki
so tungt, at einstakir
tingmenn úr samgonguni
nú gera vart við sína
ónøgd
í
sambandi
við einskiljingina av
Atlantsflogi.
Hann
vísir
á,
at
spurningurin
um
at
einskilja Atlantsflog hevur
verið nógv viðgjørdur í
samgonguni og uppskotið,
sum nú liggur frammi, er
tað, sum flokkarnir kunnu
semjast um.
–
Vit
hava
tosa
óteljandi fyri um hetta
í tingmanningini hjá
javnaðarflokkinum og
mín kensla var, at hetta er
ein ætlan, sum øll kunnu
liva við.
– Tað var í øllum
førum ikki mín kensla
í tingmanningini hjá
javnaðarflokkinum, at
tað var nøkur orsøk til at
kasta nakað eftir hvørjum
øðrum.
Hann leggur afturat at
tað, at tingmenn nú gera
vart við sína ónøgd, tekur
hann ikki fyri meiri enn
júst tað, at teir vilja gera
vart við seg.
Sjálvur ivast Kristian
Magnussen ikki í, at
samgongan sum heild fer
at taka undir við ætlanini,
um enn so einstaklingar
gera vart við seg nú.
Kristian tekur
tað ikki so tungt
Kristian Magnussen.