hósdagur 2. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 44 - 2. mars 2006
Í gjár tók Gunnleyg
Durhuus við
starvinum sum leiðari
fyri alt eldraøkið í
landinum. Talan er
um eitt nýtt starv
undir Almanna- og
Heilsumálaráðnum.
Starvssetan
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Gunnleyg Durhuus hevur
seinastu gott og væl seks árini
starvast sum trivnaðarstjóri
hjá Tórshavnar Kommunu,
og í hesum starvi hevur
eisini fingið gott innlit í
eldraøkið.
Hevur stóran áhuga
fyri økinum
– Eg kenni væl eldraøkið
frá mínum arbeiði á
býráðnum, har eg havi
verið við í sambandi við
bygging av eitt nú heimið
fyri minnisveik í Vallalíð
og Tjarnargarð. Eisini tók
Tórshavnar Kommuna sum
tann fyrsta í landinum stig
til at velja eitt eldraráð, og
tí arbeiðinum var eg eisini
partur av, sigur Gunnleyg
Durhuus.
Hon sigur, at hon í
sambandi við hetta arbeiði
fekk stóran áhuga fyri
eldraøkinum, og tá ið hon
so sá starvslýsingina eftir
leiðara til alt eldraøkið, helt
hon tað verða júst nakað fyri
hana.
– Eg hevði góðan hug
at royna nakað nýtt, og
eg haldi eisini, at tað er
serliga spennandi at fara í
eitt slíkt starv, tá ið talan er
um eitt heilt nýtt starv, sigur
Gunnleyg Durhuus.
Leiðslan er nú
fullmannað
Nú
Gunnleyg
Dur-
huus er byrjað í nýggja
starvinum,
er
ovasta
leiðslan í Heimarøktini og
Serforsorgini fullmannað.
Í tíðindaskrivi sigur Mary
í Garði, deildarstjóri, at nú
verður farið undir miðvíst
arbeiði at styrkja stovnin
leiðsluliga, og hetta fer
at geva betri møguleikar
at samskipa og gagnnýta
førleikan innan tey økir, ið
stovnurin fevnir um.
Heimarøktin og Serfor-
sorgin, sum skjótt fer at
fáa nýtt navn og nýggja
heimasíðu, umsitur fyri
umleið 440 milliónir krónur
árliga, og eini 1400 fólk
arbeiða undir stovninum.
Innlendismálaráðið
hevur fyri stuttum
sent út eitt uppskot
til kunngerð
um móttøku
av burturkasti,
oljuleivdum o.t. í
havnum til hoyringar.
Havumhvørvi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Uppskotið er gjørt við
heimild í løgtingslógini um
verju av havumhvørvinum.
Innlendismálaráðið sigur,
at uppskotið er ein týðandi
liður í arbeiðinum at fáa eitt
reinari havumhvørvi kring
Føroyar og aðrastaðni.
Áseta skyldu at taka móti
burturkasti
Kunngerðaruppskoti inni-
heldur millum annað reglur,
ið áseta skylduna hjá havnum
at taka ímóti burturkasti,
olju og kloakkspillivatni frá
skipum og bátum.
Tað er tó ymiskt, hvussu
krøvini til móttøkuskipan
verða frá havn til havn. Tað
veldst um, hvussu javnan
tann einstaka havnin tekur
móti skipum og bátum. Er
talan um eina havn, har skip
javnan leggja til bryggju, eru
krøvini til móttøkuskipan
sjálvsagt strangari, enn tey
eru í eini havn, har skip
sjáldan leggja til bryggju,
stendur í skrivinum, sum
er sent saman við kunn-
gerðaruppskotinum til hoyr-
ingar.
Eisini fer nýggja kunn-
gerðin at hava við sær, at
skip og bátar skulu fáa
eina kvittan frá havnini fyri
avhendan av ruski og ørðum,
og henda kvittan skal verða
goymd umborð á skipinum
í minsta lagi í 2 ár.
Sambært
Innlendis-
málaráðnum er endamálið
við hesi kvittanarskipan
lutvíst at lætta um eftirlitið
við, at skip veruliga avhenda
burturkast, og eisini at gera
tað møguligt hjá bæði
havnum og myndugleikum
at fylgja við, um størri
nøgdir verða avhendaðar á
landi ella ikki.
Innlendismálaráðið hevur
heitt á hoyringspartarnar um
at lata ráðnum viðmerkingar
til uppskotið í seinasta lagi
fríggjadagin 21. apríl.
Gunnleyg leiðari fyri alt eldraøkið
Fullmannaða leiðslan í Heimarøktini og Serforsorgini: Sitandi frá vinstru Regin Johansen, leiðari fyri Stuðulsskipanina
fyri vaksin og deildina fyri sinnisveik og Jóannes N. Dalsgaard, leiðari fyri Serstovnadeildina. Standandi frá vinstru: Jette
Eirikstoft, fyrisitingarleiðari, Mary J. í Garði, stjóri, Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri eldraøkið og Bjarta Wilhelm, leiðari fyri
Heilsufrøðiskipanina.
Mynd: Jens Kr. Vang
Fríggjadagin í komandi
viku hevur Føroya Spari-
kassi árliga aðalfundin hjá
sær. Aðalfundurin verður í
B36-húsinum í Havn.
Á skránni er millum
annað at heimila nevnd
Sparikassans at lata
peningastovninum
at
ognast upp til 10 prosent
av egnum partabrøvnum
fram til næsta ársaðal-
fund. Eisini skal gerast
av, hvussu yvirskoti hjá
Sparikassanum
skal
nýtast.
Føroya
Sparikassi
hevði eitt metgott ár í fjør
við einum avlopi áðrenn
skatt upp á 164,2 milliónir
krónur í mun til 111,7
milliónir krónur árið fyri.
Talan er um besta úrslitið
hjá
Spari-kassanum
nakrantíð.
Virksemið hjá Føroya
Sparikassa er í stórum
vøkstri, og í fjør komu
umleið ein triðingur av
inntøkunum hjá Spari-
kassanum frá virksemi
uttan fyri Føroyar.
tn
Marner Jacobsen, forstjóri
í Føroya Sparikassa,
hevur ein serstakliga
góðan roknskap at leggja
fram, tá ið ársaðalfundur
Sparikassans verður
fríggjadagin í komandi
viku.
savnsmynd
Uppskot um havumhvørvi sent til hoyringar
Nú skulu greiðari reglur gerast fyri móttøku av burturkasti, oljuleivdum og líkandi frá skipum,
fyri á henda hátt at verja havumhvørvi.
Tilvildarlig mynd: Jens Kr. Vang
Sparikassin aðalfund
í komandi viku