hósdagur 2. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2006
7
Higartil í ár er talið
av ferðafólki, sum
hava ferðast um
flogvøllin í Vágum,
økt við 15,2% í mun
til somu mánaðir í
fjør
Ferðing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Talið av ferðandi um Vága
Floghavn er rættiliga nógv
størri higartil í ár enn somu
tíð í fjør.
Sambært hagtølum hjá
Vága Floghavn ferðaðust
tilsamans 9.597 fólk um
flogvøllin í Vágum í februar
í mun til 7.994 í februar
mánaði í fjør.
Hetta svarar til ein vøkst
ur upp á heili 20,1%.
Vága Floghavn sigur, at
framgongd hevur verið á
øllum farleiðum undantikið
við tyrluni, har flutningurin
hevur verið nakað minni í
februar í ár enn í fjør.
Hyggja vit at teimum
báðum fyrstu mánaðunum
í ár undir einum, er ferða
fólkatalið um floghavnina
tilsamans 20.801, sum
er 15,2% fleiri enn sama
tíðarskeið í fjør.
Higartil í ár eru tilsamans
744 flogfør komin og farin
um floghavnina, og hetta er
16,1% fleiri enn somu tíð
í fjør.
Í februar var talið av flog
førum, sum komu og fóru,
352, og tað er 13,9% fleiri
enn í februar í fjør.
Leygardagin 4. mars
skipa Bóndafelagið
og Meginfelag
Búnaðarmanna fyri
marknaðardegi í
Sjónleikarhúsinum,
har bøndur og onnur
fara at vísa fram,
hvat fæst burtur úr
landbúnaðinum í
Føroyum. Á tiltak
inum fara MBM,
Tøting og Sirri eisini
at sýna fram sínar
vørur
Marknaðardagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klokkan 10 leygarmorgunin
komandi letur Sjónleikarhús
ið í Havn upp til áhugaverd
an og forvitnisligan markn
aðardag, har høvið verður at
síggja – og smakka – hvat er
at fáa á gørðunum runt um
í Føroyum.
Á marknaðardegnum,
sum varar frá klokkan 10-
18, verður eisini kunnað
um landbúnað, skanning av
seyði, føroysku ullina og um
vinnuligan landbúnað í Før
oyum í 2015.
Til undirhalds verður
eisini vísusangur, eins og
MBM, Tøting og Sirri fara
at sýna fram sínar vørur.
Ongum nýtist at gagna
svangur í Havn leygardagin,
tí gjøgnum dagin kunnu fólk
eisini keypa smyrjibreyð við
føroyskum viðskera í Sjón
leikarhúsinum.
Fjølbroytt skrá
Dyrnar verða latnar upp kl.
10, og klokkan 11 fer Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu, at
tosa um vinnuligan land
búnað í Tórshavn.
Klokkan 12 og klokkan 15
fer Eyðstein Jensen at skanna
seyð, og hetta eru sonevndar
fosturskanningar.
Mótasýning verður klokk
an 13 og klokkan 17, og tá
fara MBM, Tøting og Sirri at
sýna fram sínar vørur.
Klokkan 14 fer Nicolina
Beder at tosa um føroysku
ullina, og klokkan 16 verður
vísusangur.
Aftrat vanligu skránni,
fara Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður og Hendrik Old,
løgtingsmaður, at hugleiða
um vinnuligan landbúnað í
Føroyum í 2015.
Aðrir luttakarar
Aðrir luttakarar á marknað
ardegnum í Sjónleikarhús
inum verða Búnaðarstovan,
Búnaðargrunnurin og Roynd
arstøðin.
Á
marknaðardegnum
verður eisini høvi at síggja,
meðan arbeitt verður við
hornum og roði.
Tað hevur gingið væl
hjá Atlantic Navigator
at fiska hendan túrin,
og alt bendir á, at
framleiðslan umborð
eisini hevur gingið
rættiliga væl
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um fáar dagar kemur
Atlantic Navigator væntandi
aftur til lands við fullari last
av surimi og mjøli.
Hetta hevur verið ein stutt
ur túrur hjá skipinum. Væl
hevur gingist at fiska, og
alt bendir á, at framleiðslan
umborð eisini hevur gingið
rættiliga væl.
– Vit hava 1200 tons inni,
og ætlanin er at fiska tveir
dagar aftrat.
Hesi vóru tíðindini, sum
frættust av skipinum týs
dagin.
Sum skilst, hevur mann
ingin, tá ið best hevur ligið
fyri, fingið heilt upp í 100
tons av lidnari vøru í lastina
um samdøgnið.
Og tað er óført!
Mangt bendir á, at verkætl
anin við flaggskipi norð
oyinga, Atlantic Navigator,
rættiliga er farin at síggja
spennandi út.
Marknaðardagur:
Kjøt og ull
í Sjónleikar
húsinum
Á forvitnisligum marknaðardegi í Sjónleikarhúsinum leygardagin verður høvið at síggja, hvat er
at fáa á gørðunum kring landið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Atlantic aftur fullur
Væntandi verður Atlantic Navigator aftur at síggja í Ánunum um fáar dagar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv fleiri ferðast
um Vága Floghavn
Fleiri og fleiri ferðast um flogvøllin í Vágum
Mynd: Vilmund Jacobsen