hósdagur 2. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 44 - 2. mars 2006
Nú verður høgligari
hjá teim ferðandi at
hava viðføri við sær
umborð á Smyril.
Seinnapartin í
gjár vórðu nýggju
landgangirnir í Havn
og á Tvøroyri tiknir
alment í nýtslu.
Ferðafólkini fegnast
um úrslitið, og sum
skilst er ætlanin at
menna hetta økið enn
meiri í framtíðini
Samferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tvøroyri: Fyrst skuldi
tú draga viðførið umborð
á Smyril. Síðani mátti tú
draga tað aftur í land fram
við persónbilum og last
bilum. Og síðani í land eftir
bilrampuni.
Soleiðis hevur støðan
verið hjá suðuroyingum
síðani siglingin til Suðuroyar
av álvara tók seg upp í
sjeytiárunum. Og soleiðis
hevur eisini verið við nýggja
Smyrli. Inntil seinnapartin
í gjár.
Fyri tey ferðandi til og
úr Suðuroynni var hetta
dagurin, tá nýggja farstøðin
og nýggi landgangurin á
Krambatanga og tann í
Havn skuldu takast alment
í nýtslu.
Hetta hendi við eitt
lítið hátíðarhald á nýggju
farstøðini, har fólk á fyrsta
sinni sluppu inn í hesa
nýggju atkomuhøllina.
Góðar umstøður
Tey sum fóru suður við
Smyrli á middegi sluppu
at ganga í land, eins og
vanligt hevur verið øll hesi
árini. Men tey sum fóru
norðuraftur seinnapartin í
gjár vórðu samstundis tey
fyrstu, sum nú kundu sleppa
umborð í snotuligum og
góðum umstøðum.
– Hetta er ein tiltrongdur
bati fyri tey ferðandi til
Suðuroynna. Nú kann alt
avgreiðast bæði skjótt, trygt
og væl, segði Andras Jensen,
sum umboðaði Strand
ferðsluna við hátíðarhaldið.
Enn er alt arbeiðið ikki
liðugt, men í øllum førum
er greitt, at tey ferðandi her
hava fingið tær allar bestu
umstøðurnar at sleppa
umborð og í land.
Nýggja farstøðin er slakar
170 fermetrar til støddar og
hevur m.a. eitt bíðirúm til 45
fólk. Arbeiðið hevur kostað
góðar 4,5 mió. kr.
Eftir tørvi
Hóast ein farstøð uppá 170
fermetrar kanska ikki tykist
vera so stór, er kortini dentur
lagdur á at gera hana so
brúkiliga og kundavinarliga
sum gjørligt.
Á samkomuni seinnapartin
í gjár varð upplýst, at hon er
gjørd eftir tí tørvinum sum
mettur er í dag.
Men vísir tað seg, at tørv
urin verður størri í framtíðini,
so eru møguleikar at kunna
útbyggja hana enn meiri.
Upplýst varð, at hon er
lagað soleiðis til, at eru t.d.
900 ferðandi við Smyrli, so
fer at ganga ein hálvur tími
frá tí tey fyrstu fara í land og
til tann seinasta.
Ferðaseðlar í landi
Hjá teim ferðandi verður nú
gjørligt at sleppa umborð á
Smyril gjøgnum trappurnar.
Men fyri tey sum eru illa
gongd ella hava tungt
viðføri ber til at nýta lyftina
ístaðin.
Í farstøðini fer eisini ein
kunningardiskur at halda
til, har tey ferðandi kunnu
fáa avgreitt sínar mongu
spurningar um ferð, ferðslu
og annað viðvíkjandi ferða
vinnuni í oynni.
Ætlanin er somuleiðis,
at fólk skulu kunna keypa
ferðaseðlar sínar her, áðrenn
farið verður umborð á
Smyril.
Júst hetta arbeiðið er
ikki liðugt enn, men arbeitt
verður við at finna eina loysn
á hesum málinum eisini.
Endamálið er stutt og
greitt, at tá tey ferðandi eru
komin umborð á Smyril skulu
tey hava keypt ferðaseðlar
sínar á farstøðini.
Alt tekur tíð
Hjá suðringum man henda
nýggja farstøðin koma sum
ein stórur lætti.
Tað skiltist greitt á fólki
seinnapartin í gjár, at ein
loysn sum henda hevur
manglað leingi.
Men nú er ein so komin
hetta stigið víðari.
Arbeiðið við samferðslu
havnini er kortini ikki
liðugt enn. Ætlanin er at
halda fram við menningini
av hesi. Sum skilst, er skulu
pakkhús somuleiðis byggjast
á staðnum.
Sum sagt varð: – Alt tekur
tíð, men henda farstøðin
er so avgjørt ein bati hjá
fólki.
Hjá Kunningarstovuni
verður eisini talan um
batnaðar umstøður. Ein
diskur er gjørdur til hesa
tænastuna, og tí er lítið at
ivast í, at henda nýggja
farstøðin fer at verða teim
ferðandi til stóra hjálp.
Bestu umstøður
til tey ferðandi
Ferðafólk á Suðuroyarleiðini
Tøl yvir ferðafólk við Smyrli nakrar ávísar mánaðir.
Vert er at leggja merki til, at nýggi Smyril varð settur
í sigling í november mánaði 2005.
Oktober
2003
2004
2005
12.535
12.908
10.108
November
2003
2004
2005
10.815
10.015
14.398
Desember
2003
2004
2005
10.608
10.018
13.503
Januar
2003
2004
2005
2006
8.420
8.891
10.317
12.035
(Kelda: Strandferðslan)
FAKTA
Ferðafólkini fegnast um nýggju farstøðina, og ikki minst um tað at tey nú sleppa undanat draga viðførið í land eftir bildekkinum
Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes upplýsti, at gerst tað neyðugt, so kann nýggja farstøðan
byggjast út vestureftir