Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 27 HEILSANIR Góða Heidi Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum. Jesus pápi signi teg. Heilsan omma og abbi All That Rain hevur í nógv ár verið fastur fúsur í Kagganum, men seinastu tíðina hevur bólk­urin ikki í sama mun spælt har. Bæði Kaggin og All That Rain eru umbygd, og tónleikaprofilurin hjá báðum er broyttur eitt sindur, men leygarkvøldið fer Kaggin aftur at leggja pall til dans við All That Rain. So ert tú í lagnum til t.d. eina Roxette Medley, James Blunt ella tað mest dansivinarliga innan nýggjan rokktónleik, umframt vøkru heimagjørdu løgini hjá ATR, so er møguleikin har í Kagganum. nud All That Rain aftur í Kagganum Helvtin av Maður:Glotti Mes­sell gevur í hesum mán­ aðanum enn eina útgávu út sum einstaklingur. Talan er ikki um eina fløgu, men um eina virtuella útgávu, ið verður at fáa í flestu al­nettónleikahandlum. Nýggja útgávan eitur Vibrations, á henni er 8 løg innspæld live í upp­tøku­høl­ inum. Í sambandi við út­gávuna heldur Mesell útgávuframløgu í Skråen í Aalborg 23. mars, har tónleikurin verður spældur fyri áskoðarum og serliga innbodnum fjølmiðlum. Enn er útgávudagurin ikki settur endaliga. Men tað er greitt, at útgávan verður at fáa m.a. í hesum al­nettónleikahandlum: iTunes, tdconlie.dk og box. dk. Messell gevur út virtuella útgávu Frá mánadegnum 6. til 29 mars. fer matvøruhandilin Miklagarður í SMS at verða stongdur vegna stórar umvælingar Handil Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Í næstum fær stóri mat­vøru­ handilin Miklagarður eitt fullkomiliga nýtt snið. Og tá nýggi handilin letur upp aftur, er hann 600 fermetrar størri til støddar – t.e. 2300 fermetrar tilsamans: – Vit fara rætt og slætt at umvæla alt. Til hetta ar­beiðið hava vit fingið nakrar danskar arkitektar heim til Føroya. Men hóast alt í høvuðsheitum fær eitt nýtt snið, fara vit serliga at leggja dent á fesku mat­ vørurnar. Úrvalið av vørum verður um somu tíð fleiri ferðir størri, og vit fara at hava nógvar nýggjar ser­ vørur á hyllunum, sigur Niels Mortensen, stjóri. Niels Mortensen heldur, at vandin fyri at missa nógv viðskiftafólk, meðan umvælingarnar verða gjørd­ ar, avgjørt er til staðar, men at í løtuni eru umvælingarnar alneyðugar: – Miklagarður er útslitin! Um vit ikki gera umvælingar nú, missa vit kanska enn fleiri viðskiftafólk. Men vit vóna, Miklagarður verður so snotuligur, tá vit lata upp aftur, at øll viðskiftafólkini koma aftur til okkara. Vit kunnu sjálvandi hava opið, meðan umvælingarnar verða gjørdar, men so hevði tað tikið alt ov langa tíð. Miklagarður umfatandi umvælingar So leingi sum Miklagarður er stongdur, fara smáu matvøruhandlarnir – Hornið, Mylnan og Bónus – at hava eitt størri og feskari úrval av mati til viðskiftafólkini Mynd: Jens Kristian Vang roknskapur tíðindaskriv Netto rentuinntøkurnar gjørd­ust 1,5 mió.kr. hægri í 2005 enn árið fyri og stavar vøksturin í stóran mun frá øktum útlánsvirksemi. Netto rentu- og kostn­að­ar­ inntøkurnar vóru 60,2 mió. kr. í 2005 ímóti 58,2 mió.kr. í 2004, ein vøkstur uppá 2 mió.kr. svarandi til 3,4 %. Sparikassin hevði í 2005 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 0,7 mió.kr. og er hetta á leið tað sama sum í 2004, tá ið tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra var 0,5 mió.kr. Útreiðslur Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur vóru 31,7 mió.kr. í 2005 ímóti 29,8 mió.kr. í 2004 og er hetta ein vøkstur uppá 1,9 mió.kr., svarandi til 6,4 %. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá arbeiðinum við at menna sparikassan til framtíðina og tær avbjóðingar, sum liggja í at víðka um virksemið sparikassans. Av- og niðurskrivingar av ítøkiligum ognum eru í 2005 1 mió.kr., ið er umleið tað sama sum í 2004. Aðrar vanligar útreiðslur vóru 0,3 mió.kr. í 2005, ímóti 2,9 mió.kr. í 2004. Hetta hevur við sær eina nettoávirkan uppá 2,6 mió. kr. samanborið við 2004. Netto avskrivingar og burturleggingar uppá útlán eru -0,9 mió.kr. í 2005 móti 2,7 mió.kr. í 2004. Og hetta viðførir eina nettoávirkan uppá 3,5 mió.kr. samanborið við 2004. Gjaldførið hjá Norðoya Spari­kassa er gott og var gjaldførið við árslok 2005 337 mió.kr. Gjaldførið er hækkað við 136 mió.kr. Orsøkin er at innlán sparikassans í 2005 eru vaksin skjótari enn útlánini. Gjaldførið við árslok var 71% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum spari­kassans var gjaldførið 26%, meðan lógin krevur 10%. Solvensur sparikassans fall við 4,1%, frá 29,6% við árslok 2004 til 25,5% við árslok 2005. Lógarásetta solvenskravið er 8% Starvsfólkatalið í spari­ kass­anum var við árslok 33,7 umroknað til fulla tíð, ímóti 33,0 fólkum í 2004. Ein hækking upp á 0,7 ársverk. 29 milliónir í avlopi