Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 31 Pink Panter Fríggjadag 03.03 kl. 18.45 kl. 23.30 Leygardag 04.03 kl. 18.45 kl.23.30 Sunnudag 05.03 kl. 18.00 kl.20.15 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Inspektør Idiot: – Ljósareyði Pantarin aftur Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Lille Kylling Fríggjadag 03.03 kl. 18.00 Leygardag 04.03 kl. 18.00 Sunnudag 05.03 kl. 17.00 UMMÆLI: FRUMSÝNING Hvør kennir ikki inspektørin Jacques Clouseau. Hann sum berjist móti brotsmonnum og tænaranum har heima eisini. Hann sjálvandi, sum er kendur fyri at vanta ein og hvønn skugga av logiskum sansi, talugávum – stutt sagt inspektør Idiot Ummæli Kim Simonsen Ja, Jacques Clouseau er kendur fyri leiklutin sum ein elefantur á postalínfabrikkini, men á ein ella annan løgnan máta, eydnast tað honum altíð at fanga brotsmennirnar. Vit kenna øll stuttliga sjón­leik­ aran Peter Sellers (1925-1980), sum í 1963 í filminum hjá Blake Edwards, gjørdi »The Pink Panther« heimskendan. Upprunaliga var hesin løgreglu­ maðurin bert ein hjápersónur í mun til tjóvin, ið varð spældur av David Niven. Upprunaliga skuldi Peter Ustinov spæla hendan leiklutin. Helst var tað tí, at Sellers var so dugnaligur í leiklutinum, at vit fingu eina heila røð av hesum filmum, um hendan óbrúkiliga franska inspektørin. Beyoncé Knowles Í hesi aktionkomediuni »The Pink Panther«, fær hin destruktivi óvitandi idioturin Clouseau (Steve Martin), mest umráðandi sakina í lívinum. Fótbóltsvenjarin Yves Gluant hevur júst leitt franska landsliðið til stórsigur. Elskarinnan hjá honum er altjóða poppstjørnan Xania (Beyoncé Knowles frá R&B gentubólkinum Destiny’s Child). Hann hevur nógvar fjepparar, men við eitt verður hann raktur av einum giftigum píli. Tá hetta hendir, missir hann kenda diamantringin »The Pink Pather«. Inspektørurin Dreyfus (Kevin Kline – A Fish Called Wanda), ið annars hevur vunnið sjey virðismerki, fær uppgávuna at uppklára hetta brot. Seinni koma Clouseau og hansara hjálpari Gilbert Ponton (Jean Reno – Leon, Le Grand Bleu, Nikita og Ronin), at fylgja ymisk spor kring alt Paris og New York. Her møta teir og ein eksotiskan drikk kallaður Hin Flammandi Mojito. Røðin Í røðini um Ljósareyða Pantaran hava vit: »The Pink Panther (Den lyserøde Panter, 1963)«, »A Shot in the Dark (Et skud i mørke, 1964)«, »Return of the Pink Panther (Den lyserøde Panter springer igen, 1975)«, »The Pink Panther Strikes Again (Den lyserøde Panter slår igen, 1976)«, »Revenge of the Pink Panther (Den lyserøde Panter ta’r hævn, 1978)«, »Trail of the Pink Panther (På sporet af Den lyserøde Panter, 1982)«, hesin er gjørdu eftir at Sellers doyði, við at klippa gomul brot inn. Í 1983 kom so »Curse of The Pink Panther (Den lyserøde Panter ser rødt, 1983)«, ið var ein roynd at endurlíva røðina við Ted Wass sum Clouseau, men hetta miseydnaðist. Í 1968 kom eisini filmurin »Inspector Clouseau (Inspektør Clouseau, 1968)«, við Alan Arkin sum Clouseau. Steve Martin Nú er Steve Martin (f. 1945) so farin í gongd við hesa røðina. Martin er ofta skeg eisini. Hann kom fram longu í 1970 sum skemtari, og hevur verið ein superstjørna upp gjøgnum 70’ini og 80’ini sum skemtari. Hann kom fram í »The Johnny Carsons Tonight Show«, »Saturday Night Live« og varð skjótt kendur sum komikari í sjónvarpinum. Hann er serliga kendur frá filminum »Parenthood (Hele den pukkelryggede familie, 1989)«, Mick Jacksonsa »L.A. Story« (Mig og L.A., 1991), Lawrence Kasdansa »Grand Canyon« (1991). Martin hevur lagt rødd til í røðini um The Simpsons, tey sum ger tað, eru veruliga kend fólk. Tað er ein stórur heiður, at sleppa at spæla ein leiklut í hesi røðini. Seinastu vit sóu Martin, var við ikki so goðum filmum sum »Sgt. Bilko« (1996), »Father of the Bride II« (1995) og I (1991). Betur var hann í filmum sum »My Blue Haven« (1990), »Roxanne« (1987), »Litle Shop of Horrors« sum sadistiski tannlæknin Orin Scrivello, DDS. Buster Keaton komikkur Tað er ikki so langt millum Peter Sellers og Steve Martin, báðir hava ein humor, ið minnir hann hjá hvørjum øðrum. Upprunaliga so hevur hesin Clouseau persónurin nógv at gera við klassikajn komik, sum vit kenna tað frá stummfilmunum hjá Buster Keaton og Charles Chaplin; hesin komikkur er t.d ikki verbalur, og tað er idioturin Clouseau heldur ikki. Í mun til hesa røð, so høvdu Keaton og Chaplin eitt nógv størri format, enn allir hesir mongu Pink Pather filmanir, og við hesum seinasta er einki undantak. Clouseau endar sínar »Kloss Hans« kaningar hjá Xania, einum fótbóltsspælara (William Abadie), hjá kasinoeigarinum (Roger Rees) og pr-agentinum (Kristin Chenoweth). Sjálvt um hetta er ein filmur, við góðum leikarum sum Martin, Kline og Reno, so hjálpir hetta einki. Søgan er tunn og filmurin í støðum nærum einkisigandi. 3 stjørnur av 6 o www.pinkpantherfilmen.dk www.UIP.dk EN DELVIS SAND HISTORIE OM LETSINDIGE LØGNE, TABT USKYLD OG DEN STORE KÆRLIGHED Distribueret af UIP DISTRIBUERET AF UIP © DISNEY ENTERPRISES, INC. WWW.LILLEKYLLING.DK HVEM SAGDE KYLLING... MED DANSK TALE www.sf-film.dk The Pink Panther, USA, 2006. Jacques Clouseau Steve Martin Dreyfus Kevin Kline Gilbert Ponton Jean Reno Xania Beyoncé Knowles Leikstjóri Shawn Levy. 93 minuttir. Casanova Fríggjadag 03.03 kl. 21.00 Leygardag 04.03 kl. 21.00 Sunnudag 05.03 kl. 22.30 Fra den elskede klassiker kommer der et helt nyt eventyr Med dansk tale DISTRIBUERET AF UIP ©DISNEY ENTERPRISES, INC WWW.UIP.DK Bambi 2 Fríggjadag 03.03 kl. 17.00 Leygardag 04.03 kl. 17.00 Sunnudag 05.03 kl. 16.00 TÍÐIRNAR: FRUMSÝNING Rent Fríggjadag 03.03 kl. 20.00 kl.23.00 Leygardag 04.03 kl. 20.00 kl.23.00 Sunnudag 05.03 kl. 19.00 kl.22.00 FRUMSÝNING