Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 45 - 3. mars 2006 Tríggjar ungar gentur í Havn tóku hósdagin so mikið synd í standmyndini av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni, at tær bygdu ein kavamynd undir liðuni á honum Kavamaður Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki gerandiskostur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, at tríggjar ungar gentur koma á gátt at vita, um tað ber til at fáa okkurt í blaðið, sum tær hava gjørt. Men soleiðis var í gjár, tá ið tær tríggjar Barbara, Miriam og Malan komu at spyrja, um tað bar til at fáa kavamannin hjá teimum í blaðið. Fingu tíðliga frí Tær tríggjar ganga allar í 6.b. í Eysturskúlanum, og hósdagin høvdu tær fingið eitt sindur tíðliga frí og vistu ikki heilt, hvat tær skuldu fara at gera. Men so fekk ein teirra hugskotið at gera ein kavamann undir liðuni á Nólsoyar Pálli, og eina løtu seinni var kavamaðurin liðugur. At hann eisini slapp í blaðið, gjørdi ikki dagin hjá teimum trimum 12 ára gomlu gentunum verri. Lærarafelags hevur giv­ið út smábarnabókina Mín fyrsta bók um kropp­in, barna­bøk­ urnar Fót­bóltsgalin og Gim­ steina­gátan, og bókina Hest­ urin og drongurin, ið er enn ein søga úr Narnia til størri børn Kroppur og rørslur Mín fyrsta bók um kroppin er smábarnabók við fittum myndum, sum umframt at seta navn á likamslutir, eis­ ini er um sansirnar og lærir barnið at seta orð á rørslur. Mín fyrsta bók um kroppin er væl egnað til tey smæstu, hon er 36 síður í litum og prentað á haldgott papp. Fótbóltur og detektivar Fótbóltsgalin er stuttlig mynda­bók eftir Colin McNaug­hton, ið er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu. Sum so mong onnur er Bjarni eisini fótbóltsgalin. Hægsta ynskið er at sleppa at spæla við á liðnum hjá Ludda. Uttan iva ein bók, ið nógv kenna seg aftur í. Eli Hentze týddi. Gimsteinagátan er fyrsta bókin í eini røð av níggju bókum við teimum báð­ um Lassa og Maiu sum høv­uðspersónum. Onkur hev­­ur stolið gimsteinar frá gullsmiðinum Muham­med Karat. Tað er mangt, sum peikar á, at eitt av starvs­fólk­ unum í handl­inum hevur framt brots­gerðina. Løgreglan stend­ur tó á berum, so nú má dete­ktivstovan hjá Lassa og Maiu taka sær av mál­inum. Tað er Martin Widmark, sum hevur skrivað, og Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt. Hesar spennandi bøkurnar eru væl egnaðar til tey 8- 10 ára gomlu. Tann næsta í røðini kemur út í juni. Gimsteinagátan er 76 bls., innbundin og Helena Willis hevur myndprýtt. Enn ein søga úr Narnia Hesturin og drongurin er triðja bókin í røðini um Nar­nia. Tað er C.S. Lewis, ið hevur skrivað, Pauline Baynes hevur myndprýtt, og Theodor Hansen hevur týtt. Tveir rýmingar hittast og sam­einast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia. Bókin er væl egnað til tey 11-13 ára gomlu. ave Nýggjar bøkur frá Bókadeildini Bókadeild Føroya Kavamaður undir liðuni á Nólsoyar Páll Tær tríggjar, ið bygdu kavamannin undir liðuni á Nólsoyar Pálli: frá vinstru Barbara Lervig, Miriam W. Egholm og Malan Rasmussen. Mynd: Magnus Gunnarson