Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 3. mars 2006 21 Undir Almanna- og Heilsumálaráðnum og stovnum undir tí, við tænastu fyribils í eini verkætlan undir Heimarøktini og Serforsorgini, Serstovnadeildini verður søkt eftir pedagogi til setan 01.04.2006, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Starvið Talan er um eina verkætlan, har ein persónur fyrst í 20’unum, sum hevur autismu, skal flyta heimanífrá, og læra at skipa sín gerandisdag í egnari íbúð og við føstum arbeiði so sjálvstøðugt sum gjørligt. Í verkætlanini koma ætlandi at starvast 4 fólk í einum toymi. Tín uppgáva verður, umframt at virkað sum stuðul í gerandisdegnum, at verða kontaktpersónur í verkætlanini. Hetta inniber, at tú verður bindiliðið í samskiftinum ímillum starvsfólkini í toyminum, og í samskiftinum ímillum toymi, avvarðarandi, leiðslu og brúkaran. Talan er ikki um eitt leiðarastarv. Toymið skal í felag leggja til rættis og skipað gerandisdagin bæði praktiskt og fakliga. Øll størvini í verkætlanini vera tó bygnaðarliga skipað undir eini av verandi stovnsleiðslum undir Serstovnadeildini. Førleikakrøv Tú skalt hava útbúgving sum pedagogur ella aðra líknandi útbúgving, sum bæði verkliga og ástøðiliga er minst á hædd við hesa. Ynskiligt er at tú hevur ávísa servitan um autismu, men hetta er ikki nakað krav. Tú mást vera sálarliga væl fyri og kunna taka eina professionella støðu og halda fast við hesa. Tú mást hava góð eygleiðingarevnir, og duga væl at skipa og brúka tínar eygleiðingar í sambandi við menning av tilboðnum. Tú mást duga væl at samskifta og hava evni til at motivera fólk uttan um teg. Annars vænta vit at tú ert sinnað/ur støðugt at luttaka í relevantari eftirútbúgving, og annars hevur áhuga í støðugt at dagføra tína fakligheit, so hon allatíðina samsvarar við nýggjastu vitanina innan økið. Vit bjóða í hesum sambandi fakliga supervisión og fakliga ráðgeving viðvíkjandi autismu. Løn- og setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara á tlf. 304020 Umsókn: Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Eirargarður 2, 2. hædd FO 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er mikudagin 15.03.2006. Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Pedagogur Kontaktpersónur Les meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv T Ó R S H A V N A R K O M M U N A LEYS STØRV LEYS STØRV www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Margarinfabrikkin Søkir eftir tveimum pedagogum at arbeiða ávikavist 25 og 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Umsóknarfreist: Hósdagin 9. mars 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lesið - so eru tit við veitst tú ikki tað?