fríggjadagur 3. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
23
Vallarvørður í Gundadali
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
Tórshavnar kommuna søkir eftir vallar-
vørði til ítróttaøkið í Gundadali.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
- at røkja vøllirnar og ítróttaøkið í
Gundadali
- at gera umvælingar
- at ljósviðurskiftini eru í lagi
- at halda ítróttaøkið reint og ruddiligt
- at hava umsjón við virkseminum í
Gundadali
- at samstarva við aðrar deildir í Tórs-
havnar kommunu m.a. reinhaldið og
húsaumsitingina
Førleikakrøv
Søkt verður eftir arbeiðsfólki, sum dugir at
arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð sam-
starvsevni.
Starvs- og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett
skjótast til ber. Lønin er sambært sáttmála
millum Havnar Arbeiðsmannafelag og
Havnar Arbeiðsgevarafelag.
Meiri fæst at vita
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Jákup Simonsen, menta-
málaleiðara, ella Boða Haraldson, býar-
verkfrøðing, á tlf. 302010.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um út-
búgving, starvsroyndir og møguligum við-
mælum skal vera Tórshavnar kommunu,
postboks 32, FO-110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi mánadagin 23. mars 2006.
Viðmerkið umsóknina: Vallarvørður.
Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv