fríggjadagur 3. mars 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Nr. 25 – 3. februar 2006
rn
sjónbandaupptøkutól við á
ferðini, soleiðis at børnini
kunnu dagføra dagarnar í
Grønlandi í eina sokallaða
‘sjónbandadagbók’:
– Okkara vón er at fáa SVF við
okkum á ferðina at hjálpa okkum
at gera dagbókina, og síðan
ynskja vit at sleppa at senda
tað í sjónvarpinum, tá vit koma
aftur. Eisini ætla vit at skipa fyri
eini samkomu okkurt kvøldið
her á skúlanum, har vit fara at
fortelja frá øllum tí, vit hava
upplivað, sýna fram myndir, film
o.t., so at børnini kunnu deila
upplivingarnar við øðrum.
Børnini í 6. d.:
– Vit eru øll SERA, SERA spent
Øll børnini í 6. d. eru á einum máli um, at ferðin til Grønlands er allar
pengarnar verd, og at tað avgjørt ikki er ov langt at fara
John:
Hvat veitst tú um Grønland?
Eg veit rættiliga nógv um
Grønland, tí eg búði sum sjey
ára gamal í høvuðsstaðnum
Nuuk í eini trý ár. Har var
frálíkt at vera. Har búgva nógv
fólk, tað er kaldari har enn
her, og Nuuk er størri enn býir
flest í Føroyum. Annars haldi
eg ikki, at munurin er tann
stóri á samfelagnum har og
samfelagnum her í Føroyum.
Tey ungu gera næstan alt tað
sama har sum her, men ein
munur er kanska, at tey ikki
hava havt møguleika at svimja
fyrr enn nú - tey hava júst fingið
ein svimjihyl.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg gleði meg sjálvandi mest
til at koma aftur til Grønlands
og síggja, hvussu alt sær út
nú. Eisini vænti eg, tað verður
spennandi at møta børnunum á
barnaheiminum, ið kanska ikki
hava tað eins gott og vit. Men
kanska tey verða glað, tá vit
koma at vitja og práta við tey.
Hvat fara tit at gera í
Grønlandi?
Vit fara við helikoptara
til Umanak, fara at sleta á
hundasleðum, spæla golf o.s.fr.
Paula:
Hava tit havt nógv um
Grønland í skúlanum?
Eg veit ikki so nógv um
Grønland enn. Men veit,
at tað liggur langt, langt
burtur – onkustaðni heilt
við Amerika. Men hóast
tað kanska verður strævið
at flúgva handa langa
túrin, ið tekur um 12
tímar, eri eg ikki bangin.
Annars hava vit ikki lært
so nógv um Grønland
higartil í skúlanum
– hava hoyrt onkra søgu,
nakrir grønlendingar
hava verið og vitjað okkum o.t.,
men vit fara helst at læra meira
í næstum.
Hvussu heldur tú, Grønland sær
út?
Eg vænti, har er sera vakurt
– serliga ísurin á sjónum.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Eg eri sera spent at síggja og at
møta børnunum har. Eg vænti,
tey eru sera fitt og nøkunlunda
líka sum vit. Eisini verður tað
spennandi at síggja, hvussu
onnur fólk liva, og hvat tey gera.
Um eg einaferð fái børn, ætli eg
mær at fortelja teimum alt, vit
fara at uppliva í Grønlandi.
Hvat hugsaði tú, tá tú av
fyrstan tíð frætti, at tit skuldu til
Grøndlands á námsferð?
Eg helt beinanvegin, tað var
spennandi. Tá vit fingu tað
at vita, var meiningin, at vit
skuldu fara avstað í ár. Men
av teirri orsøk, at tað kostar so
nógv, mugu vit bíða enn eitt ár,
so vit kunnu savna enn meira
pengar. Tað er kanska eitt sindur
keðiligt, at vit mugu bíða, men
so kunnu vit bara gleða okkum
enn meira.
Kristina:
Hvussu heldur tú, Grønland fer
at síggja út?
Eg veit ikki rættiliga, men tað
sær í øllum førum sera vakurt
út á myndum, filmum o.t., so eg
vænti, tað fer at vera eitt rimmar
upplivilsi at fara hagar.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Avgjørt at royna hundasleðurnar,
tað tykist at vera rættiliga
stuttligt. Men eisini gleði eg meg
at læra børnini har at kenna. Tey
síggja helst eitt sindur øðrvísi út
enn vit – hava myrkari húðarlit
og eru kanska oftari í heitari
klæðum, kópaskinni o.t., tí har er
so kalt.
Hevur tað verið strævið at savna
nóg mikið av peningi?
Til tíðir, men tað bilar einki, tí
tað er avgjørt allar pengarnar
vert.
Hava tit havt nógv um
Grøndland í skúlanum?
Ja, vit hava havt onkrar grøn
lendskar gestir í flokkinum,
lærdu okkum at perla við
grønlendskum perlum og at
seyma mappur og hárbond úr
kópaskinni.
Tórður:
Gleðir tú teg at fara til
Grønlands?
Ja – vit er øll sera, sera spent.
Tað, eg eri mest spentur til, er
at royna hundasleðurnar og
at spæla kavakríggj í nógva
kavanum. At fáa eitt tílíkt
upplivilsi, sleppur ein ikki á
hvørjum ári.
Hvussu heldur tú, Grønland fer
at síggja út?
Har er sera nógvur kavi, ísur
allastaðni á sjónum og nógvar
hundasleður, ið koyra á ísinum.
Hevur tað verið strævið at savna
pengar inn til ferðina?
Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava
júst havt eitt køkutombola í
SMS, har vit eisini høvdu eina
framsýning við grønlendskum
lutum. – Tað var bara skeg. Nú
selja vit so lutaseðlar – ‘skava
og vinn’ – og hava vit fingið um
250 seðlar hvør. Men tað er als
eingin trupulleiki at selja – eg
havi longu selt meira enn
100 seðlar, og vit hava
ein heilan mánað eftir at
selja í. Men hvat vit ætla
at gera eftir hetta, veit
eg ikki. Tað má Jonna,
lærarinnan, finna útav.
Tað kostar heilar 15.000
kr. fyri ein persón at fara
longu ferðina – tað er
næstan meira enn ein heil
løn í ein mánað. Eg meti,
tað fer at kosta minst
eina hálva millión fyri
øll, so tað er eitt sindur
ógvusligt, men eg vóni,
vit fara at klára at savna
so nógvan pening.