fríggjadagur 3. mars 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
45
Leyst starv
Starvið sum røktarleiðari á Gróðurstøðini (plantu-
skúlanum) hjá Skógrøkt landsins er leyst at søkja til
setan 1. apríl 2006.
Røktarleiðarin virkar undir leiðslu av landsskóg-
arvørðinum, og við tilvísing til hansara. Eftir fyri-
skipan hevur røktarleiðarin um hendi dagligu
praktisku leiðsluna av virkseminum og arbeiðs-
megini, ið hoyrir til Gróðurstøðina. Reglugerð er
fyri starvið.
Vit sóknast eftir umsøkjarum við førleika ájavnt
við støðið í norðurlendsku útbúgvingunum til
jordbrugsteknolog ella til gartnara. Annar við-
komandi yrkiskunnleiki kann tó eisini góðtakast.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
landsskógarvørðin á telefon 310922/210966 ella
við telduposti til: trondur@skogroktin.fo
Skrivlig umsókn, við avritum av próvskjølum,
viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 15. mars 2006. Umsóknin
skal sendast til:
Skógrøkt landsins
Hvítanesvegur 3 · Postrúm 1174 · 110 Tórshavn
Teldupostur: skogroktin@skogroktin.fo
Skógrøkt landsins er stovnur undir Innlendismálaráðnum og innur
uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar. Stovnurin skal
røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur,
sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við
plantualing, plantusølu og arboretvirksemi.
Søkt verður eftir
Skipara/stýrimanni
Starvið:
Er innan offshore vinnu, herundir oljuvinnu,
kápulvinnu o.a.
Krøv og ábyrgd:
Viðkomandi kemur at hava ábyrgd av, at formligu
reglur á økinum, verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir
eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum skipsførari/skipari við STCW
átekning
• Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár
• Trygdarskeið, ikki eldri enn 5 ár
• Roykkavara/sløkkileiðara skeið
• GMDSS skeið
• ARPA skeið
• Kunnleika til ISM og ISO 9000 góðskustýring.
Løn og setanartreytir:
Verður sett eftir avtalu.
Umsóknin saman við avriti av prógvum og
møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi
skjótast tilber.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Gunnbjørn Joensen, stjóra, tlf. 422503 ella e-mail
gunnbjor@thor.fo
ella Justin Philbrow, manning, tlf. 422503 ella e-mail
justin@thor.fo
P/F THOR
420 Hósvík
www.thor.fo
P/F THOR, er eitt felag sum eigur og rekur skip í
oljuvinnuni, fiskivinnuni og annað virksemi í hesum
sambandi. Víst verður til heimasíðu okkara www.thor.fo
Sjálvuppgávan 2005
Freistin hjá vanligum skattgjaldarum, ið ikki
hava roknskaparskyldu, at lata inn
sjálvuppgávu
kapitalvinningssjálvuppgávu
er mikudagin 15. mars 2006.
Sama freist er galdandi fyri tey, sum hava
skyldu at lata inn ognaruppgerð.
Sí eisini bóklingin “Skatturin 2005”
og heimasíðuna www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá ÍSB verður mikukvøldið 5. apríl
2006 kl. 19.00 í kantinuni í svimjihøllini í Gundadali.
Skrá sambært lógini.
Ítróttasamband fyri Brekað
Ársaðalfundur
Við hesum verður boðað frá, at ársaðalfundur
Róðrarsambandsins verður í ÍSF-húsinum leygar-
dagin 1. apríl 2006 kl. 10.00.
Fundarskrá sambært grein 4 í lógunum fyri Róðrar-
samband Føroya.
Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera
nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn
aðalfundin. Uppskot í samband við nevndarval
skulu somuleiðis vera nevndini í hendi í seinasta
lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot
verða send feløgunum 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Róðrarsamband Føroya
www.sosialurin.fo