Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 31 Ph.D.-lestrarstarv í leitingarjarðalisfrøði Søkt verður eftir Ph.D.-kandidati til verkætlan innan jarðalisfrøði, við serligum atliti at leiting og útvinning av kolvetni, at byrja skjótast gjørligt. Ph.D.- kandidaturin verður settur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í 3 ár, og skal verja arbeiði sítt fyri Ph.D.-gradina innan fyri hetta tíðarskeiðið. Í Ph.D.-verkætlanini verður dentur lagdur á føroysku jarðfrøðina, harímillum avbjóðingina frá basaltinum í samband við leiting eftir kolvetnisgoymslum á føroyska økinum. Av granskingarevnum í Ph.D.- verkætlanini kunnu m.a. nevnast: Betur amboð til seismiska prosessering og tulking av hvat er undir basaltinum Anisotrop prosessering Fleirkomponent prossesseringsamboð Tilrættislegging av mátingum við atliti at goymslum undir basaltinum. Ein meiri útgreinað lýsing (á enskum) av Ph.D.- lestrarstarvinum sæst her: h t t p : / / w w w . n v d . f o / f i l e a d m i n / p d f / PhDcandidateAdvertisement.pdf Ein partur av Ph.D.-lestrarstarvinum fevnir um at taka ymisk skeið og luttaka á ráðstevnum og verkstovum. Dentur verður lagdur á at hava gott samband við altjóða viðurkend granskingarumhvørvi, og tí má tann, ið settur verður, rokna við styttri ella longri tíðarskeiðum á læru- ella granskingarstovnum uttanlands. Umsøkjarar til Ph.D.-lestrarstarvið skulu hava prógv sum M.Sc. í jarðalisfrøði ella nærliggjandi fakøki sum t.d. jarðfrøði, kolvetnisverkfrøði, alisfrøði, teldufrøði ella støddfrøði. Tó eru tey, ið eru ávegis at gera M.Sc.-ritgerð, eisini vælkomin at søkja. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Umsóknarfreistin er 13. mars 2006. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (curriculum vitae), viðmælum og møguligum greinum skulu sendast í 4 eintøkum til: Fróðskaparsetur Føroya J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 FO 110 Tórshavn Meira fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Jim Brown, professara, á teldupostadressuni rjbrown@setur.fo ella tlf. 352557. Lærlingur Søkt verður eftir lærlingi til gólválegging skjótast gjørligt. Fa. Eyðfinn Eyðunsson Reynsgøta 4 · 160 Argir Tlf. 219994 Yrkisfelag fyri klassiskar tónleikarar stovnað 1989 Kallað verður til fund mikudagin 8. mars 2006 kl. 20.00 á Hoyvíksvegi 72 í Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Fundarevni: Framtíð. Àhugaðir tónleikarar kunnu møta. Martin Mouritsen formaður Norðstreymoyar Sambandsfelag Ársaðalfundur felagsins verður í avhaldshúsinum í Haldórsvík 20. mars kl. 20.00. Skrá sambært § 6 í lógum felagsins. Nevndin Internet Sosialur www.sosialurin.fo in