Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggja handilshúsið Miðlon letur upp hósmorgunin kl 9 HANDILSLÍV Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Her er ein ófatiligur aktivi- tetur, nú 46 tímar eru til dyrnar lata upp á nýggja krásiliga handilshúsinum: Miðlon á Hálsi. Eini 40 fólk - handverk- arar, vaskifólk, vindeyga- pussarar og handilsfólk dríva á at fáa Miðlon lidna til hósmorgunin klokkan 9, tá røðin av keypihugaðum føroyingum verður latin inn. Tá eg og myndamaðurin trína inn í ljósu og stóru forhøllina, fúka neistar frá vinkulslíparum um oyrini á okkum, handverkarar ganga um beinini á hvørj- um øðrum, og handlarnir, sum skulu lata upp, eru vardir av stórum plastpres- endingum, so lagið av sem- entstøvi ikki fýkur inn á nýggju køkarnar, flatsker- marnir og gávulutirnar. All- astaðni standa hálvfullir kassar við vørum, og fólk renna til og frá, og kortini finna vit leiðina niðan á hornaskrivstovuna hjá stjóranum í Miðlon, Mads Andreas Winther. – Húsið er fyrst og fremst bygt til okkara egnu handl- ar, so sum Elding og Inspir- atión, sigur hann, og býður okkum sess í nýggju stólu- num, sum enn hava prísseð- il á. Og so ein kopp av kaffi í platsbikari. Og Mads Andreas greiðir frá, at í fyrsta umfari lata fimm handlar og ein café upp, og seinni koma hár- fríðkanarstovan Fríðkan, ein deild av Norðoya Spari- kassa, umframt ein handil við barnaklæðum. – Enn eru einir 400 fermetrar tøkir, og nógvir fyrispurningar hava verið um at sleppa at leiga, sigur Mads Andreas Winther, sum tó ikki hevur tikið av nøkrum enn. Fyrst fimm handlar Handlarnir, sum lata upp hósmorgunin, verða í fyrsta umfari Elding, sum er part- ur av danska El-giganten. – Víddin á handlinum verður fýra ferðir størri enn vit høvdu í SMS, og vøru- úrvalið økist samsvarandi. Eitt nú verður størri dentur lagdur á teldur, og annars at vísa allar vørurnar betur, sigur Mads Andreas, sum eisini hevur sett fleiri fólk í starv. Næsti handilin verður "HTH - setið saman", sum tekur støðið í lágpríshug- takinum, sum vit kenna úr eitt nú Ikea, har til ber at peika ein køk út, og so fáa hann heim í kassum. So kunnu fólk sjálvi seta køkin saman og harvið spara eina rúgvu av peningi. Hin av køkshandlunum verður HTH køkstorgið, sum koyrir upp á vanliga køkshandilshugtakið, har fólk fáa ein skræddara- seymaðan køk eftir egnum ynski. – Hesin HTH handilin veður flottasti HTH hand- ilin í kongaríkinum, tá hann verður liðugur, sigur Mads Andreas Winther, sjóri, 2 Nr. 47 - 7. mars 2006 Krásiligt og stásiligt á Hálsi