sunnudagur 5. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 47 - 7. mars 2006
Herfyri var so
aftur stóra Bodil-
heiðurslønarhandan í
Imperial Biografinum
í Keypmannahavn.
Her heiðrar danskur
filmur seg sjálvan,
men spurningurin er,
um tað eru so nógv
at gleðast um innan
danskan film fyri
tíðina. Spurningurin
er, um Danmark
hevur so nógv at
gleðast um í hesum
døgum. Ikki bert
vegna Muhammed
kreppuna, men tí
nógvir danskir filmar
eru vánaligir.
Bodil
Kim Simonsen
Fyri
besta
kvinnuliga
leikaran, her vann Charlotte
Fich, fyri filmin Drabet,
men
meðan øll væntaðu, at
Pernille Valentin Brandt
fór at vinna fyri Nordkraft.
Eingin var to í iva, um at
hin sera spennandi leikarin,
Nicolas Bro, fór at vinna
sum besti hjáleikarin fyri
Voksne Mennesker og
Adams Æbler.
Og teir stóru
Trine Dyrholm fór við besta
kvinnuliga
leiklutinum
i filminum Fluerne på
væggen. Hin kendi leikarin,
Jesper Christensen, vann
ein Bodil fyri mannliga
høvuðsleiklutin í Drabet.
Hetta er fjórðu ferð, at
Jesper Christensen fær hes
virðislønina, tað eru bert
Ghita Nørby og, hin nú farni,
Frits Helmuth, ið hava fingið
hetta fyrr. Christensen fekk
hesa virðisløn fyri Hør, var
der ikke en, som lo (1979)
Barbara (1998) og Bænken
(2001).
Er nakað at
gleðast um?
Fyri nøkrum árum síðani
var eingin endi á hálovanini
av donsku filmbylgjuni.
Allur heimurin tosaði um
“Festen”, Dogme og handan
løgna mannin, Lars von
Trier. Í hesum døgum er
vent í holini, og øll finnast at
danska filmundrinum. Fólk
kring heimin hava fingið
nokk av danska filminum,
ið hevur staði í stað í áravís.
Danir gera film fyri at fáa
200.000 fólk at síggja hann,
heldur enn at skapa okkurt,
ið góðska er í.
Seinastu árini hevur
danskur
filmur
verið
ein stór útflutningsvøra.
Danski stoltleikin yvir
framgongdina innan film
hevur verið stór. Tað er, sum
heur danski samleikin fingið
eina saltvatnsinspræning
av øllum hesum rósinum.
Fyrr kendur øll LEGO,
H.C. Andersen og nú eisini
Dogme, Festen og allar hinar
filmarnar.
Árini 1996-2002 vóru
seks feit ár fyri danska
filmin. Lars von Trier,
Thomas Vinterberg og
Nicolas Winding Refn vóru
stjørnurnar í øllum hesum.
Dogme var gandaorðið hjá
hesi rørslu.
Nú er ballið liðug
Nú er tað sum um ballið
er buðið. Sjálvt Lars von
Trier hevur sambært Dansk
Filminstitut bert selt 12.600
atgongumerki til nýggja
filmin ”Manderlay”, ið var
frumframsýndur í Cannes í
fjør. Ein løgin løtt komedia
sum
”Solkongen”
hjá
Thomas Villum Jensen hevur
í mun til hetta selt 345.000
atgongumerki í 2005.
Nú tíma fólk ikki bert
at síggja Birte Neumann,
Nikolaj Lie Kaas, Paprika
Steen, Mads Mkkelsen,
Bjarne Henriksen, Ole
Testrup, Thomas Bo Larsen,
Søren Pilmark og Jesper
Christensen í hvørjum filmi.
Hin vegis hava vit sæð nógv
nýggj andlit í seinastuni
sum: Simon Dahl Thaulow,
Vivian Wu, Signe Egholm
Olsen, Claus Riis Østergaard,
Thomas Corneliussen, Rudi
Køhnke, Signe Vaupel, Tilly
Scott Petersen, Lena Maria
Christensen,
Christian
Tafdrup og onnur.
Bille August
Í 2005 kom Oscar og
Gullpalmuvinnarin Bille
August at finnast at danska
filminum Han helt m.a.
fyri, at ”Filmene ligner
hinanden, skuespillerne
udvikler sig ikke, og
historierne er skrevet, så de
går op rent dramaturgisk,
men er uden indhold og
noget oprigtigt ærinde ud
over at underholde og tjene
penge”. Sjálvur hevur hann
gjørt ein vánaligan film fyri
og annan eftir, her seinast
amerikanska filmin ”Return
to Sender”, ið fekk vánalig
ummæli í 2005.
Bille August helt fyri,
at danir brúka bert somu
sjónleikarnar og at hesi spæla
sama leiklutin hvørjaferð.
Ein kanning gjørd av
felaginum Dicar, hevur
staðfest at hetta passar. Í
102 donskum filmum ganga
somu nøvnini aftur. Birete
Neumann hevur t.d. spælt
við í 23 av hesum filmum
og Thomas Bo Larsen í 18.
Lars von Trier fram við sama
sjónarmiðinum. Hann helt, at
tey sum skriva filmshandrit
einsrætta danska filmin.
Til hetta svaraði stjórin
á Filminstituttet, at Lars
von Trier er ”urimeligt
generaliserende og helt ude
af trit med virkeligheden,
når han kritiserer brugen af
manuskriptforfattere i dansk
film.” Tað sum teir berjast
um eru teir báðir Anders
Thomas Jensen og Kim
Fupz Aakeson, ið báðir hava
skriva nærum allar danskar
mainstream filmar seinastu
árini. Trier helt um Anders
Thomas Jensen og Kim
Fupz Aakeson at teir skriva
ópersónligt og grunnar
filmar.
Beint áðrenn nevndin
valdi at geva Per Fly
Bodilvirðislønina fyri ársins
danska film “Drabet” var
enn ein rødd frammi, ið
fanst at øllum projektinum
hjá Per Fly. Í 2005 vóru teir
kendu leikstjórnir Lars von
Trier og Bille August eisini
frammi við álvarsamum
atfinningum av danska
filmídnaðinum
Danska Bodilvirðislønin handað
Drápið enn eina stóra virðisløn
Mordet gjørdist stóri vinnarin, tá danir um vikuskiftið høvdu árligu Bodil-handanina
Bodil vinnarar
Besti danski filmur
Drabet (Per Fly)
Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur
Trine Dyrholm (Fluerne på væggen)
Besti manligi høvuðsleiklutur
Jesper Christensen (Drabet)
Besti kvinnuligi hjáleiklutur
Charlotte Fich (Drabet)
Besti manligi hjáleiklutur
Nicolas Bro (Voksne mennesker)
Besti ikki-amerikanski filmur
Der Untergang, Oliver Hirschbiegel, Tyskland
Besti amerikanski filmur
A History of Violence (David Cronenberg)
Bodil fyri ársins myndamann
Manuel Claro
Serligur-Bodil
Kim Foss og Andreas Steinmann fyri arbeiði teirra við
NatFilm-Festivalinum
FAKTA