Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 5. mars 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 7. mars 2006 29 Little Fish eru nú fýra Fredericia bólkurin Little Fish við framúrskarandi før­ oyska trummuleikaranum Fríða Øster, hevur fingið nýggjan gittarleikara. Talan er um Michael Lund, ið plagdi at spæla í danska bólkinum Kick The Kangaroo. Hetta ger at bólkurin er farin frá at vera ein trio til eina kvartett. Hetta eru teir upprunaligu limirnir stak glaðir fyri. Bólkurin hevur fingið sær pláss á tónleikaportalunum myspace og mymusic. Her ber til at lesa um, hvat bólkurin tekst við og hoyra tónleik hjá teimum. Little Fish varð stovnaður í 1996 og spælir egnan rokktónleik. Fríði Øster telist millum fræg­astu føroysku trummu­ leik­ararnar. Hann hevur spælt við fleiri donskum bólkum ,síðan hann flutti niður mið­ skeiðis í 90’árunum. Men hann hevur eisini javn­an vitjað á føroyska tón­­leikapallinum í nógvum ym­iskum bólkum, ikki minst saman við pápa sínum Ólavi Øster. Fríði hevur eina fortíð í bólkum sum Utopia, Kjølum, Lisa sær Dupult og MC-Hár. - nud P/F Trygd hevði í fjør eitt yvirskot á 1,7 mió kr. Beinleiðis tryggingarvirksemið gav tó hall Roknskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ársoknskapurin vísti eitt yvirskot á 1.720 tkr., sum leiðslan tó ikki metir vera nøktandi. Munurin millum trygginarinntøkur og - út­reiðslur, var nevnliga 1.145 tkr. skeiva vegin, og hetta metir leiðslan ikki vera nøktandi. Í tíðindaskrivi verður sagt, at gongdin serliga er ávirkað av eini keðiligari skaðagongd, har bila-, sethúsa- og sjóvá­ tryggingar øll hava givið hall. Somuleiðis hevur markn­aðurin verið merktur av harðari kapping. Eitt trýst, sum í sjálvum sær eisini minkar um inntjeningina upp á tryggingarnar. Framhaldandi vøkstur Í aðrar mátar tykist tó, sum er leiðslan í felagnum nøgd um gongdina. Bruttoinngjøldini frá tryggingum øktust í fjør við 17% - úr 56,8 í 66,4 mió kr. Framhaldandi vøkstur er eisini tað, sum leiðslan hevur sett sær fyri. Í hesum sambandi eru umfatandi bygnaðarbroytingar framd­ar, soleiðis at økta starvs­ fólka­talið eisini skal geva úrslit í eini betraðari tænastu til kundarnar. Við árslok 2005 starvaðust 22 fólk hjá Trygd, og eru hetta 8 fleiri enn eitt ár frammanunda. Tryggingarnar góvu undirskot Mánakvøldið legði Havfrakt at bryggjuni við Saltangará. Hetta er nýggjasta skipið hjá Frak- og Sandsøluni á Glyvrum Skip Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Frakt- og Sandsølan keypti beint fyri jól nýggja skipið í Noreg, har tað hevur verið í vinnu seinastu tíðina. Skipið er annars bygt í Hol­ landi í 1980, og er knappar 66 metrar langt og knappar 11 metrar breitt. Motururin er ein 1200 hk MAC. Havfrakt lastar 1500 tons av sandi, og tekur tað um fýra tímar at lasta og lossa. Síðani føroyska reiðaríið keypti skipið, hevur hetta verið í Pólandi, har tað hevur fingið eina ordans yvirháling. Virksemið hjá Sand- og Fraktsøluni er við nýggju íløguni komið upp á fimm skip, har til samans 35 fólk eru á lønarlistanum. Nýggjur sandbátur við Saltangará John á Líknargøtu var skipari á fyrsta túrinum. Um vikuskiftið gongur leiðin til Noregs, har skipið skal í sigling Mynd: vilmund Jacobsen