Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 48 - 8. mars 2006 Vinnarin av eini fartelefon frá Kalli gjørdist 9 ára gamli Jóhannes Olsen av Skála Sudoku Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hepni vinnarin av Sudoku- kappingini hendan mánaðin var 9 ára gamli Jóhannes Olsen av Skála. Jóhannes sigur, at hann hevur loyst Sudoku uppgávur í nakrar mánaðar, og at hann og mamman fleiri ferðir hava sent inn til kappingina í Sosialinum. Jóhannes, sum onga fartelefon hevur í løtuni, vann eina fína fartelefon Samsung SGH-E760 frá Kall, og var hetta júst tað merkið, sum hann hevði ynskt sær. Vinningurin í mars mánaða verður ein lekkur fartelda frá Formula, av merkinum Fujitsu Siemens. Ungur Sudoku vinnari Nógv høvdu sent Sudoku uppgávur til Sosialin, men tann hepni vinnarin gjørdist Jóhannes Olsen av Skála.