hósdagur 9. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 49 - 9. mars 2006
Børnini í Reynsstovu
í barnagarðinum á
Hamrinum á Argjum
kunnu í løtuni kalla
seg verulig listafólk.
Seinastu mánaðarnar
hava tey gjørt eina
umfatandi lista
verkæltan, ið kallast
‘Eg og vinir mínir’
LIST
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tey 19 børnini í Reynsstovu
hava síðan desembur mánað
teknað, málað og klipt
listaverk í hópatali. Enda
bresturin á verkætlanini er í
hesu vikuni, har listaverkini
hjá børnunum verða sýnd
fram í barnagarðinum.
Endamálið við verkætl
anini er við skapandi virk
semi at geva børnunum
avbjóðingar og góða barlast
við m.a. at menna hugflog,
skapandi evni, sansir og
rørslulæru.
– Børnini hava lært at
greiða frá kenslum og hugs
anum. Í mestan mun hava tey
málað seg sjálvan og familj
una hjá sær. Tá tey málaðu
seg, hugdu tey samstundis
í spegil fyri at síggja,
hvuss u tey veruliga síggja
út. Síðan lærdu tey, hvuss u
litirnir á klæðunum eita og
at blanda røttu litirnar úr
grundlitunum, sigur Malan
Egilss on, ið dagliga arbeiðir
í Reynss tovu.
Tá børnini royndu at
blanda litirnar saman, vóru
viðmerkingarnar m.a.: ‘Waw,
hetta er akkurát sum gandur’
og ‘Vit eru øll ymisk, men
soleiðis síggi eg út’.
Í samband við verkætl
anina hava børnini verið í
Listaskálanum og sæð fram
sýningina hjá Mikines. Á
henda hátt hava tey somu
leiðis fingið eina fatan av,
hvat myndlist veruliga er.
Í Reynss tovu lata starvs
fólkini væl at verkætlanini,
og børnini hava verið stak
tolin og samstarvsfús:
– Eini 10 aðrar barnagarðs
stovur hava eisini verið og
vitjað framsýningina. Og
tá hava børnini sæð, at
teirra listaverk eisini hava
týdning og virðing fyri
onnur, og hesum eru Reyns
stovubørnini sera errin og
bergtikin av.
Fríggjadagin í seinastu
viku høvdu børnini eina
fernisering við pinnamati,
víngløsum við súreplavíni
o.ø., har familja, systkin,
ommur og abbar komu og
keyptu nøkur listaverk.
Pengarnir, ið komu inn, fara
børnini í næstum at brúka í
býnum, tá tey fara út at eta
og bowla:
– Vit hava ikki talt pengar
nar enn, men hava fingið
nóg mikið, leggur Malan
Erlingss on at enda afturat.
Sonn
listafólk
Forvitnisliga framsýningin hongur uppi í barnagarðinum í dag afturat
Í barnagarðsstovuni hava børnini síðan desember mánað
teknað, málað og klipt listaverk í hópatali
Tá børnini málaðu seg sjálvan,
hugdu tey samstundis í spegil fyri at
síggja, hvussu tey veruliga síggja út
Eins og verulig listafólk, hava
listaverkini hjá børnunum í
Reynsstovu verið til sølu