Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 9. mars 2006 3/.9$#2 $6$% $6$VIDEOTØL TEKURVIDEOOGMYNDIRBEINLEIžISUPPÉ$6$ 3ERALTTATHYGGJAATMYNDINUM LEGG$6$INBEINTÓ$6$ SPLARAN XOPTISKZOOM "ESTUMYNDAG؞SKUVIž#ARL:EISSOPTIK 34%2+4),"/½&2£ !2!.5- 34%2+4),"/½&2£ !2!.5- 3-3 &/4/$%),$). 4EL #!./.-6 $IGITALTVIDEOTØLVIžXOPTISKZOOM KANTAKAUPPÉÓVERULIGUMXFORMATI %ASYFUNKTIØNIžGERTAžVERULIGALTTATTAKAVIDEOUPPÉ ÓFRÉLÓKARIG؞SKU -YNDASTABILISATORUROG v,#$SKERMUR 4Œ-4%,$5.! $IGITALARMYNDIR TDFRAMKALLAMYNDIRFYRI  .Þ .Þ Fløguaktuellu Makr- el, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólk- akæra Annika Hoy- dal, rørandi Lena Andersen og Tekno- guðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta viku- skiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 før- oyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, at nøvnini fevna breitt á føroyska tónleika- pallinum, Asfalt kunnger í dag tey fyrstu nøvnini, og tey fevna um rokk, popp, fólkatónleik, kórsang, punk, kristnan popp og teknokendan industrial rokk. Váttar leysasøgur Í gjár skrivaðu vit, at Ann- ika Hoydal, Lena og Popp- korn væntandi verða mill- um nøvnini. Í dag váttar Asfalt bæði Anniku og Lenu. Umftamt tær er bólk- urin hjá Guðrið Hansen Is- adora & The Rebels, vísu- sangarin og trubadururin Kári Sverrison, dreyma- rokkararnir í Makrel, nýggju punkararnir í Skunk, føroyski grand prix luttakarin Pætur við Keldu, industrial rokkbólkurin Side Effect og Kamarkórið. Hetta boðar frá einum sera fjøllbroyttum tiltaki. Isadora & The Rebels Isadora & The Rebels er eitt nýtt navn í føroyskum tónleiki, tey spældi eina av- bera góða konsert í Kagga- num herfyri.Songkvinnan Guðrið Hansen var í upp- skoti til planetina, sum besta songkvinna. Guðrið hevur spælt rættiliga fitt seinasta árið, bæði sum ein- staklingur og í bólkinum PH 5,5. Hon hevur millum annað luttikið í singer/- songwriter kappingini og í Prix Føroyum. Guðrið var við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rætt- iliga væl. Hennara kontri- kenda gittarspæl er hugtak- andi, men tað er serliga røddin hjá Guðrið, ið berg- tekur. Skunk Skunk eru eitt næstan ó- skrivað blað í føroyskum tónleiki, teir eru fyrst og fremst kendir sum eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnum í GBOB kappingini. Skunk megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men var tann bólkurin, sum fyrireikarin Jón Tyril tók fram, sum dømi um lovandi nýggjan bólk. Hann nevndi teirra tónleik eitt slag av út- ryksfullum og sterkum punkbólki, sum kann fáa eina stóra framtíð. Bólkurin deilur venjingarhølið við The Dreams og Paradox, ið eini garagu, sum er vorðin Føroya næststørsta tónleik- afabrikk, aftan á Margarin Fabrikkina. Side Effect Side Effect er Føroya fyrsti og kanska einasti industrial rokkbólkur. Teir hava verið á tremur við potentiali sein- astu nógvu árini, men tykj- ast nú at hava funnið sína hyll. Oddamaðurin Ludvík Breckmann hevur sterka út- stráling á pallinum. Brynj- olfur á Heygum er ein tann gávuríkasti lagskrivarin í landinum, og hansara for- ritan er genial, Í Rúna Christiansen hevur bólk- urin funnið tann fullkomna gittarleikarin til hendan tónleikin. Vanliga hevur bólkurin trummuleikara við tá hann fer á pallin. Hetta styrkir botnin og riggar væl. Bólkurin dugur betur enn flestu aðrir bólkar at fáa eina áskoðarafjøld at kóka. Pætur við Keldu Pætur við Keldu er ein av teimum heilt góðu føroysku sangarunum og klaverleik- arunum. Tað er serliga ótrú- liga innlivingin og innilig- heitinum í røddini hjá Pæt- uri í bergtekur. Hann gjørd- ist heimskendur her á klett- unum, við lagnum Som en drøm, ið gjørdist millum bestu løgini í Dansk Melodi Grand Prix 2002. Pætur hevur spælt rættiliga fitt í Danmark saman við Eyð- uni Nolsøe. Teirra samstarv kom í lag í Frændum, har Pætur í nøkur ár spældi ljómborð. Hann hevur givið eina fløgu út sum einstakl- ingur og eina við bólkinum Tiðnað. Pætur arbeiðir í løt- uni við eini poppfløgu, ið tykist sera spennandi. Kári Sverrisson Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 ár- um síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar ver- uliga hoyrdu til sangskriv- aran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sen- tralur limur í tónleikabólki- num Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólk- urin í føroyskari tónleika- søgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan fram- førslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísu- sangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera eg- in og hann var millum upp- skotini til besta sangara á Planet Awards. Makrel Makrel hevur júst givið triðju fløguna Transcend út. Bólkurin vann føroysku tónleikahjørtuni við frálíka lagnum Forever and Be- yond, ið var ovast á 15 teimum bestu leingi. Hetta var eitt tað besta lagið í Prix Føroyar kappingini í ár og er við á Transcend. Tónleikurin hjá Makrel er so øðiliga vakur. Sangar- in Ári Rouch syngur við so nógvari innliving og pínu í røddini, at hann rørir hjart- astreingir á sama hátt sum gandakendi gittarin hjá Rasmus Rasmussen. Bólkurin hevur nógv ár á baki, fyrst undir navninum Happy og síðan sum Mak- rel. Makrel varð nummar trý í Prix Føroyum 2003. Kamarkórið Kamarkórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal. Fleiri ymiskir kórleiðarin hava staðið á odda fyri kór- inum hesi árini, og í løtuni er tað Kári Bæk, ið á øðrum sinni roynir seg sum kór- leiðara hjá Kamarkórinum. Kórið er kent fyri at vera rættiliga fríkst í sínum sangvalið og hevur m.a. tolkað renainsansu tónleik og teaturtónleik. Kamarkórið gav í 1997 fløguna Várlongsul út, hetta er fløga við upptøkum tiknar yvir fleiri ár. Sangar- arnir í Kamarkórinum eru rættiliga ungir, og hetta gevur kórinum ein feskan og spennandi dám. Í løtuni arbeiðir kórið við ætlanum, um at luttaka í eini kór- kapping á Malta í heyst. Á Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syng- ur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið. Fyrstu asfaltnøvnini klár Umleið 70 bólkar og einstaklingar fara at føra fram á Asfalt Tónleikatiltakinum, sum verður í Havn fyrsta vikuskiftið í juniAsfalt kunnger í dag tey fyrstu nøvnini, og tey fevna um rokk, popp, fólkatónleik, kórsang, punk, kristnan popp og teknokendan industrial rokk