Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2006 5 Í sambandi við einskiljingar- ætlanirnar hjá landsstýrinum hevur leiðslan í Føroya Banka gjørt av at gjalda út 600 milliónir krónur í vinningsbýti, so at tað verður lættari at selja bankan Ársroknskapur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Árið í fjør royndist væl hjá Føroya Banka, sum hevði 158 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt. Úrslitið er tað besta hjá bankanum síðani 2002, og vinningsbýtið, sum bankin letur eigaranum, er tað størsta í søguni. Tær 600 milliónirnar, sum verða latnar í vinningsbýti, fara næstan allar í landskassan, tí landið eigur at kalla øll partabrøvini í bankanum. Kappingin nógv harðnað Á tíðindafundi í Føroya Banka hósmorgunin greiddi Janus Petersen, forstjóri, frá, at leiðslan er væl nøgd við úrslitið fyri 2005. – Kappingin millum føroysku peningastovnarnar harðnaði munandi í fjør, og rentan hevur verið metlág. Av somu orsøk er ein munandi minking í rentumuninum millum innlán og útlán, tí bankin hevur eina stóra eginogn í virðisbrævum. Men hetta fer at síggjast betur í úrslitinum fyri 2006, sum vit vænta verður eitt sindur minni enn 2005, sigur Janus Petersen. Men samstundis er virksemi hjá bankanum vaksið, og á tí økinum hevur tað eydnast at halda inntøkunum á einum nøktandi støði, sigur bankastjórin. Stórur íløguhugur í vinnulívinum Eftir rentubroytingarnar í fjør summar vuksu útlánini hjá bankanum rættuliga nógv, bæði innan privatkundar og innan vinnulív. – Tað er ein øgilig gongd í vinnulívinum. Millum annað er nógv byggivirksemi í Havnini, og í heila tikið er stórur íløgur í vinnulívinum, sigur Janus Petersen og vísir á, at í heyst vóru fleiri størri fyritøkur, sum skiftu eigara, og tí vaks útlánið til vinnulív sera nógv seinna hálvár í 2005. Tað er eingin loyna, at tað er sera stórur áhugi fyri bæði at byggja og keypa sethús, nú rentan er so lág, og fleiri bera ótta fyri, at tað endar við einum skrædli. Hesum er leiðslan í Føroya Banka tó ikki bangin fyri. – Vit fylgja rentugongdini hjá evropeiska megin- bankanum, ECB, og rentan hjá okkum verður tillagað eftir evropeisku rentini. Nú hækkaði rentan eitt fjórðingsprosent herfyri, og eg vænti eisini, at hon hækkar í minsta lagi eitt fjórðingsprosent afturat í ár. Men framvegis er rentan so mikið lág, at tað er eingin vandi fyri einum skrædli, heldur Janus Petersen. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at stóra vinningsbýti frá Føroya Banka fer at verða nýtt til at gjalda niður skuld Vinningsbýti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bárður Nielsen er sjálvsagt fegin um, at leiðslan í Føroya Banka hevur gjørt av at gjalda 600 milliónir krónur í vinningsbýti, tí tað vísir, at leiðslan í bankanum tekur einskiljingarætlanir hjá landsstýrinum og trimmar bankan til eina sølu. Ikki meiri ferð á búskapin – Tað er breið politisk semja um, at ein slík inntøka sum hendan, ið er ein eingangsinntøka, ikki skal koyrast í raksturin, tí tað setur bara meiri ferð á samfelagshjólini, og tað er ikki tørvur á tí í løtuni. Tað er rímulig ferð á í samfelagnum í løtuni, og tí er eingin grund til at skumpa undir enn meira, sigur Bárður Nielsen. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at politisk semja er um, at ein slík inntøka verður brúkt til at gjalda niður almenna skuld. Hetta fer tó at ávirka raksturin á fíggjarlógini nakað, tí rentuútreiðslurnar minka, sigur Bárður Nielsen. Hann fegnast eisini um, at tað gongur so gott hjá stóru peningastovnunum, sum báðir hava almannakunngjørt sera góð úrslit fyri 2005. Føroya Banki letur 600 milliónir í vinningsbýti Leiðslan í Føroya Banka hevur gjørt av at lata ikki færri enn 600 milliónir krónur í vinningsbýti. Hetta verður gjørt, soleiðis at tað verður lættari at selja bankan í sambandi við einskiljingarætlanirnar hjá landsstýrinum Mynd: Álvur Haraldsen Gjalda niður skuld Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, fegnast um, at leiðslan í Føroya Banka í tráð við einskiljingarætlanirnar hjá landsstýrinum hevur gjørt av at gjalda út 600 milliónir krónur í vinningsbýti savnsmynd Gongdin seinastu 5 árini Høvuðstøl í mió. kr. 2001 2002 2003 2004 2005 Rakstrarroknskapur Netto rentu- og tænastuinntøkur 275 259 264 256 255 Virðisjavnan 19 33 -6 1 8 Aðrar vanligar inntøkur 8 12 17 -2 2 Úrslit av fíggjarpostum 302 304 275 255 265 Kostnaður 119 127 119 127 143 Tap og burturleggingar fyri skuldarar -25 -1 110 12 -34 Virðisjavnan av kapitaláhugamálum 2 3 1 5 2 Úrslit fyri skatt 210 182 47 121 159 Skattur 42 36 9 24 30 Ársúrslit 168 146 38 97 129 Nú gerst ætlanin um eitt dagtilboð til fjølbrekað børn veruleiki. Almannastovan hevur leigað húsini, sum Tórshavnar kommuna hevði keypt til líknandi endamál inni á Gøtu, og vónandi verður klárt at fara í gongd síðst í mai Dagtilboð Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tórshavnar kommuna keypti húsini, tí ætlanin var at seta ein serstovn á stovn. Men kommunan hevði ikki spurt seg fyri hjá landinum, sum er evsti myndugleiki á økinum, og teir høvdu ikki játtan til at fara undir ætlanina, sum tískil datt niðurfyri. Málið komið á beint Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, sigur, at nú er alt málið komið á beint, og at tað er blivið møguligt, tí at Tórshavnar kommuna hevur gingið eini umsókn frá Almannastovuni um at leiga húsini á møti. – Vit noyðast at halda okkum innan fyri verandi játtanarkarm, og tí verður talan fyrst um eina stuðulsstovu og ikki ein stovn. Tað kann tó seinni broytast til ein serstovn. Tíbetur er skipanin hjá okkum so mikið fleksibul, at tað ber til hjá Almannastovuni at seta tilboðið í verk, sigur landsstýrismaðurin. Tikið støðu Hans Pauli Strøm greiðir frá, at Almannastovan hevur tikið støðu í tí tørvi, sum er í økinum í løtuni. Mest átrokandi er at fáa barnagarðs- og frítíðarskúlatilboð til fjølbrekað, og tí verður farið júst undir hetta øki. – Almannstovan knýtir fólk úr Stuðulsfólka- skipanini, sum hava serligan førleika, at hús- inum, og ein samskipari verður settur. Umráðandi er eisini, at fólkini hava sernámsfrøðiligan kunnleika. Somuleiðis verður tilboð um fysioterapi og ergoterapi, og ætlanin er eisini, at møguleiki skal verða fyri umlætting, tí sera stórur tørvur er fyri tí, sigur Hans Pauli Strøm. Hann greiðir frá, at nú verður farið undir sjálvt fyrireikingararbeiði, og vónandi verður klárt hjá brúkarunum at sleppa í húsini seinast í mai mánað. Hans Pauli Strøm fegnast um, at brekdeildin á Almannastovuni og nýggja stuðulsfólkaskipanin fyri børn í felag hava lagt tilboðið til rættis, og harvið fáa tey fjølbrekaðu børnini endiliga eitt dagtilboð. Fjølbrekaðu børnini fáa nú dagtilboð