hósdagur 9. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 49 - 9. mars 2006
– Landsstýrið heldur
kanska ikki, at lívið
byrjar fyrrenn børn-
ini eru sjey ára gom-
ul, sigur formaðurin í
Pedagogfelagnum
VISJÓN 2015
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Sambært landstýrinum
skuldi ein næstan ikki trúð,
at lívið byrjar, fyrrenn
børnini eru sjey ára gomul.
Jarvin Feilberg Hansen
var vónbrotin tá ið løgmað-
ur herfyri legði Visjón-
2015 fyri almenninginum á
stórum fundi á Hotel Før-
oyum herfyri.
Formaðurin í Pedagogfel-
agnum heldur, at børnini
hava fingið alt ov lítið pláss
í 2015 visjónini hjá lands-
stýrinum.
- Tað verður at kalla onki
gjørt burturúr familjupoli-
tikki og smábarnafamilju-
num í 2015 visjónini og
tað er eitt vónbrot.
Jarvin Feilberg Hansen
sigur, at tá ið Visjónin varð
løgd fram á Hotel Føroyum
herfyri, vórður børnini og
famljan ikki nevnd við ein-
um orði.
– Visjónin er so víðfevnd
og umfatandi at summi
halda, at tað er ov nógv av
tí góða. Men júst tí, at visj-
ónin er so víðfevnd, er tað
eitt vónbrot, at børnini og
familjan ikki vórðu tikin
upp á tungu.
– Niðurstøðan kann ikki
verða øðrvísi enn at lands-
stýrið heldur, at lívið byrjar
ikki fyrrenn børnini eru fylt
sjey ára gomul, sigur for-
maðurin í Pedagogfelag-
num.
Ikki hugsað nokk
um børnini
Hann vísir á, at annars eru
útbúgvingar av ymsum
slagi nevndar, men hann
saknar, at børnini koma í
fremstu røð, tí tey eru okk-
ara allar týdningarmesta til-
feingi.
– Børnini og trivnaðurin
hjá familjuni er sjálvt
grundarlagið undir einum
einum vælferðarsamfelagi
og er tað nakað, sum fær
fólk at støðast í einum
landi, ella eini kommunu,
er tað júst ein virkin familj-
upolitikkur og góðar tæn-
astur til smábørnini.
Annars er tað ikki eitt ilt
orð frá formanninum í Ped-
agogfelagnum
um,
at
landsstýrið ger eina visj-
ónsætlan.
Tað er í fínasta lagi, at
politiski myndugleikin setir
sær mát.
– Men vit halda, at tað er
í so nógv gjørt burturúr,
hvussu vit kunnu skapa
vinnuligan og búskaparlig-
an vøkstur. Men tað tykist
sum um at landsstýrið ikki í
nóg stóran mun hevur givið
sær gætur, at serliga børn-
ini, eru okkara týdningar-
mesta tilfeingi, tí tað vera
tey, sum koma at leggja
grundina undir eini vinn-
ligu og búskaparligu menn-
ingini.
– Skapa vit ikki trivnað
og vælferð hjá børnunum,
frá tí at tey eru fødd, ella
kanska enntá frá sjálvum
gitnaðinum, so elvir tað til
mistrivnað og tað skumpar
ikki undir tað vinnuligu og
búskaparligu menningina,
sum landsstýrið miðjar eft-
ir, sigur Jarvin Feilberg
Hansen.
Pedagogfelagið
útihýst
Jarvin Feilberg Hansen
skilir annars, at júst væl-
ferðin verður raðfest rætti-
liga frammaliga í visjónini
og hann ásannar eisini, at
ein bólkur, sum skal ar-
beiða við vælferðini skal
eisini arbeiða við eini virk-
isætlan fyri børn og ung og
hann
– Eg haldi, at hetta skuldi
verið tann týdningarmikl-
asti bólkurin av øllum og
landsstýrið átti at hugsa
serliga væl um, hvussu hes-
in bólkurin varð mannaður,
tí tað er vælferðin, sum er
grundarlagið undir øllum
øðrum.
– Men Pedagogfelagið
hevur ikki umboð í hesum
bólki og vit hava heldur
ikki umboð í nøkrum øðr-
um bólki, sigur Jarvin Feil-
berg Hansen.
Hann heldur, at tað vildi
verið sjálvsagt, at Pedagog-
felagið varð umboðað í
bólkum, sum høvdu við
trivnaðin og vælferðini hjá
børnum at gera.
Tí vónar hann at felagið
fær umboð í onkrum bólki,
sum felagið hevur serligan
áhuga í.
Hann sigur at Pedaogfel-
agið
hevur
framvegis
størsta áhuga í at vera ein
virkin viðspælari í sam-
bandi við Visjón 2015 og
hann ivast ikki í, at felagið
fer at verða biðið um at
vera við í teimum arbeiðs-
bólkum, sum hava serligan
áhugað hjá felagnum, eitt
nú teimum bólkum, sum ar-
beiða við børnum og ung-
um.
Yvirhøvur heldur Jarvin
Feilberg Hansen, at tað tyk-
ist sum um at landstýrið til-
vitað hevur hildið fakfeløg-
ini uttanfyri teir arbeiðs-
bólkarnar, sum eru settir í
sambandi við Visjón 2015.
– Upprunaliga vóru fak-
feløgini als ikki umboðað í
nøkrum arbeiðsbólki, men
tá ið formaðurin í Starvs-
mannafelagnum gjørdi vart
við sína ónøgd um tað, varð
hann biðin um at vera við í
einum arbeiðsbólki, sigur
Jarvin formaðurin í Peda-
gogfelagnum.
Tað eydnaðist ikki at fáa
fatur á Løgmanni, áðrenn
blaðið fór til prentingar,
men niðanfyri hava vit tikið
tað úr Visjónini, sum hevur
við børn og ung at gera.
Hugsa ov lítið um okkara besta tilfeingi
Visjón 2015 um børn og ung
Hetta er annars tað, sum Visjón 2015 sigur um børn og
ung:
Vit byggja framtíðina á børnini og tey ungu. Tí er tað
av størsta týdningi, at umstøðurnar hjá teimum koma
ovast á politiska breddan. Aðalmálið við barna– og ung-
dómspolitikkinum er, at øll børn og ung skulu hava
somu rættindi og somu møguleikar, óansæð fortreytir
og umstøður annars. Barna- og ungdómsøkið skal sam-
skipast,so tilboðini koma børnunum og teimum ungu til
gagns. Øllum børnum og ungum skulu tryggjast góðir
uppvakstrarmøguleikar, so tey kunnu trívast og menn-
ast.Børn og ung,sum vaksa upp í heimum við trupulleik-
um t.d.orsakað av rúsdrekka/evnismisnýtslu,sálarligum-
ella likamligum harðskapi, kynsligum ágangi, skulu fáa
neyðuga hjálp. Í 2010 skal ein frágreiðing leggjast fyri
løgtingið um,hvørt nýggja barnaverndarlógin virkar eft-
ir ætlan, og um broytingar skulu gerast í skipanini. Ar-
beiðsmarknaðurin skal skipast á ein slíkan hátt, at tað
ber til hjá barnafamiljum at sameina familju- og arbeiðs-
lív.Ansingartrygd verður veitt øllum børnum,og ansing-
artilboðini skulu hóska til tørvin hjá barnafamiljunum.
Øllum børnum og ungum skulu standast í boði menn-
andi frítíðar- og ítróttartilboð í nærumhvørvinum.
Setningur hjá arbeiðsbólki:Ein arbeiðsbólkur verður
settur, sum skal gera eitt uppskot um eitt samanhang-
andi sosialpolitiskt útspæl á barna- og ungdómsøkinum.
Arbeiðsbólkur:
·
Katrin Gaard, fulltrúi, Almanna- og
heilsumálaráðið
·
Maibritt Simonsen, ráðgevi, Almanna- og
heilsumálaráðið
·
Anna Dam, leiðari, Barnaverndarstovan
·
Oyvindur av Skari, Almannastovan
·
Minna Poulsen,varaleiðari,Heilsufrøðiskipanin
·
Doris Hansen, MBF
Uppskotið frá arbeiðsbólkinum verður liðugt 1. mai
2006.
FAKTA
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, er vónbrotin av, at felagið er útihýst úr øllum arbeiðsbólkum, sum hava
við børn og ung at gera í Visjón-2015 hjá landsstýrinum
KONSERT
Fríggjakvøldið klokkan 20
hevur
Havnarmaðurin
Andras Olsen debutkonsert
í Den Anden Opera í Keyp-
mannahavn.
Andras
Olsen
hevur
gingið á solistlinjuni á Det
Kongelige Konservatorium
í tvey ár, og nú verður so
endaliga konsertin.
Tvey verk verða frum-
framførd, og komponistar-
nir eru Sunleif Rasmussen
og Tróndur Bogason. Um-
framt hesi verk, eru fleiri
onnur verk á skránni.
At hjálpa sær á pallinum
hevur Andras fingið kend-
an trompetleikara, ein pian-
ist og ein slagverksspælara.
Umframt
hetta
verður
eisini dansari og ljóðmaður.
Andras í Den Anden Opera
Fríggjakvøldið kl 20 hevur
Andras Olsen debutkonsert í
Den anden Opera í
Keypmannahavn