Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2006 7 Eftir at Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmanafelagsins gjørdi vart við ónøgd sína, um at fakfeløgini ikki vóru umboðað í strategibólkinum, varð hann biðin um at umboða fakfeløgini Visjón 2015 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Millum atfinningarnar, sum hava verið frammi í sambandi við Visjón 2015 hjá landsstýrinum, hevur verið nevnt, at fakfeløgini ikki vóru umboðað í arbeiðs­ bólkinum, sum skal orða eina visjón fyri arbeiðsmarknaðin í 2015. Undir tíðindafundinum á Hotel Føroyum, tá em­­bæt­is­ fólkini hjá løg­manni vóru liðug við power­point fram­ løguna av visjónsætlanini, tók formaður Starvs­manna­ felagsins orðið. Og hann spurdi, hvussu tað bar til, at onki umboð fyri løntakaran var í arbeiðsbólkinum. Gunn­ leivur segði, at hann helt tað vera løgið, at onki umboð var fyri fakfeløgini, tá uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at orða eina visjón, og at tað møguliga verða grund­ leggjandi fakfelagspolitiskar avgerðir, sum skulu viðgerast. Bjarni Djurholm svaraði Gunnleivi, at landsstýrið metti Páll Nielsen, advokat, vera eitt hóskandi umboð fyri fakfeløgini, tí hann hevur gott innlit í fakfelagsmál og hann í mongum øðrum førum hevði umboðað fak­ feløgini. Síðani hendi tað, at Bjarni Djur­holm setti seg í sam­band við Gunnleiv, og bjóðaði honum sess í arbeiðs­ bólkinum. Tað hevur ongantíð verið ætlanin at úti­ hýsa nøkrum, sigur Bjarnir Djurholm, vinnumálaráðharri, sum hevur tikið atfinningarnar til sín, og bjóðað feløgunum við í 2015. Visjón 2015 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin, sig­ur Bjarni Djurholm, at í upprunaliga strategi­bólk­ inum, sum skal orða framtíð­ ar arbeiðsmarknað, metti landsstýrið, at áhugamálini hjá løntakarunum vórðu væl umboðað av Pálli Nielsen, advokati. – Páll hevur serligt innlit í arbeiðsmarknaðin, og hann hevur í mongum førum umboðað fakfeløgini, sigur Bjarnir Djurholm, og heldur fram: – Men tað hevur ongantíð verið okkara ætlan at úti­ hýsa nøkrum, sigur Bjarni Djurholm og greiðir frá, at hann eftirfylgjandi tók at­finningarnar hjá Gunnleivi Dalsgarð til eftirtektar, og at hann eisini setti seg í samband við Ingeborg Vinther frá Før­ oya Arbeiðarafelag. Hon segði seg vilja taka málið upp við hini feløgini. Síðani sendi Vinnumálaráðið fe­løg­ unum á privata arbeiðs­ marknaðinum eitt bræv, har heitt verður á tey at velja umboð í strategibólkin, ynsktu tey tað. – Lat tað vera sagt, at vit sjálvsagt ynskja at fáa sum best burtur úr, og um fakfeløgini ikki meta seg vera væl umboðað í bólkinum, so skulu tey sjálvsagt eis­ ini vera vælkomin við. Men, tá vit settu strategi­ bólkarnar hildu vit, at allur arbeiðsmarknaðurin var væl umboðaður, sigur Bjarni Djurholm. Visjón 2015: Gunnleivur slapp við Arbeiðsmarknaður Allýsing og avmarking Tað er av alstórum týdningi fyri hin einstaka og fyri vinnuna • at arbeiðsmegin er flytfør • at hin einstaki hevur ella kann fáa sær eftirspurdar førleikar • at friður valdar á arbeiðsmarknaðinum • at tað eru skipanir, sum gagna hinum einstaka, bæði í og eftir virkna arbeiðslívið Visjónin um arbeiðsmarknaðin skal fevna um: • Smidligar skipanir fyri útvegan av arbeiðsmegi • Førleikamenning av arbeiðsmegi: - uppgraderingar av førleika hjá arbeiðstøkari arbeiðsmegi - uppgraderingar av førleika hjá ófaklærdari arbeiðsmegi - framhaldandi eftirútbúgvingarskipanir • Skipanir at forða fyri og at loysa trætumál skjótt • Persónligar eftirlønarskipanir, sum samvirka við fólkapensión og samhaldsføstu arbeiðsmarknaðarskipanina Persónar í strategibólkinum: • Arne Poulsen, formaður • Maria Róin, Vinnumálaráðið • Snorri Fjalsbak, lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum • Kári á Rógvi, advokatur og formaður í Javnstøðu­ nevndini • Kristoffur Laksá, Arbeiðsgevarafelagið • Páll Nielsen, advokatur • Alfred Petersen, advokatur • (Gunnleivur Dalsgarð, Starvsmannafelagið) Setningur hjá strategibólki 1) Setast skulu mál fyri arbeiðsmarknaðin 2) Staðfestast skulu teir trupulleikar og/ella avbjóðingar, ið eru fyri at røkka málunum 3) Við støði í teimum málum, sum eru sett og teimum trupulleikum/avbjóðingum, sum eru staðfest, skal orðast ein ætlan fyri, hvussu vit røkka málunum FAKTA 2015 Visjón 2015: Fakfeløgini eru vælkomin við Sjónleikarhúsið var fullsett, tá Kvinnu­ felagið skipaði fyri 8. mars tiltaki 8. mars Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo 8. mars 2006 var altjóða kvinnu­dagur, og í tí sambandi skipaði Kvinnufelagið í Havn fyri pallborðsfundi í Sjón­leikarhúsinum, har evnið var: Kvinnur í poli­ tikk! Á skránni var Kvinnu­ buffét á Hafnia frá kl. 17, og kl. 19.30 byrjaði tiltakið í Sjónleikarhúsinum. Har vóru vælkomudrykkir og brell­bitar, sum Oddvør Skarð­hamar hevði gjørt. Síð­ani bjóðaði Bergtóra Hanusar­dóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum, vælkomin, og tær báðar, Mia Káradóttir og Heiðrun Petersen spældi tónleik. Sìðani var pallborðsfundur, har hesar luttóku: Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna,  Gunn Joensen, frv. borg­ ar­­stjóri í Vestmanna, Mal­an Helga­dótt­ir, bygdar­ráðs­ limur, Bjørg Jacob­­sen, skriv­ari hjá Javn­støðu­nevnd­ ini, Helena Dam á Neysta­ bø, fyrrv. landsstýris- og løgtingskvinna, Annita á Fríðriksmørk, løg­tings­ kvinna og Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya. K Kristianna Rein var orðstýrari. Aftaná var skemt við Marjun í Kálva­ líð Evnið á pallborðsfundin­ um var sum sagt kvinnur í poli­tikk, og var ikki nógv nýtt undir sólini har. Tó komu nøkur uppskot til fund­­ar­sam­ tyktir, sum snúu seg um: at fáa Granskingarráðið at geva verkætlan um evni, at fáa javnstøðuspurningin við, nú vallógin skal endurskoðast, og at gera eina visjón 2015 á javnstøðuøkinum. Gunnleivur Dalsgarð helt tað vera løgið, at ongi fakfeløg vóru við í Visjón 2015 Kvinnur í politikk Bjarni Djurholm sigur, at fakfeløgini sjálvsagt skulu við, um tey meta tað neyðugt Nógvar kvinnur vóru samankomnar 8. mars