hósdagur 9. mars 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2006
25
Sjúkrarøktarfrøðingur
til avloysarastarv fyri deildarleiðara
Á G3 er eitt avloysarastarv fyri deildarleiðararan leyst til setan frá 1. mai ella eftir
avtalu til og við 31. desember 2006 vegna barnsburð.
Á G3 eru hesi medicinsku ambulatoriini, hæmodialysan, cardiologisk amb.,
onkologisk amb., diabetes amb., nuclear med./lunga amb. og klinisk neuro fys.lab.
Vit sóknast eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi við drúgvum fakligum royndum innan
medisinska viðgerð og røkt og við góðum samstarvsevnum.
Deildarleiðarin skal virka fyri, at deildin virkar sum ein eind, við best møguligari
nýtslu av starvsfólkaorku og kanningarhølum til gagns fyri sjúklingin.
Deildarleiðarin hevur, innan tað sjúkrarøktarfakliga øki, tilvísing til leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingin á medisinska deplinum.
Deildarleiðarin hevur ábyrgd av:
• sjúkrarøktini
• klinisku arbeiðsuppgávunum
• tí dagligu leiðsluni á deildini
• fakligu menningini
• fíggjarstøðuni á deildini
Vit kunnu bjóða
• innleiðslu
• eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
• positivt tvørfakligt samstarv
• ávirkan á fakliga menning
• fakliga kompetentar starsvfelagar
Krøv til umsøkjarar
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi
• drúgvar fakligar royndir innan medisinska øki
• royndir í kliniskum arbeiði
• royndir og hug til leiðslu
• áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
• visiónir og er sjálvstøðug/ur og kreativ/ur í arbeiðinum
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava
• cardiologiska ella dialysu serútbúgving
• leiðsluútbúgving.
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Starvslýsing og fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Evu Mortensen
deildarleiðara á G3, lokal 6250 ella Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing,
lokal 6102, e-post asap@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 24. mars 2006 kl. 12.00.
Skivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avritum av C.V., autorisation,
prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildina.
att. Una Dalsgaard
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikkja á leinkjuna
”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn