Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 49 - 9. mars 2006 HEILSANIR Góðu Ægir, Sittihisak og Tyrnir Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum tann 7., 10. og 27. mars. Bestu heilsir omma og abbi Góði pabba Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum 7. mars. Vit elska teg. Heilsan diddurnar Yo Girl Takk fyri eitt mega kvøld. Heilsan síðudaman Góði Jónsvein abbi Hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Ynskja vit øll Jónsvein, Brestir og Andrias Góða elskaða Beinta vit ynskja tær hjartalia tillukku á tínum 18 ára føðingardegi. Vit elska teg og ynskja tær alt tað allarbesta í framtíðini og Guds ríku signing. Tey allarbestu ynskir frá Mammu, Boga og Skenkur Góða Durita Tillukku við 22 ára degnum kvinnudagin. Heilsan mamma og babba, Eyðun og John Tillukku við lærubrævinum. Bestu heilsur Ko-Dak Jenny Stóra takk fyri tíðina tú hevur lært hjá okkum. Gleði meg til líka gott samstarv í framtíðini. Eitt stórt tillukku. The Big Boss www.sosialurin.fo Teitur eigur eitt lag á sjálv­ nevndu debutfløguni hjá song­kvinnuni Corinne Bailey Rae, ið hesa vikuna er best selda fløgan í Ong­ landi, við sambært heima­ síðuni hjá Corinne Bailey Rae ikki færri enn 100 túsund seldum eintøkum. Tað er serliga lagið Put Your Records On, ið liggur nummar trý á bretska stak­ fløgu­listanum, ið hevur tryggja sølutølini. Teitur sigur í tíðindaskrivi á myspace.com, at hann er sera errin av, at hava sam­ starvað við Corinne. Lagið hjá Teiti eitur „Choux Pas­ try Heart“ og er eitt av fleiri løgum, ið tey skrivaðu saman í íbúðini hjá Teiti í London fyri nøkrum árum síðan.Tað er serliga lagið Put Your Records On, ið liggur nummar trý á bretska stakfløgulistanum, ið hevur tryggja sølutølini. Teitur sigur í tíðindaskrivi á myspace.com, at hann er sera errin av, at hava sam­ starvað við Corinne. Lagið hjá Teiti eitur „Choux Pas­ try Heart“ og er eitt av fleiri løgum, ið tey skrivaðu sam­an í íbúðini hjá Teiti í London fyri nøkrum árum síðan. Á heimasíðuni hjá Cor­ ine Bailey Rae www. corinnebaileyrae.net ber til at hoyra brot úr lagnum. nud Lag hjá Teiti á hittfløgu Rok spælir í Kagganum hetta vikuskiftið. Rok hev­ ur verið rættiliga trúgvur gestur í Kagganum síðan umvælingina, og tað er kanska ikki uttan orsøk, her er talan um framúr góð­ an dansibólk. Rok er bólkurin hjá Signar í Homrum úr Kjølum og Jóhan Ziskason úr Mark no limits. Hetta er ein av allar bestu og virknastu dansibólkum í landinum. Teir spæla leygarkvøldið aftan á miðnátt. nud Rok aftur í Kagganum Fyri nøkrum vikum síðan kunngjørdi Morrissey at Bob Dylan fór at vera millum nøvnini á Roskilde Festivalinum í ár. Nú er hetta vátta á heimasíðuni hjá Festivalinum. Bob Dylan hevur spælt á festivalinum fleiri ferð­ir áður. Hann er ein av heimsins bestu tóna­ smiðj­um. Hann gevur í ár eina nýggja fløgu út, so eisini nýtt tilfar verður á skránni, ið er partur av konsertferðini The Never Ending Tour. Roskilde Festivalurin váttar Bob Dylan Leygarkvøldið verður karaoke í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Karaoke er vorðið alsamt betur um­tókt í Føroyum og í Havn er karaoke næstan hvørt vikuskiftið. Men nú sleppa eisini eysturoyingar at royna seg við mikrofon í hond. Umframt Karaoke verð­ur eisini discotek har DJ-Markyman, hann lovar superfeitan og spildurnýggjan tón­leik. Bussar koyra sum vant úr Havn, úr Vág­um/­Vestmanna og úr Eyst­uroynni. nud Karaoke í Mentanar­ húsinum í Fuglafirði Hóskvøldið 9. mars kl. 20 verður konsert við Skunk í Margarinfabrikkini. Skunk var við í GBOB og fekk sera jalig viðmæli har. Skunk hevur eisini spælt til onnur tiltøk. Bólkurin er kendir fyri sín lívliga tónleik og tulking av láni­ løgum. Manningin í Skunk er: Tróndur Dalsgarð - sang og gittar, Hans Kristian Markman - gittar, Jan Myrá - bass og kór, Magnus Mort­ ensen - trummir. Tað er ókeypis atgongd til konsertina. nud Konsert við Skunk