Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 49 - 9. mars 2006 Í morgun klokkan 10 læt nýggi handilsdepilin í Havn, Miðlon, dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Undan degnum høvdu handlarnir á staðnum lýst við hópum av góðum tilboðum, og tað var ikki sørt, at fólk sýndu hesum áhuga. Stúgvandi fult av fólki stóðu uttan fyri dyrnar frá morgunstundini, og so var at tryggja sær bestu tilboðini, tá lætið varð upp. Rokanin undan opningini hevur annars verið ófør. So seint sum týsdagin vóru hølini meira átøk eini hálvlidnari goymsluhøll. Men við einum stórum ar­beiðsinnsatsi seinastu dagarnar gekk kortini. Allir handlar vóru á tremur við vørum, og var onkur, sum bara bíðaði eftir makanum, so var hetta eisini gjørligt á café’ini, sum er partur av Miðlon. Neyvan verið allir dagar eins rokaligir, sum hesin fyrsti var tað. Men eingin ivi man vera um, at bæði eigarar og starvsfólk annars vóru sera væl nøgd við hendan fyrsta dagin, sum Miðlon slapp at virka. -mørk So lótu dyrnar upp Frá morgunstundini tyrptust fólk uttan fyri nýggja handilsdepilin Mynd: Jens Kristian Vang So lótu dyrnar upp. Og so var bara at vera fyrstur eftir onkrum av góðu tilboðunum, sum lýst varð við Mynd: Jens Kristian Vang