Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2006 35 KØLI/FRYSTISKÁP 166 cm. høgt, Blomberg, til sølu. Tlf. 270142/215201 SIEMENS EL-OVNUR TIL SØLU 230v-1500w at hanga uppá veggin, til sølu fyri kr. 1.000,- (sum nýggjur). Tlf. 319310 eftir kl. 17 Innbúgv HVÍT JARNSONG stødd 200x125 til sølu fyri 300,- (við hvítum bogum). Tlf. 319310 eftir kl. 17 DUPULTSONG Stór dupultsong stødd 180x200 verður seld vegna flyting. Songin er 3 ára gomul við 2 einkultum madrassum og einari stórari topmadrassu. Til sølu fyri 3.000,- Tlf. 222628 EITT SERA VAKURT SOFASETT 3/2 pers. gjørt úr flættaðum bast. Hyndurnar betrektar við bummullstoff/blomstrut. Nærri at vita við at ringja á tlf. 504067 eftir kl. 13.00 TIL SØLU 2 ljósir ungdómsstólat til sølu fyri 200 kr pr. stk. Tlf. 315275 AVSÝRAÐ SKÁP Gamalt avsýrað skáp úr furu við glashurð og 4 hillum til sølu fyri 3.000,- kr. h. 186, b. 84, d. 53 cm. Tlf. 315618 TIL SØLU Gamalt teak chatol til sølu. Tlf. 265027 TIL SØLU Gamalt teak chatol til sølu. Tlf. 265027 INNBÚGV TIL SØLU Spísiborð úr furutræi við 8 stólum til sølu fyri 2.500,-, skenkur úr indonesiskum mahogny til sølu fyri 1.100,- og sovisofa bíliga til sølu fyri 1.100,-. Tlf. 220525 Pløgg YNSKIST TIL KEYPS Troyggja og skjúrt til Føroyskan kvinnubúna str. 36-38 ynskist til keyps. Tlf. 332847-227531 TIL SØLU Ein konfirmatiónskjóli str. L og skógvar nr. 38 bíliga til sølu. Tlf. 458109 ella 522109 KONFIRMATIÓNSKLÆÐIR TIL GENTU Niðurdeilur str. 36, nýprísur 800 kr. 2 toppar str. 36, nýprísur 600,- kr. Blondujakki str. 36, nýprísur 550, kr. Til sølu fyri hálvan prís. Tlf. 511484 KONFIRMATIÓNSKJÓLI TIL SØLU Let's Fashion konfirmatiónskjóli til sølu. Kjólin er snørdur niður eftir síðuni, hevur stroppar og stola. Model 2005 frá Events. Stødd XS. Tel. 310618 aftaná kl. 1800 KONFIRMATIÓNSKJÓLI TIL SØLU Lilly konfirmatiónskjóli til sølu. Tlf. 318663/271023 KONFIRMATIÓNSKJÓLI TIL SØLU við jakka, stødd 38, Lilly model, til sølu fyri 600,- kr. Tlf. 424309 Sjavs SJAVSKAPPING Sjavskapping verður á Svangaskarði mánadagin 13. mars kl. 18.30. Tofta ítróttarfelag FRÁ TÓRSHØLL Sjavskapping verður týsdagin 14. mars kl. 19.00. Øll vælkomin. Tórshøll Súkklur HONDA CB500 SPORT árg. 98, koyrt 33.000 km vælhildin. Kr. 43.000,- Tlf. 213103 SKUTARI TIL SØLU Ein svartur/myrkabláur Yamaha JOG-R til sølu, àrgangur 2004. Hann er eini 17 mánaðar gamal og hevur koyrt eini 4600 km. Sær sera gott út og er í góðum standi. Tosað verður um prísin. Jákup, 316606 - 229514 MBK-SÚKKLA TIL SØLU Ein »bike for life« Ezuipe Aluminium 19" er flott metalic blá farma. Hevur 24 gir, sera lítið brúkt. tlf. 221252 SKUTARI TIL SØLU Ein CPI Popcorn skutari, ca 5 ár, nýístandgjørdur av serkønum, kortini við breki, sær út sum nýggjur, hevur nummarplátu og annars koyriklárur. Nýprísur 13.998,-. Tlf. 521898 og hoyr nærri TIL SØLU Honda skutari fyri 15.000,-, árg. 30.10.2003. Tlf. 223481 Teldur HP SKANJET HP Skanjet 5200C sum nygjur til sølu fyri 500 kr.1 Tlf. 257647 MP3-SPÆLARI Ein góður mp3-spælari til sølu fyri einans 700 kr. Hann hevur 512 mb. Tlf. 586636 Tónleikur TIL SØLU Bil anlegg: 2 forsterkarar, subwoofari og hátalarar, nývirði: á 12.000 krRing á 004560629888 ella send ein email til sonni_ih@hotmail.com oggev eitt boð. Tlf. 0045 60629888 BOUSUKI TIL SØLU Ein Melodi Bousuki til sølu fyri 5.000,- kr. Tlf. 270427 TIL SØLU Lítið brúktur el-guitari til sølu fyri 500 kr. Tlf. 270674 Út- & Sjónvarp TIL SØLU 24" Sony sjónvarp til sølu fyri kr. 1.600,- Tlf. 216440 Ymiskt BALANSUBRETTI Balansubretti ynskist. Tlf. 228427 BINDIMASKINA TIL SØLU Knitmaster bindimaskina við rangapparati. Tlf. 373134 VINDEYGU Er tað nakar, sum hevur 2 vindeygu at selja mær, stødd 80x110 cm. so vinarliga ring á tlf. 422312 HÚSVOGNUR TIL SØLU Húsvognur av slagnum Cabby, 5,20 m langur og hevur 5-6 sovipláss tilsølu. Ring 722644 ella 594940 GRUNDSTYKKI TIL SØLU Stórt grundstykki uml. 1200 ferm. við góðum útsýni til sølu. Ring 594940 ella 722644 DEKORER DIN MOBILTELEFON bærbare pc etc. Tattoo til mobiltelefon etc. Lavet af ultra tynd gummi er stærk og smidig og kan sættes på plane og kurvede overflader. Er vandresistent. Kan fjernes/udskiftes med en ny. Ymisk motivir. Ring á 250762 og hoyr nærri TIL SØLU United DVD skannari - kotufríur, til sølu fyri kr. 300,- Tlf. 216440 TIL SØLU Canon Flatbed skannari til sølu fyri kr. 300,- Tlf. 216440 TALUTÍÐARKORT 400 talkort - mest talutíðarkort til sølu. Tlf. 270427 TRYKKSPULING Eg trykkspuli garðar, grundir, flísar og tún. Ring og hoyr nærri á tlf. 226270 HEVUR TÚ EYKA PLÁSS? Skal tú flyta heim úr Danmark og hevur nakað av plássi til yvirs, eri eg áhuga í tí, tá eg skal hava nakað av vøru heim. Tað hevur einki at siga, um tað ikki er ein av fyrstu døgunum. Eg havi góða tíð at bíða í …mánaðir um tað skal vera. tlf. 250118 eftir kl. 17 GARAGUHURÐ Er tað nakar, sum hevur eina góða garaguhurð at selja mær? Tlf. 213787 VINYL BÍLIGA TIL SØLU 3,5 m. br. og ca 3 m. langt. Tlf. 274213 GRUNDSTYKKI YNSKIST til keyps í Tórshavnar kommunu. Tlf. 226242 KOM VIÐ TIL Aberdeen á Hvítusunnu at hyggja efter m.a. Rhododendron. Ring sum skjótast. Tlf. 448271 OLYMPUS FOTOTÓL Olympus fototól, Camedia C-3020, Ultra Zoom 3.2M-pixels, 3xOptical- og 4xDigital zoom, 128Mb SM Memory card, Battarí og ladari, USB kábil. 1400 kr. Tlf. 314587 – Tá ið Smyril kom á Havnina í morgun, var alt 1liggja á vágni og bíða eina heilan tíma SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum komu til Havnar í morgin við Smyrli, fingu ein nógv longri túr, enn tey høvdu ætlað. Tá ið Smyril kom til havnar klokkan næstan átta í morgum, var onki pláss við bryggjuna og bæði Smyril og ferðafólk máttu tískil lata sær lynda at liggja úti á Havnarvág og bíða í ein heilan tíma, áðr- enn bryggjukanturin var ruddaður so frægt, at suð- uroyarskipið fekk lagt at. Orsøkin til, at pláss ikki var fyri Smyrli, var tann, at Norrøna lá í Havn, men tað ger hon hvønn mánamorg- un og tað veit Strand- ferðslan av. Men av tí sama plagar Smyril at leggja at úti á molanum mánamorgnar. Men har slapp hann heldur ikki at, tí har lógu farmaskip. Farmaskipið loysti ikki fyrrenn klokkan var farin av nakað væl av hálvgum níggju og tá skuldu boyur leggjast niður við bryggjuna, so at Smyril kundi leggja at og fáa ferjuskráan at passa til keiina. – Hetta er ikki ein mannagongd, sum Strand- ferðslan góðtekur og vit hava eisini gjørt vart við okkara ónøgd hjá Tórs- havnar Havn, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Fólk, sum, kenna til við- urskiftini siga, at aðra- staðni hava ferðamanna- skip altíð fyrsta rætt og í eini frágreiðing og eini um- bering til Strandferðsluna, staðfestir Tórshavnar Havn eisini, at tá ið Smyril kemur til Havnar, skal pláss verða fyri honum við bryggjuna. Men tað, sum er hent í hesum førum, er ein serlig støða. – Trupulleikin er, at Dettifossur kom á Havnina sunnukvøldið og bað um loyvi at leggja at longur inni á molanum, tí tað var so ókyrt heilt har úti. – Av tí, at Dettifossur boðaðu frá, at hann skuldi avstað aftur klokkan seks í morgun, metti Tórshavnar Havn ikki, at t1að var nakar trupulleiki. Men tá ið klokkan var farin av seks, lá Dettifossur framvegis. Klokkan 7.15 var Tórshavnar Havn aftur í sambandi við Dettifoss og tá segði hann, at teir loystu í seinasta lagi ein hálvan tíma seinni, ella klokkan 7.45 og tað er áleið tá ið Smyril kemur. Men so vísti tað seg kortini, at Dettifossur fór ikki fyrrenn klokkan 8.30 og tá hevði Smyril ligið á vágni og bíðað eftir plássi eini trý korter. Tá ið Dettifossur var farin, skulu boyurnar rigg- ast til, so at Smyril f ekk lagt at, so alt í alt var Smyril ein tíma seinkaður. Havnarskrivstovan vissar Strandferðsluna um, at slíkt skal ikki henda aftur. – Tað skal vera pláss fyri Smyrli. Vit biðja um um- bering. Feilurin liggur hjá okkum, hevur Havnarskriv- stovan boðað Strand- ferðsluni frá í morgun. Broyta ferðaætlanina Annars vísir Strandferðslan á, at Norrøna hevur broytt ferðaætlanina í tíðarskeið- inum frá 4. mars til 8. apríl, soleiðis at Norrøna siglir av Havnini kl. 17 hósdagar. Strandferðslan plagar at laga ferðaætlanina hjá Smyrli eftir siglingini hjá Norrønu. Og tað verður eisini gjørt í hesum føri. Tí ætlar Strandferðslan at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli teir komandi fýra hósdagarnar frá 16. mars til 6. apríl, soleiðis at Smyril siglur av Tvøroyri klokkan 14 seinnapartar hesar kom- andu fýra hósdagarnar, ístaðin fyri klokkan 15.30, sum hann plagar. Silja Star til Nólsoyar Annars er Nólsoyarskipið, Ritan, farin á beding á Tórshavnar Skipasmiðju og tí er Silja Star farin at røkja ferðafólkasiglingina Imill- um Havnina og Nólsoy. Eftir ætlan verður Ritan liðug 24. mars Silja Star tekur 48 ferða- fólk, men sleppa ikki øll við, verður siglt tvær ferðir. Samstundis fer Draga- berg at sigla við farmi ímillum Nólsoy og Havn- ina Regin Vágadal sigur, at Silja hevur siglt í dag og tað hevur eydnast væl, hóast veðrið ikki akkurát er av tí besta. Bóðu um umbering fyri at Smyril ikki slapp til kei Tá ið Smyril kom til Havnar í morgun, var ikki pláss hjá honum at leggja at bryggju. Tórshavnar Havn hevur biðið um umbering og hevur lovað, at tað skal ikki koma fyri aftur