týsdagur 14. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 52 - 14. mars 2006
Seinastu sjey árini
hevur missiónsfólkið
á Skála sæð fram til
henda dagin, tá
nýggja missiónshúsið
skuldi verða vígt alt
sum tað var
SAMKOMA
Snorri Brend
sorri@sosialurin.fo
Skála: Í 1999 byrjaði ar-
beiðið við tí nýggja húsi-
num, og tvey ár seinni varð
1. byggistigið liðugt og tik-
ið í nýtslu.
Síðani tá hava møtini
verið hildin í kjallaranum,
men sunnudagin verður alt
húsið sum tað er vígt og
tikið í nýtslu.
Í møtisalinum verður
pláss fyri eini 200 fólkum.
Har eru eisini góðar tøkni-
ligar umstøður og øll ljóð-
útgerð, sum krevst til eitt
slíkt hús í dag.
Hóast húsið bæði er stórt
og snotuligt, so er støðan
hon í dag, at tey skylda
ongum nakað.
Eingin skuld
Formaðurin í missiónshúsi-
num, Sylverius Jacobsen
sigur við Trúboðan, mál-
gagnið hjá Heimamissión-
ini, at teimum hevur ongan-
tíð manglað pengar.
Tey hava heldur ongantíð
tikið nakað lán.
– Vit hava kunnað um
støðuna, og so eru pengar
komnir inn. Vit skylda
einki í dag, og nú stendur
húsið í 2,5 milliónum krón-
um. Tá er arbeiðslønin ikki
tikin við.
– Tá ið alt er liðugt koma
vit at mangla undir 100.000
krónur. Men vit vænta eis-
ini at fáa teir pengarnar inn,
sigur Sylverius við blaðið.
Hátíðarhaldið
byrjar
sunnudagin kl. 18. Næsta
stóra tiltakið í hesum
nýggja missiónshúsinum
verður
páskastevnan
í
næsta mánaði.
Handilslívið í Klaks-
vík er farið at fyri-
reika seg til undir-
sjóvarunnilin. Hós-
morgunin letur upp
ein nýggjur handil
sum burturav fer at
selja gávulutir
HANDIL
Orð/mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Her sær ikki
gott út í býnum ídag! Man
ein hópur av handlunum í
býnum
hava
pakkað
saman?!
Í fleiri av handlunum í
Klaksvík ber ikki til at
síggja innar, tí pappír er sett
fyri framsýningarvindeyg-
uni. Á hurðini boðar ein
lepi eisini frá, at handilin er
afturlatin - men bert fyri-
bils!
Fleiri av handlunum hava
nevniliga sett sær fyri at
gera seg út til hin 29. apríl,
tá koyrandi verður á fyrsta
sinni millum Klaksvík og
Leirvík.
Ein av hesum handlum er
nýggi handilin Amaranth,
sum letur dyrnar upp á
fyrsta sinni hósmorgunin
við einum stórum úrvali av
gávulutum.
– Vit vænta, at nógv fólk
fara at koma hendavegin, tá
Norðoyatunnilin letur upp.
– Og fyri okkum skuldi
tað helst verðið so, at fólk
koma inn í okkara handil -
ikki bara einaferð, men aft-
ur og aftur, sigur Synnøva
Waag Poulsen, sum eigur
henda handilin.
Spennandi og
hugnaligt
Synnøva hevur framman-
undan arbeitt við mynda-
tøku og sølu av útgerð, ið
krevst til tað.
Seinni komu so gávulut-
irnir aftrat í handilin. Men
tá dyrnar verða lætnar upp
hósmorgunin kl. 10, verða
bert gávulutir at fáa í
handlinum,
sum
sam-
stundis hevur fingið sær
hetta nýggja navnið.
Fyri Synnøvu er eingin
ivi um, at skal ein verða við
í kappingini um kundarnar
tá Norðoyatunnilin letur
upp, so er neyðugt at gera
seg út til tað.
– Ja, ein er snøgt sagt
noyddur at satsa eitt sindur.
– Eg ætli mær tí at gera
handilin bæði innbjóðandi
og hugnaligan. Handilin
skal verða spennandi hjá
kundanum at koma inn í,
sigur hon við einum brosi.
Hon miðar eisini eftir at
gera handilin eitt sindur
forkunnugan, og fer tí at
bjóða kundunum gávulutir
við merkjum, sum tey helst
ikki fáa allastaðni.
Millum hesi sermerktu
merkini eru Lene Bjerre og
Au Maison, eins og Rikke
Jakobsen. Serstøk merki av
útlendskum the verða som-
uleiðis at fáa.
Hugskot
Tá vit vitjaðu handilin stutt
eftir middag í gjár vóru
Synnøva og hjálpari henn-
ara, Katrin í ferð við at
mála innan. Hon hevur eis-
ini fingið Linda Laksáfoss
at hjálpa sær við dekorer-
ingini av hølunum.
Tær arbeiddu tá við at
gera alt klárt til vøruna,
sum kom til landið við
Norrønu ígjár. Í dag og í
morgin er so ætlanin at
pakka alt hetta út.
Vørur og hugskot til inn-
rætting og tílíkt hevur
Synnøva fingið eftir ferð í
Danmark í farna mánaði.
Tá var hon á stórari
messu, men nýtti eisini
høvið at vitja gávuhandlar
av líknandi slagi, sum
klaksvíkingar og norðoy-
ingar fyrst, og síðani allar
Føroyar, fáa høvið at vitja
hósdagin.
– Eg eri øgiliga spent. Jú,
eg
gleði
meg,
sigur
Synnøva.
Strendur: Eins og so
manga aðrastaðni fáa
strandingar nú eisini
høvið til at hitta hvønn
annan í einum dagtil-
haldi.
Sjóvar kommuna hev-
ur nevniliga leigað so-
nevndu Pensjónistahús-
ini til hetta tiltakið tveir
dagar um vikuna. Enda-
málið við dagtilhaldi-
num er at fólk skulu
kunnu koma saman at
hugna sær og gera ym-
iskt saman, soleiðis at
tey kunnu mennast og
fáa økt lívsvirði.
Fyrstu ferð hetta dag-
tilhald lat upp dyr sínar
var seinnapartin í dag, tá
ætlanin var at gera okk-
urt serligt burturúr úr
fyri øllum teimum, sum
koma at brúka hetta til-
boðið.
Leiðarin fyri dagtil-
haldið, Karen Abraham-
sen sigur at ætlanin er at
hetta dagtilhaldið skal
verða opið tveir dagar
um vikuna, týsdag og
hósdag frá kl. 15 til 18.
Millum gestirnar í dag
vóru m. a. Jógvan Fríð-
riksson prestur og fleiri
næmingar úr musikk-
skúlanum, sum gjørdu
hesa løtuna so hugna-
liga.
sb.
Giljanes: Er tað nakað
sum nógv ung gleða seg
til, so man tað vera at
sleppa á ungdómsstevn-
una, sum tey ungu innan
Heimamissiónina skipa
fyri annaðhvørt ár.
Fyrireikingarnar
til
ársins Landsungdóms-
stevnu eru langt síðani
farnar í gongd, og her-
fyri varð eisini gjørt
kunnugt,
at
stevnan
verður í skúlanum á
Giljanesi í døgunum 11.
til 14. mai.
Tá stevnan seinast
varð hildin í Havn fyri
tveimum árum síðani
vóru meiri enn 300 ung-
dómar úr øllum landi-
num við.
Vanliga er talan um
eina spennandi og fjøl-
broytta skrá, sum hevur
nakað bæði fyri tey heilt
ungu og tey eitt sindur
eldri ungu.
sb.
Oyrareingir: Í eina tíð
hevur verið arbeitt við at
breiðka
innkoyringar-
vegin hjá íbúgvunum á
Signabø og Oyrareingj-
um.
Tann stóri bitin í hes-
um hevur verið at gera
brúnna um Dalánna av
nýggjum.
Vegagerðin
sjálv er liðug, men
brúgvin skal samsvar-
andi gerast soleiðis, at
hon hóskar til ferðsluna í
dag.
Arbeiðið við at gera
brúnna lidna og verða
samráðingar við tilboðs-
gevaran í næstum, upp-
lýsir Landsverk á heima-
síðu sínari.
Arbeiðið fer at kosta
um 8 mió. kr., og verður
ætlandi liðugt á sumri
næsta ár.
sb.
– Skal ein kappast
so má ein satsa
Synnøva Waag Poulsen málaði seinnapartin í gjár eitt hillasystem, meðan Katrin Sigurðsson málar hillar í handlinum
Amaranth. Alt skal verða klárt til í dag, tá vørurnar skulu setast á hillarnar
Nýggja missiónshúsið vígast sunnudagin
Nýtt dagtilhald
letur upp í dag
Stór ungdómsstevna
í mai mánað
Lata tilboðini
upp í næstum
Arbeiðið á Oyrareingjum bíðar nú bert eftir brúnni um
Dalánna
Mynd: Landsverk