mikudagur 15. mars 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Herfyri víðkaði bowlinghøllin
á Hálsi um virksemi hjá
sær. Fýra nýggjar breytir
eru komnir, og harafturat er
ein snotulig og dygdargóð
matstova latin upp í víðkaðu
hølunum
Býarlív
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Síðani bowlinghøllin á Hálsi lat
upp fyri nøkrum árum síðani, er
áhugin fyri hesi ítróttargrein vaksin
munandi her á landi. Bowlinghøllin
byrjaði við seks breytum, men nú
eru fýra gjørdar afturat, soleiðis at
tær nú eru tíggju í tali. Somuleiðis
hava eigararnir latið upp eina snotu
liga matstovu í høllini, og tað gevur
nógvar nýggjar møguleikar.
Familjuvinarligt
Tey, sum ferðast nógv í Danmark,
kenna ivaleyst væl donsku mat
stovuketuna Jensen Bøfhus, og tað
er ikki frítt, at nýggja matstovan á
Hálsi líkist hesum matstovunum.
Eyðkenni fyri hesar matstovur er, at
matarlepin fyrst og fremst bjóðar
búffar og eitt stórt salatborð, sam
stundis sum at nógv verður gjørt
fyri børnini og harvið familjurnar.
Soleiðis er eisini í Hat-trick, sum
nýggja matstovan í bowlinghøllini
eitur.
Hølini eru spildurnýggj, og nógv
er gjørt burturúr at fáa tey so
hugnalig sum gjørligt.
Tað sæst eisini týðuligani, at tað
hevur verið hugsað um børnini, tá
ið matstovan er gjørd. Beint inn
frá sjálvari matstovuni er nevnliga
gjørt eitt serligt barnarúm. Í hesum
rúmi er ein sjónvarpsskíggi, har
teknifilmar eru at síggja, og har
umframt eru nógv ymisk sløg av
lego annað, ið børnini kunnu spæla
við, meðan foreldrini hugna sær við
einum betri bita. Tað tykist eisini
sum um, at eigararnir hava lagt
stóran dent á at ljóðbjálva spæli
rúmið, so at møguligur larmur frá
spælandi børnum ikki skal órógva
gestirnar í matstovuni.
Nýggir møguleikar
Eigararnir av Bowlinghøllini og mat
stovuni Hat-trick eru ikki í iva um, at
nýggja matstovan í bowlinghøllini
gevur teimum heilt nýggjar møgu
leikar. Nú ber til dømis til at bjóða
viðskiftafólkunum eina pakkaloysn
við bowling og einum betri bita í
sambandi við eitt nú føðingardagar,
polterabend og líknandi.
Matarlepin hjá Hat-trick er so mik
ið fjølbroytt, at tað er okkurt til øll,
og eigararnir hava eisini lagt stóran
dent á, at góðskan skal verða
góð. Matstovan er ikki bert opin
um kvøldarnar, tí eisini á miðdegi
eru serlig døgurðatilboð at fáa.
Uttanlands eru matstovur, ið eru
uppbygdar á sama hátt sum nýggja
matstovan á Hálsi, ógvuliga væl
umtóktar, og eigararnir av Hat-trick
vóna eisini, at tað sama fer at verða
galdandi í Føroyum.
Umframt nýggju matstovuna
er eisini ein ítróttarkafé komin í
bowlinghøllini. Kaféin hevur fingið
navnið Kafé Hat-trick, og har
verða ítróttarhendingar vístar á
stórskíggja, soleiðis sum vit eisini
kenna tað aðrastaðnis frá.
í B
ý
i
n
Nýggj hugnalig matstova
Nýggja matstovan er ógvuliga
snotulig, og nógv er gjørt burtur
úr bæði innbúgvi og innrættan.
Mynd: Jens Kr. Vang
Enn er ikki verulig gongd komin á
ítróttarkaféina, men hølini eru liðug,
og pláss er fyri nógvum fólk til eitt nú
Champions League dystir á stórskíggja.
Mynd: Jens Kr. Vang