Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006 33 Sunnudagin vitjar Føroya kendasta gyklara par, Angela og Hannibal, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Angela og Hannibal hava merkt, at stórur áhugi eisini er fyri teimum millum yngri føroyingar í Danmark Gykl Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sunnudagin klokkan 15 fara Angela og Hannibal at vitja í Føroyahúsinum í Keyp­ mannahavn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tey bæði, ið eru kend frá sjónvarpi og pallframførslum kring landið. Nú hava tey merkt, at áhugi eisini er fyri teimum millum yngri føroyingar í Danmark. Tí fara tey nú at framføra í Føroyahúsinum. – Hetta byrjaði við, at ein dani, ið hevði tilknýti til SMS, sá okkum, og tí vildi hava okkum til Danmarkar at framføra, sigur Angela. – Vit búgva nú bæði í Dan­mark. Trølla Pætur og Omman hava roynt seg í Dan­ mark, og tá vit nú eru her, so hugsaðu vit, at vit kunnu eisini royna okkum her niðri, sigur Angela. Plakatin hevur hingið í Føroyahúsinum eina tíð. – Ein drongur, ið hevði sæð plaktina, kom til mín í Føroyahúsinum ein dag­ in. Hann spurdi; koma tit úr sjónvarpinum og heilt hertil?, smáflennir Angela. – Vit fara at royna okk­ um við eini veruligari fram­ førslu, sum vit kenna frá Angelu og Hannibal og so hava vit okkurt annað eisini, t.d. føroyskar sangir, sigur Angela, ið sigur, at áhugi er fyri teimum í Danmark og at heitt eisini hevur verið á tey um at vitja í Danmark við Fres, men hetta er nakað, ið tey mugu umhugsa. Føroysk børn í Danmark fylgja eftir øllum at døma við í tí sama, sum børn í Føroyum, sigur Angela, ið eisini hugleiðir um teirra fram­førslur, at tær eru av slíkum slag, at tær røkka yvir mørk, so sum aldur og tungumál. Um fleiri framførslur verða í Danmark við Angelu og Hannibal, er støða ikki tikin til enn. Angela og Hannibal í Føroyahúsinum