Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 54 - 16. mars 2006 Seinnapartin í gjár var avdúkað, hvør var besta lýsingin í 2005. Fleiri uppskot vóru til henda heiðurin, men vinnandi lýsingin var tann hjá Strandferðsluni Ad-Event 06 Snorri Brend Lýsingar: Nógv hava helst steðgað við hesa lýsingina – bæði føroyingar og ikki minst útlendingar. Lýsingin hjá Strand­ferðsl­ uni er av einum stórum bussi sum noyðist at steðga fyri einum veðri á vegnum omanfyri Sandavág. Teksturin er eisini týðilig­ ur og greiður á enskum máli: “it’s sheep and easy by bus”. Millum 23 aðrar lýsingar varð hetta lýsingin, sum var kosin sum ársins besta í 2005. Greiður boðskapur Lýsingin varð gjørd í mai mánaði í fjør av lýs­ingar­ fyritøkuni Sansir. Hugskotið til hesa lýsingina høvdu Høgni Rasmussen, Ingi Ras­mussen og Tomas Alta­ mirano. Hesa lýsingina dámdu lesararnir hjá Vinnuvitan so væl, at teir, saman við eini altjóða dómsnevnd mettu hesa sum ársins lýsing í fjør. Eini av dómarunum Rannvá Hytten, ið dagliga starvast í donsku lýsingarfyritøkuni Nordpro, segði m.a. soleiðis um vinnandi lýsingina: – Lýsingin er ansvekjandi við sera flottum samanspæli millum yvirskrift og mynd. Samspælið skapar ein boð­ skap, ið umvegis skemt beina­ vegin fangar málbólkin, ið er útlendsk ferðafólk. – Móttakarin er ikki í iva um hvat lýsingin snýr seg um – nevniliga, at tað er bí­ligt og lætt at ferðast við bussi í Føroyum. Tað var Vinnuvitan sum skipaði fyri hesum tiltak­ inum, sum er ein roynd at vísa á tað fjølbroytnið sum finst innan hesa vinnugreinina her á landi. Lýsingin seyði alt Lýsingarmenninir Høgni Rasmussen og Tomas Altamirano, og lýsarin, Andras Jensen (vm.) hjá Strandferðsluni fegnast um heiðurin, sum teimum varð vístur seinnapartin í gjár Mynd: Gudny Langgaard