Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 54 - 16. mars 2006 Í fýra vikur hevur Jóannes Eidesgaard ikki fingið sær ein tann einasta guv av pípuni. Hann hevði roykt í eini 40 ár, men nú var nokk Royking Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Sunnunáttinia fyri fýra vikum síðani, sløkti løgmaður Jóannes Eidesgaard sína seinastu pípu. – Eg tók avgerðina fyri nógvum mánaðum síðandi, og eg havi brúkt tað mesta av einum ári at motivera meg sjálvan til at leggja av, sigur Jóannes við Sosialin. Hann hevur ikki fylgt við í úvarpssendingini, sum snýr seg um at leggja av, men valt eina aðra stríðstætlan. – Eg havi ikki sagt hetta fyri nøkrum. Hetta er ein kampur millum meg og meg sjálvan. Nú hava nøkur fólk sjálvandi lagt tað til merkis, sigur hann, og nevnir millum annað vaskikonuna úti í Tinganesi og konu sína. Tá harðast leikar á fær løgmaður sær eina nikotintablett undir tunguna og er púra galið, brúkar hann næsaspray. – Tað er gott at fáa eitt “shot” beint upp í heilan, sigur hann. Roykfrítt umhvørvið Orsøkin til, at Jóannes Eidesgaard valdi at leggja av beint nú, er, at hann seinastu tíðina er farin at kenna seg alt meiri einsamallan sum roykjara. Tinganes er roykfrítt umhvørvi, og av teimum sjey í landstýrinum er hann einasti roykjari. – Eg ferðist eisini nógv, og tá er keðiligt at roykja. Ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, og hotellrúmini til roykjarar eru ikki altíð tey bestu, sigur Jóannes. Er tað so heilt vist, at tú ikki hevur fingið ein tann einasta guv í fýra vikur? – Ja tað er heilt sikkurt. Onkuntíð havi eg stillað meg nær onkrum roykjara, so tá havi eg verið passivur roykjari, men aktivur havi eg ikki verið nú í fýra vikur. Roykfríur løgmaður Hetta kann løgmaður gleða seg til: Tríggjar vikur til tríggjar mánaðir aftaná síðsta guvin n Er blóðrenslið vorið so nógv betur, at tað kennist lætt at spáka ein túr n Er blóðreinslið rundan um geislarnir betri og tú hevur ikki líka ilt í rygginum n Er húðin vorin ljósareyð og ikki so grá sum áður Fýra til seks mánaðir aftaná síðsta guvin n Eru skaðarnir, sum roykingin hevur gjørt í æðrarnar, farnir at lekjast n Er vandin fyri blóðtøppið nógv minni enn tá tú roykti n Hostar tú minni Eitt til tvey ár aftaná síðsta guvin n Er vandin fyri at fáa blóðtøpp helvtina minni enn tá tú roykti n Er immunskipanin betri n Er vandin fyri ovurviðkvæmi minkaður nógv Fimm ár aftaná síðsta guvin n Er vandin fyri, at tú skal fáa heilabløðing og blóðtøpp líka sum hjá einum sum ongantíð hevur roykt n Er vandin fyri, at tú skal fáa krabba í munn, háls, vælindi, lungu, bløru og nýrir nógv minkaður FAKTA Hetta er ein farin tíð hjá løgmanni Jóannes Eidesgaard. Nú er pípan løgd á hyllina