hósdagur 16. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
Leggja politikarar
arbeiðsloysisskipanina
frá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum,
talar alt fyri, at hann
fer at verða brúktur
til onnur endamál
enn tey arbeiðsleysu
Arbeiðsloysis
skipanin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal politiski myndugleikin
taka valdið í ALS, er stórur
vandi fyri, at peningurin hjá
ALS fer at verða brúktur
til onnur endamál, enn tey
arbeiðsleysu.
Tað
stúra
summir
tingmenn fyri.
Ein av teimum, sum stúrdi
fyri hesum, var Kristian
Magnussen,
formaður
javnaðarfloksins á tingi.
Yvirhøvur eru tinglimir
so ivasamir um ætlanina
at taka ALS frá pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum og
leggja hana undir politisku
skipanini, at tað er nógv,
sum talar fyri at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum fáa sín
vilja og sleppa at varðveita
skipanina í frið.
Annars viðgerð løgtingið
í løtuni eitt uppskot, har
tað ber í sær, at inngjaldið
til ALS skal metast sum
ein skattur og eigur at
verða tikin frá pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum og
lagdur á fíggjarlógina.
Kortini verður lagt afturat,
at vil Løgtingið, ber tað
til at gera serskilda lóg
fyri ALS, so at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum slepp
at varðveita hana, soleiðis
sum teir hava kravt.
Og tað vísir seg, at
politikarar úr øllum flokk
urum eru opnir fyri, at
partarnir á Arbeiðsmarkn
aðinum varðveita ALS í
frið.
Og hjá summum
var tað ein treyt
Greiðastir í sínum útsøgnum,
var Kristian Magnussen í
javnaðarflokkinum.
Hann helt, at verða
ALS og aðrir grunnar,
eitt nú barsilsskipanin og
sjúkrakassarnir, tikin inn
á figgjarlógina er stórur
vandi fyri, at tá peningur
manglar til okkurt endamál,
so verður peningurin tikin til
tey endamálini
Hann helt, at tað bar
brá av maktnýtslu, tá ið
ætlanin nú er at leggja ALS
á fíggjarlógina, tí áður
hevur meirilutin av einum
løgfrøðingabólki staðfest,
at ALS kann varðveitast,
sum tað er.
– Kortini er ætlanin at
gjøgnumtrumfa, at ALS skal
á fíggjarlógina.
Hann helt, at Løgtingið
skal taka neyðug atlit til
partarnar á arbeiðsmarknað
inum, sum føla, at teir eiga
ALS.
– Vit sleppa ikki undan, at
ALS hevur eina serliga støðu
í føroyska samfelagnum
og tað skulu vit fyrihalda
okkum til.
Hesum var javnaðar
maðurin, Vilhelm Johann
esen, púra samdur í.
Og tað er John Johannessen,
tingmaður javnaðarfloksins,
somuleiðis.
Hann helt, at tað var í
stríð við politiska viljan, at
taka ALS frá pørtunum á
Arbeiðsmarknaðinum.
Hann átalaði eisini, at
málið hevur ikki verið til
hoyringar hjá nøkrum,
hvørki politisku flokkunum
ella nøkrum øðrum.
Hevði tað komi til
hoyringar, hevði javnaðar
flokkurin greitt afturvíst
ætlanini at leggja ALS á
fíggjarlógina, segði hann.
Lisbeth
Petersen
úr
sambandsflokkinum, helt,
at løgtingið má gera greiðar
reglar fyri, hvat er skattur
og ikki.
Altjóða
lýsingin
av
hugtakinum skattur, er, at
tað eru øll gjøld, sum verða
kravd, uttan at beinleiðis
mótveiting verður latin
afturfyri. Sjálv helt hon ikki,
at ALS er skattur.
Men vil løgtingið tað, ber
til, at gera reglar fyri at ALS
skal vera uttanfyri politisku
skipanina
Kaj Leo Johannesen
úr
sambandsflokkinum
staðfesti, at ætlanin er ikki
at ognartaka ALS, men tað
er neyðugt at semjast um,
hvat er skattur ella ikki og
tað skal gerast, uttan at gera
seg inn á tær skipanir, sum
eru á arbeiðsmarknaðinum
Annfinn Kallsberg úr
fólkaflokkinum, segði, at
ongin í Løgtinginum vil
ognartaka ALS og hann helt,
at ALS skal varðveitast sum
ein skipan, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum vara
av.
Men hann helt, at Løgtingið
hevur skyldu at útgreina,
hvat er skattur ella ikki, so
at ongin ivi er.
Jenis
av
Rana
úr
miðflokkinum helt at ongin
orsøk er til at leggja ALS
undir fíggjarlógina og Johan
Dahl úr sambandsflokkinum
segði, at tað er umráðandi
at finna eina skipan, sum
allir partar eru nøgdir
við og Kári P. Højgard úr
sjálvstýrisflokkinum, tekur
eisini undir við, At ALS
verður varðveitt uttanfyri
politisku skipanina.
Høgni
Hoydal
úr
tjóðveldisflokkinum, helt,
at politikarar eiga at gera
seg greitt, hvat vit vilja og
so laga lóggávu og hugtøk
eftir tí.
Páll á Reynatúgvu ivaðist
ikki í, at nevndin, sum
fer at viðgerða uppskotið
víðari, hevur virðing fyri
arbeiðsmarknaðin og kann
koma við einum úrsliti, sum
viðurkennur, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum eru
ein sjálvstøðugur partur í
føroyska samfelagnum.
Hvørki Bjarni Djur
holm, landsstýris
maður í arbeiðs
marknaðarmálum
ella Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, vilja
skapa sær óneyðugar
óvinir
Arbeiðsloysis
skipanin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Higartil hava friður og
semja valda og tí eiga vit ikki
at skapa okkum óneyðugar
trupulleikar.
Tað heldur Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
arbeiðsmarknaðarmálum.
Arbeiðsloysisskipanin
virkar væl og tí eiga vit ikki
at pilka við hana.
Tað heldur Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í almanna
málum,
Tað eru hesir báðir
landsstýrismenninir, sum
hava mest við ALS at gera.
Og teir halda báðir, at
Arbeiðsloysisskipanin skal
varðveitast, sum hon er.
Annars viðgerð Løgtingið
í løtuni eitt uppskot, sum
rættiliga
hevur
loypt
øði í partarnar á arbeiðs
marknaðinum.
– Verður uppskotið sett
í verk, merkir tað í roynd
og veru, at ALS verður
avtikið, tí ætlanin er at atka
skipanina frá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum og
leggja hana undir politisku
skipanina.
Hetta fekk partarnar
á
arbeiðsmarknaðinum
at mótmæla hvassliga í
løgtinginum í gjár.
Og Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður heldur
ikki, at løgtingið eigur
at skapa sær óneyðugar
óvinir.
Hann vísti á, at ALS er
ein skipan, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum hava
umsitið við hepnari hond.
Eftir
hansara
bestu
sannføring, er ALS ein
skipan, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum eiga.
– Talan er um eina skipan,
sum í nógvar mátar er ein
fyrimynd fyri skipanir í
øðrum londum, tí hon hevur
tikið hond um tey, sum missa
arbeiði, men hon hevur
kortini ikki eggja til, at fólk
lata vera við at arbeiða fyri
at liva av skipanini.
Hann vísti á, at tað
eru partarnir á arbeiðs
marknaðinum, sum sjálvir
hava lagt rygg til skipanina
og eru orsøk til, at hon virkar
so væl, hon ger.
– Tá ið partarnir á
arbeiðsmarknaðinum metir
hetta, sum sína skipan,
merkir tað sostatt eisini,
at politiska skipanin hevur
verið leys av ALS.
Bjarni Djurholm legði tí
dent á, at finnur Løgtingið
upp á at allýsa inngjaldið
til ALS sum ein skatt, sum
bara Løgtingið kann krevja,
soleiðis at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum missa
ræðið á ALS, fer tað at elva
til trupulleikar.
Hann minti eisini á, at
seks løgfrøðingar hava
viðgjørt málið, um ALS er
ein skattur og sostatt eigur
at vera á fíggjarlógini.
– Fýra av teimum komu
til ta niðurstøðu, at tað var
ikki brot á stýrisskipania, at
ALS sjálvt krevur gjøldini
inn. Hinir báðir komu til ta
niðurstøðu, at tað var ikki
ólógligt, at ALS kundi áseta
inngjaldsprosentið.
Landsstýrismaðurin
í
arbeiðsmarknaðarmálum
vísti á, at partarnir á
arbeiðsmarknaðin taka ALS
í størsta álvara.
– Og tað er umráðandi,
at vit halda partarnir á
arbeiðsmarknaðinum upp at
okkum og ikki styggja teir
frá okkum, helt hann
Hann helt tí, at tað var
neyðugt, at koma til eina
niðurstøðu um, hvussu
inngjaldið til ALS skal
allýsast.Men tað má ikki
gerast so, at vit grava
veitir, men halda partarnir
í arbeiðsmarknaðinum upp
at okkum.
– Politiska skipanin hevur
nógv torfør mál at loysa og tí
mugu vit ikki skapa okkum
óneyðugar trupulleikar
Tí heitti Bjarni Djurholm á
fíggjarnevndina um at taka
hetta í fullum álvara.
– Arbeiðsmarknaðurin
hevur ikki altíð staðið
saman, men í hesum føri
valdar friður og semja og tað
eiga vit at varðveita, segði
Bjarni Djurholm.
– Tí mugu vit fáa eina
loysn, sum ikki styggir
arbeiðsmarknaåðin
frá
okkum og ger støðuna
truplari, men finna eina
skipan, sum gongur pørtunum
á arbeiðsmarknaðinum á
møti, legði hann afturat.
ALS skal varðveitast
Bárður Nielsen, landsstýr
ismaður í fíggjarmálum,
vissaði um, at tað liggur
ikki í kortunum, at ALS skal
ognartakast.
Hann helt, at ALS er ein
skipan, sum virkar væl og
hann gjørdi greitt, at hon
eigur avgjørt ikki at verða
løgd á fíggjarlógina.
Hann vísti eisini, at, at
tað ber til at varðveita ALS
sum eina skipan, ið liggur
uttanfyri fíggjarlógina. - Og
tað eiga vit at gera, segði
hann.
Hann vísti eisini á,
at verður ALS løgd á
fíggjarlógina, fer hetta er
gera sveiggini á fíggjar
lógina og landsbúskapinum
enn størri enn tey eru í dag
og tað helvur hann vera
óheppið.
Vit skulu halda fingrarnar vekk
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum og Bárður Nielsen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum halda, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu eiga ALS í frið
Stúra fyri at politikarar
fara at taka pening frá ALS