Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2006 7 Skúlarnir skulu fyri­­reikast betur til at taka ímóti menningartarnaðu børnunum, var ein av boðskapunum, tá Javni mikukvøldið setti fokus á spurn­ ingin Javni Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nógv fólk vóru komin saman til fundar í Havn, Kambsdali og í Vági, at hoyra um teir avbjóðingarnar, sum eru tá menningartarnað børn skulu í skúla. Fyrireikararnir um alt landið siga, at uppmøtingin var góð, og at fólk vóru sera væl nøgd við fundirnar. Í Vági rokna tey við at eini 40 fólk møttu upp, eini 70 í Miðlahúsinum í Havn og eini 60 í Kambsdali. Fyrireiking krevst Hóast fólkaskúlin sigst vera fyri øll, so er hetta ikki altíð galdandi í veruleikanum. Tí eru ráðini frá Javna, til foreldur at børnum undir skúlaaldri, at tey skulu fyri­ reika seg og skúlan væl og í góðari tíð, áðrenn børnini skulu í skúla. Ov lítil fyrireiking er Fríbjørg Hammer úr Havn er mamma at einum 7 ára gomlum drongi, sum er menningartarnaður ella sein­mentur. Sostatt hevur sonurin onga beinleiðis diag­nosu, men er rørsluliga, málsliga og sosialt seinur, hóast hann alla tíðina er í menning. Fríðbjørg er sjálv lærari, og hevur sostatt innlit í, og royndir við, hvussu skúlarnir taka ímóti og fyrireika seg til at taka ímóti børnum við skerdum førleikum. Fríbjørg sigur, at tey hava valt at lata drongin bíða við at fara í skúla til næsta ár, so hann fær enn eitt ár at búnast í. Harumframt fáa tey eisini tíð til at fyrireika seg til at drongurin skal í skúla um 1 ½ ár, soleiðis at skúlin, sum tey velja til drongin, eis­ini kann fyrireika seg. Men hóast Fríðbjørg longu hevur prátað við fleiri skúlar, so siga skúlarnir seg ikki kunna taka hædd fyri soni hennara longu nú, tí hann er ikki innskrivaður enn. Hetta heldur Fríðbjørg vera ikki sørt ørkymlandi. Við orðinum fyrireiking, hugsar Fríðbjørg, at lærarin, sum skal hava 1. flokk, skal nema sær serliga vitan og førleika, um at hava júst teirra son í flokkinum, um­framt tað beinan vegin eigur at vera søkt um peda­gog­ iskan stuðul, so viðkomandi pedagogur kann fáa neyðugu útbúgving og førleika til at taka á seg ta serstøku upp­ gávu, sum tað er at hava ábyrgdina av einum barnið, sum er menningartarnað. Góðskan má upp – Tað er ikki bert ein spurn­ ingur um at fáa tímar og stuðl­ar til barnið, og so siga at skúlin er fyri øll. Har­afturímóti eru tímarnir onki verdir, um teir ikki vera lagaðir til tørvin hjá tí ein­staka barninum, sigur Fríðbjørg, sum heldur, at við tímum og pengum eigur eisini at vera vilji til at hækka góðskunna, tí hon hækkar ikki av sær sjálvari. – Hvørt einasta menn­ing­ artarnaða barn hevur sín tørv. Ongi menningartarnaði eru líka og tí haldi eg, at vit hava rætt til at krevja, at tímarnir, sum vera tillutaðir okkara børnum, eisini verða brúktir væl og koma okkara børnum til góða, sigur Fríð­ bjørg, sum sostatt ynskir, at tað vera professionell fólk, lærarar og pedagogar við røttu førleikunum, sum arbeiða miðvíst og vita, hví tey gera sum tey gera. – Eg haldi als ikki at hetta er stuttligt. Fólkaskúlin er als ikki til reiðar at taka ímóti okkara børnum, og við­hvørt so hevði eg ynskt at drongurin als ikki skuldi í skúla, sigur Fríbjørg, og heldur fram, - Vit rena okkum alla tíðina í múrar, og eg kundi hugsað mær, at skúlin var nógv meira jaligur og fyrireikaður til uppgávuna. Skúlin skal búgvast út til hetta við út­búgv­ing, tíð, peningi, vilja og tolsemi, sigur Fríðbjørg, sum samstundis ikki kann peika nágreiniliga á, hvør hevur ábyrgdina av, at skúlin fyri øll, verður til skúlan fyri ongan. – Undir verandi karmum hevur skúlin ongan møgu­ leika at taka ímóti okkara børnum, og tað er syndarligi veruleikin, sigur Fríbjørg at enda, áðrenn hon lesur stutta tekstin upp, sum er prentaður aðrastaðni á síðuni her. Menningartarnað børn í skúlunum Tey eru ikki so nógv – men tey fylla nógv Fríðbjørg Hammer tosar um at vera mamma at seinmentum dreingi, sum skal í skúla næsta ár Nógv fólk var komið saman í Miðlahúsinum mikukvøldið Vit, sum eiga børn við serligum tørvi, kundu kanska ynskt okkum, at støðan við okkara barni var øðrvísi, men: Vit elska barnið og vilja tað besta fyri barnið – eins og øll onnur foreldur. Vit vita, at barnið krevur meira enn hini, men vit gleðast um alla menning – eins og øll onnur foreldur. Vit vilja, at okkara barn fer glað í song og glað avstað um morgunin – eins og øll onnur foreldur. Vit verða kedd, um okkara barn ger okkurt skeivt ella er atvoldin til, at onnur fáa ilt – eins og øll onnur foreldur. Vit verða kedd, um okkara barn verður happað – eins og øll onnur foreldur. Vit verða kedd, um okkara barn ikki møtur vælvild, tolsemi, kærleika og góðkenning – eins og øll onnur foreldur. Vit halda, at okkara barn hevur rætt til eina góða og mennandi skúlagongd – eins og øll onnur børn.