Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 54 - 16. mars 2006 – Eitt skitsuprojekt fyriliggur, og vit hava nú gjørt eina arbeiðsætlan, har vit saman við ráðgevum og byggifelagnum, Articon, skulu finna út av, hvussu nógv ein slíkur skúli kann byggjast fyri. Ætlanin er at taka endaligu avgerðina fyri summarfrítíðina, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen Skúlabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri góðari viku síðan skriv­ aðu umboð fyri Runavíkar kommunu, byggifelagið Articon og ráðgevarar hjá kommununi, arkitekturin Eyðun Petersen og ráðgevandi verk­frøðingafeløgini, Lands­ byggi­felagið og Sofus M. Jakobsen, undir eina sonevnda partalagsavtalu. Kommunan hevur latið gera eitt skitsuprojekt til nýggj­a­n skúla við Løkin í Runavík, og endamálið við avtaluni, sum nú er und­ irskrivað, er í fyrsta lagi at finna út av, hvussu nógv ein slíkur skúli kemur at kosta. Slakar 60 mió kr. Rodmundur Nielsen, borg­arstjóri, sigur, at tað liggur ikki meira í hesi partalagsavtalu enn tað, at kommunan vil hava málið um skúlabygging betri l‡st og kostnaðarmett, soleiðis at endalig støða umsíðir kann takast móti sumri. – Áðrenn vit taka endaliga støðu, mugu vit vita ítøkiliga, hvat tað er, vit taka støðu til, sigur hann. Borgarstjórin vísir á, at við í avtaluni er ein tíðar­ ætlan upp á tríggjar mánaðir, soleiðis at býráðið væntandi kann taka endaliga støðu til møguliga bygging fyri summar­frítíðina. – At byggja nýggjan skúla í Runavíkar kommunu, er ikki nøkur nýggj ætlan, men hon røkkur fleiri ár aftur í tíðina. Hann sigur, at tað, sum skitsuprojektið leggur upp til, er ein nýggjur skúli við Løkin í Runavík, sum verður umleið 3.700 fermetrar stórur. – Vit miðja eftir, at skúlin fæst fyri einar 57 mió krónur og kemur at standa liðugur á heysti 2008. Gamli skúlin Rodmundur sigur, at fleiri fundir hava ver­ið í komm­ ununi um skúla­bygg­ing, og ymiskt hevur verið frammi um, hvussu fram skal farast. – Vit hava eisini umrøtt spurningin um at byggja í stigum, men kann skúlin fáast upp fyri slakar 60 mió krónur, hugsa vit okk­um, at meginparturin av verk­ætlanini verður framd undir einum. Spurningurin um, hvussu nógv kommunan megnar í einum, verður so­leiðis eisini umrøddur, og endaliga avgerðin verður eisini tikin hareftir, sigur hann. Borgarstjórin vísir á, at við í kanningararbeiðnum, sum nú verður gjørt, er eisini spurningurin, um gamli framhaldsskúlin í Runavík skal umvælast ella rívast niður. – Endalig støða er ikki tikin til hetta enn, leggur Rodmundur Nielsen aftrat. Ætla at byggja skúla fyri slakar 60 mió krónur – Upp á longri sikt ætla vit at hava tveir skúlar í økinum heldur enn f‡ra, sigur formaðurin í mentanarnevndini í Runavíkar komm­ unu, Hans Petur Ellingsgaard Skúlar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Ætlanin er, at barnaskúli til og við 3. flokk skal verða í verandi skúla á Glyvrum, og síðan skulu restin av næm­­ingunum ganga í skúl­ anum, sum bygdur verður í Runa­vík. Tað sigur Hans Petur El­l­­ings­gaard, formaður í ment­anarnevnd Runavíkar býráðs. Um nøkur ár Hann vísir á, at enn hevur Runavíkar kommuna ikki endaliga gjørt av, um bygt verður í einum ella fleiri byggistigum í Runavík. – Verður bygt yvir fleiri ár, fara vit framhaldandi at hava fýra skúlar í nøkur ár aftrat, men verður alt bygt og møguliga umbygt í einum, er hugsandi, at vit fara at hava tveir skúlar – og ikki fýra – í Runavíkar-øk­inum um eini tvey ár ella so, sigur for­ maðurin í ment­anar­nevndini, Hans Petur Ell­ings­gaard. Grannar byggja Vit kunnu leggja aftrat, at Tofta skúli eisini verður út­bygdur í hesum døgum, og henda verkætlanin kostar stívliga 40 mio krónur. So, tilsamans verður talan um einar 100 mió krónur til skúlabygging í hesum báðum grannakommununum næstu árini. Tveir skúlar – og ikki fýra Nú nýggjur skúli ætlandi verður bygdur í Runavík, er væntandi, at skúlarnir í Søldarfirði og Rytuvík sum frá líður verða niðurlagdir Mynd: Vilmund Jacobsen Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, Eyðun Petersen, arkitektur og danski ráðgevin, Charlotte Nørbak, skoða økið, har ætlanin er at byggja nýggja skúlan við Løkin í Runavík Ein partur av arbeiðn­ um hjá nøkrum fiska­virkjum í vár hevur verið at skilja og avhøvda smáan upsa, sum reiðaríini síðan hava keypt aftur til innfrystingar og útflutnings Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri eini tíð síðan stúrdu eygleiðarar í fiskivinnuni, skip og sølufeløg fyri, at føroyski upsamarknaðurin fór at kollapsa í vár. Fiskiskapurin var framúr góður, og ikki var líkt til, at virkini fóru at megna at keypa og arbeiða allan fiskin undan. Um hesa tíðina í fjør lógu russisk skip kring landið og innfrystu smáan upsa, men í ár vildi Fiskimálaráðið ikki geva loyvi til hetta. ”Ventilurin” Spurningurin var, hvørji ráð so vóru til at taka fyri at skapa ein ”ventil”, soleiðis at upsamarknaðurin ikki sprongdist. Hendan ventilin hava reið­arí­ ini og fiskavirkini saman við frystivirkjum skapt í felag. Jákup Eli Thomsen, virk­is­ leiðari á Fiskavirking í Vest­ manna, sigur, at fleiri virkir hava keypt allan upsan frá trolarunum, og síðan hava tey, tá ið mest hevur staðið á, skilt, avhøvdað og selt tann smáa upsan aftur til reiðaríini, sum síðan hava latið hann frysta á frysti­ virkinum í Kollafirði. Smái upsin er síðan seldur av landinum, avhøvdaður og óvirkaður. Góð loysn Jákup Eli Thomsen sigur, at fiskavirkini á henda hátt hava havt ávirkan á, hvussu nógvur fiskur er farin til frystingar og útflutnings óvirk­aður – og ikki sum í fjør vár, tá ið reiðarí og sølufeløg stýrdu hesum partinum. Hann sigur, at tey á virkj­ un­um hjá Fiskavirking í Vest­ manna, Saltangará og í Havn – og á øðrum virkjum, hava skilt og avhøvdað nøkur 100 tons av smáum upsa, sum er farin til frystingar. – Hetta hevur ikki givið okk­um tær stóru inntøkurnar, men á henda hátt hava vit ver­ið við til at stýrt útf­lutn­ ing­inum av óvirkaðum fiski í eini tíð, har virkini – og har­við eisini skipini – høvdu kom­ið í trupulleikar, tí upsa­ fiskiskapurin var so góður. Jákup Eli Thomsen sig­ ur, at seinastu dagarnar hev­ur fiskiskapurin hjá par­ trolarunum verið lakari aftur. Fiskavirkir skilja og avhøvda smáan upsa Mynd: Birgir W. Høgnesen