fríggjadagur 17. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 55 - 17. mars 2006
Herfyri lat upp
ein øðrvísi handil
í Klaksvík, har ein
bert hugsar um
tað forvitnisliga
innbúgvið og listina.
Fólk hava tikið
sera væl undir við
handlinum
Handil
Snorri Brend
Klaksvík: Símun Gullaksen
hevði hug at royna okkurt
nýtt.
Frá hugsan til veruleika
var ikki so langt, tá hugskotið
um henda sjáldsama handilin
kom fram.
Hann fekk fatur á góðum
sambondum í Danmark, og
fyri nøkrum vikum síðani
lat hann upp handil í Klaks
vík.
Heitið í handlinum sigur
alt um handilin: Hann eitur
snøgt Antikk & List, og tað
er eisini tað, sum myndar
úrvalið í hesum handlinum.
Blandað úrval
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein slíkur handil letur upp
í Føroyum. Og tað er tí altíð
við einum ávísum spenningi
at ein fer undir slíkt.
Spurningurin er altíð,
hvussu fólk fara at taka ímóti
hesum. Hesum nýtist Símun
kortini ikki at óttast fyri.
Hesar fyrstu fýra vikurnar
hava rættiliga nógv fólk verið
inni í handlinum og hava
haraftrat ognað sær okkurt av
tí forkunnuga, sum handilin
hevur at bjóða kundunum.
Tá vit vitjaðu handilin fyrr í
vikuni sást, at úrvalið var farið
at minka í stóran mun.
– Men vit fáa nýggjar vørur
aftur í næstu viku, kundi tann
fryntliga handilskvinnan,
Hannefía Joensen upplýsa
fyri okkum.
Roynt verður at hava tað
úrvalið sum kundin ynskir.
Og tað fer eisini at sermerkja
handilin í framtíðini.
Eitt annað sum kundin bein
anvegin leggur merki til er at
vørurnar eru sera bíligar. Tað
er ikki allastaðni at til berat
fáa eina stóra og vakra kistu
fyri einans 5000 kr.
Men tað fært tú hjá antikk
& List í Klaksvík.
Antikk list fyri lítlan pening
Hannefía Joensen hjálpir til í
handlinum. Eyðna Festirstein
er og vitjar