Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 23 Les meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Býlingshúsið á Norðasta Horn Søkir einum pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 15. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreist: Mánadagin 3. apríl 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Midjord stovnsleiðara tlf. 210906. Býlingshúsið inni á Gøtu Søkir eftir einum kostrøktara at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Umsóknarfreist: Mánadagin 27. mars 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara tlf. 317701. Býlingshúsið í Maritugøtu Søkir eftir einum køksfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki verður eisini at vera avloysari á stovninum. Umsóknarfreist: Mánadagin 27. mars 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara tlf. 302400 ella 272929. Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini Søkir eftir einum hjálparfólki, fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2006. Farloyvistíðin er fram til 31. oktober 2006. Møguliga verður hetta longt. Umsóknarfreist: Mánadagin 3. apríl 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jónu Johannesen, leiðara, tlf. 314902. Tórshavnar kommuna Leys størv Les meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Leiðari til Býlingshúsið undir Fjalli Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna til Býlingshúsið undir Fjalli at byrja 1.mai 2006 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða - eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at seta dám á stovnin Vit vænta at tú - ert útbúgvin pedagogur - hevur leiðsluroyndir - kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir - hevur hugsjónir um virksemið í einum dagstovni - hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum - kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur - dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis - hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Býlingshúsinum undir Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. apríl 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, tlf. 30 20 10. Tórshavnar kommuna Leyst starv Søkt verður eftir lærlingi til yrki maskinsmiður Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og ummæli kunnu sendast til P/F Tangavirkið innan mánadagin 27. mars. Lærlingurin skal helst kunna byrja 3. apríl ella skjótast til ber. P/F Tangavirkið er ein førandi smiðja í Suðuroy við 10 maskin- smiðjum. Arbeiðið umfatar alt innan rustfrítt, aluminium o.a. stál. Arbeiðsuppgávurnar eru innan fiskiídnaðin á landi og sjónum, byggikonstruktión, privat og framleiðsla av ymiskum góðkendum tangum. Tangavirkið kann bjóða eitt spennandi og áhugavert arbeiði í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Søkt verður eftir mannafólki til fiskaarbeiði í Íslandi 2 mans til egning á landi. 2 mans til at flakaskera steinbít. 1 mann til línubát. 1 mann til línubát, sum kann verða annar meistari. Vinarliga ring ella send mail til: Bátasøluna sp/f v/ Sámal Jákup Joensen Tlf. 321666 - Fartel. 213800 · Fax 321766 E-mail: sjj@post.olivant. fo · www.bat.fo www.sosialurin.fo