Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 55 - 17. mars 2006 SMS verður fríggjadagin og leygardagin til PMS, tá punkbólkurin The Dreams spælir ikki færri enn fýra kon­sertir í PunkMiðStøðini. Fyrr hava 200 spælt sera væl eydn­­að­ar punk kon­sert­ ir í hes­­um ósann­­líka og sera ópunk­utta spæli­­stað­ið. The Dreams gjørdist kend­­ur við síni luttøku í send­ingini MTV A Cut, har bólkurin spældi seg fram ímillum 3 teir bestu nýggju bólkarnar í Evropa sambært songkvinnuni Ana­staciu og einum fyrrverandi A&R manni hjá Sony. Tað skilst á umboðs­mann­ inum hjá The Dreams, at bólkurin ar­beið­ir miðvíst fyri at troyta teir møgu­leikar, ið luttøkan í MTV sendingini gav teimum. Hetta arbeiðið fer vónandi skjótt at geva avkast. Í með­an vit bíða eftir altjóða gjøg­numbrotinum og ikki minst eini fløgu við teirra óvanliga fangandi punki, kunnu vit punka við teim­­um á torginum í SMS fríggjadagin kl. 13.30 og 18 og leygardagin kl. 12 og 15. nud Danska sjónvarpsrásin TV Danmark, ið nógv húski í Føroyum síggja, heldur upp­ at við at senda 30. apríl. í staðin fer spildur nýggja rás­ in Kanal 4 í luftina. Hetta er ein rás, ið vendir sær til kvinnur, og sum fer at senda tilfar, ið leggir seg eftir at undirhalda hendan málbólk, skrivar eb.dk í dag. Felagið aftan fyri rásina er SBS, ið frammanundan eigur TV-Danmark, Kanal 5, The Voice TV, Canal+ rás­ irnar og C-More. Um­framt útvarpsstøðirnar Radio 2 og The Voice. Stjór­in í SBS sigur við Ritzau, at TV Dan­mark er ein breið rás. ið hevur havt sína tíð. Nú er tørvur á at fylla eitt hol á sjónvarpsmarknaðinum. Nógvar støðir royna at nøkta tørvin hjá monnum, men nú skulu kvinnurnar fáa sína egnu støð, ið bygg­ ir á teirra sjónvarps vanar og tørv. Kanal 4 byrjar at senda 1. mai. nud Nú fáa konufólkini sína egnu sjónvarpsrás Buldur og brak í PunkMiðStøðini