Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-17, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mars 2006síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 17. mars 2006 53 Vit vilja við hesum takka øllum teimum sum mintust okkum á hjúnabandsdegi okkara tann 7. januar 2006. Elisabeth og Oddmar Dam Brúðarmyndir Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu okkum silvurbrúdleyps­ dagin so minnisligan, takka vit hjartaliga. Takk fyri blómur, fjarrit, gávur og tykkum øll, sum vitjaðu okkum. Jóna og Brynjálvur Festirstein Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum og gjørdu gullbrúdleypsdagin 19. nov. ógloymandi. Ein serstøk tøkk til børn okkara og til tykkum øll, sum hjálptu til. Svanhild og Hans Jacob Berg, Sandvík Bókasølan Griffilin Bókasølan! Griffilin! Navnið spillir ongan “og kært barn har mange navne”. Bókasølan og Griffilin hava gjørt av at kasta saman. Nýggi handilin kemur at verða út til torgið í SMS og verður munandi størri enn núverandi handlar eru tilsamans í dag. Fleiri bøkur og meira pappír, men ikki so nógvar leikur sum nú. Vit fara at leggja doyðin á at veita eina prof- essionella tænastu, men eisini gera handilin til eitt stuttligt stað, har tú dettur um tað óvæntaða. Nú leita vit eftir einum hóskandi navni til handilin, og tí bjóða vit til eina navna- kapping. Vinn 4838,- kr. Send okkum títt uppskot um hvussu tú heldur, at handilin skal eita. Um vit brúka navnið, vinnur tú 4838,- kr. Eru tað fleiri sum senda sama uppskotið inn, kasta vit lut um hvør fær vinningin. Uppskotini skulu vera okkum í hendi 1. apríl 2006. Brævbjálvin skal stílast til Griffilin, postboks 1158, 110 Tórshavn. STEPHANSSONS HÚS Runavíkar komm­ una og Sp/f Vist undirskrivaðu hósdag avtalu um keyp av byggilendi til 24 íbúðir eystan fyri Røktar- og Ellisheimið Bygging Jákup Mørk jakup@sosialurinfo Í tíðindaskrivi siga partarnir, at tørvurin á íbúðum leingi hevur verið rættiliga stórur í Runavík. Og við at gera fleiri smærri íbúðir, halda partarnir seg hava funnið ein byggihátt, sum er rættiliga áhugaverdur í hesum sam­ bandi. Í projektinum er talan um trý ymisk sløg av íbúðum, sum eru ávíkavist 49. 72 og 110 fermetrar stórar. Kostn­aðurin fyri hesar er úr 750 tkr. upp í 1.220 tkr., og tá standa tær lyklaklárar. áhugin fyri hesum hevur eisini verið rættiliga stórur, og eru allar íbúðirnar longu nú umbidnar. Sp/f Vist er eitt samtak við P/F Falkon á Saltnesi, Sp/f Haldur Vang á Toftum og Sp/f Fuglø Arkitektum í Klaksvík. Meira kunnin um ætlanina sæst á slóðini, www.vist.fo. 24 íbúðir byggjast í Runavík Bókacafé á Hafnia Mikukvøldið skipað Kunn­ ingar­stovan í Havn og Hotel Hafnia fyri enn einum kvøldi í væl umtóktu røðini av bókacafé’um. Hesa ferð fer Jógvan Arge at hugleiða um tað at skrivað søguliga og sið­søguligar bókmentir. Mina Reinert fer at lesa úr egnum verkum, og at enda fer Bergljót av Skarði at kunna um »Bókastev«. Tiltakið byrjar kl. 20. -mørk