týsdagur 21. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 21. mars 2006
29
Arbeiðsformaður til
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 23. februar 2006 samtykt, at starvið sum
arbeiðsformaður verður lutað sundur soleiðis, at talan framyvir verður um 2 størv
á vega- vatn- og kloakkdeildini í staðin fyri eitt.
Størvini, talan er um, er eitt starv sum arbeiðsformaður og eitt sum vatn- og
kloakkformaður.
Í hesum sambandi loyvir Fuglafjarðar kommuna sær at søkja eftir arbeiðsformanni
at byrja 01. juni 2006 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.
• At hava dagligu leiðsluna á vegdeildini, sum er ein partur av teknisku deild
kommununar.
• At umsita ávís økir og ognir hjá kommununi.
• Viðlíkahald og møguligar nýgerðir av vegum og gøtum, herundir
útstykkingar.
• Viðlíkahaldi av áum.
• Rakstur av gøtuljósum, uppseting og nýmonteran.
• Skipan av kavagrevstri.
• Ábyrgd av umsiting og eftirliti av renovatiónini herundir ruskøkjunum.
• Ábyrgd av vetrarfriðingini.
• Ábyrgd av rottuoyðingini.
• Ábyrgd av viðlíkahaldi og skrásetingum av amboðum.
• Ábyrgd av viðlíkahald av akførum, gravimaskinum og øðrum arbeiðstólum hjá
teknisku deildini.
• Ábyrgd av vega- og gøtunavnaskeltum.
Vit vænta at tú:
• Hevur útbúgving sum handverkari og/ella tekniska útbúgving.
• Hevur leiðsluroyndir.
• Dugir væl at samstarva.
• Ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur telduførleika á brúkarastøði.
• Hevur koyrikort.
• Hevur áhuga fyri tekniskum viðurskiftum sum heild.
Vit kunnu bjóða tær:
• Góða løn til rætta umsøkjaran.
• Møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið.
• Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv við møguleikum fyri at menna seg.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðar og hevur arbeiðsformaðurin beinleiðis tilvísing til teknisku
deild kommununar. Annars kemur tú at hava tætt samskiftið bæði við vatn- og
kloakkformannin og býargartnaran.
Lønar og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hava tygum áhuga:
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við møguligum
prógvum og CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530
Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
7. apríl 2006 kl. 15.00.
Upplýsningar um starvið:
kunnu fáast við at venda sær til Pætur Joensen, býarverkfrøðing á telefon 225.351
ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 211.102.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at
taka.
Umsóknirnar skulu verða merktar: »Starv sum arbeiðsformaður«.
Fuglafjørður, tann 16. mars 2006
Fuglafjarðar kommuna
Býargartnari til
Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna lýsir starvið sum býargartnari í kommununi leyst til setan
01. juni 2006 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.
• At hava dagligu leiðsluna á gartnaradeildini, sum er ein partur av teknisku deild
kommununar.
• At umsita fríøkir – nýgerð og planlegging.
• At umsita viðlíkahald av fríøkjum.
• At umsita kirkjugarðarnar í kommununi.
• At umsita spæli- og útiverupláss.
• At umsita leikvøllin og økið uttanum.
Vit vænta at tú:
• Hevur útbúgving sum gartnari ella aðra líknandi útbúgving.
• Hevur leiðsluroyndir.
• Dugir væl at samstarva.
• Ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur telduførleika á brúkarastøði.
• Hevur koyrikort.
• Hevur áhuga fyri tekniskum viðurskiftum sum heild.
Vit kunnu bjóða tær:
• Góða løn til rætta umsøkjaran.
• Møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið.
• Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv við møguleikum fyri at menna seg.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðar og hevur býargartnarin beinleiðis tilvísing til teknisku deild
kommununar. Annars kemur tú at hava tætt samskiftið bæði við vatn- og
kloakkformannin og arbeiðsformannin.
Lønar og setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hava tygum áhuga:
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við møguligum
prógvum og CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530
Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
07. apríl 2006 kl. 15.00.
Upplýsningar um starvið:
kunnu fáast við at venda sær til Pætur Joensen, býarverkfrøðing á telefon 225.351
ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 211.102.
Kommuna skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at
taka.
Umsóknirnar skulu verða merktar: »Starv sum býargartnari«.
Fuglafjørður, tann 16. mars 2006
Fuglafjarðar kommuna
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo