mikudagur 22. mars 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
í B
ý
i
n
Í Cippo ber hvørt fríggjakvøld til at
keypa eitt atgongumerki og síðan at
drekka so galið ein ynskir í barrini.
Men tað er ein fyrimunur at vera
kvinna hetta kvøldið.
Náttarlív
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Á plakátini hjá Cippo stendur skrivað, at
atgongumerki kostar 50 kr. Men síðan er
ein ávísing oman í horni á plakátini, har
tað stendur at lesa, at bert kvinnur sleppa
inn fyri 50 kr, meðan menn mugu taka til
takkar við at gjalda 295 kr. fyri at sleppa inn
– altso heili 245 kr. meira enn kvinnur.
- Tað er eingin loyna, at menn drekka
fleiri ferðir meira enn kvinnur, tá teir eru
í býnum. Kvinnur keypa flest allar bert
onkran sterkan drykk – piña colada,
ísbjørn og tílíkt, meðan menn keypa alt, teir
hava ráð til ella fáa fatur á. Um tað hevði
kostað tað sama fyri menn og kvinnur at
sleppa inn, hevði tiltakið givið undirskot,
sigur Rúni Djurhuus, ánari av Cippo.
Ofta tá lýst verður við fríari barr, eru tað
ofta bert ávísir drykkir, ið eru ókeypis. Men
Rúni Djurhuus váttar, at soleiðis er støðan
ikki í Cippo:
- Alt í barrini er ókeypis uttan ‘skotini’, ið
kosta 10 kr. Annars kunnu øll, ið hava keypt
atgongumerki, drekka alt, teimum lystir.
Rúni Djurhuus sigur, endamálið við
tiltakinum fyrst og fremst er at royna
okkurt nýtt, men somuleiðis at geva øllum
møguleika at fara í býin uttan at gjalda alla
verðina:
- Hetta er ein bíligur máti at fara í býin á.
Øll vita frammanundan, hvat tað kostar
at koma inn og síðan at fáa alt at drekka,
teimum lystir. Tískil nýtast tey ikki at hava
meira pening við í býin.
Rúni Djurhuus leggur at enda afturat,
at undirtøkan fyri tiltakinum hevur verið
góð, og at Cippo ætlar at halda á fram við
tiltakinum komandi fríggjakvøldini.
Drekk alt
tú kanst
Kári Horn:
Eg brúki meira pengar, tá
eg eri í býnum, enn tær 295
krónurnar atgongumerki
kostar. So í roynd og veru
spari eg pengar, tá eg fari í
Cippo fríggjakvøld.
Fyrstu ferð eg var til
tiltakið, var stúgvandi
fult av fólki, og tað var
rættiliga stuttligt, men
næstu ferð vóru ógvuliga
fá. So haldi, tiltakið ikki
burdi verið hvørt fríggjakvøld, men heldur
eini 4-5 ferðir um árið, tí so hevði tað
verið stuttligari. Eg haldi heldur ikki, tað er
órættvíst, at tað kostar meira fyri menn enn
fyri kvinnur. Kvinnur drekka nógv minni enn
menn, og á henda hátt koma eisini fleiri
kvinnur í býin fríggjakvøld.
Rudi Rasmussen:
Hetta tiltakið er eitt gott
hugskot. Eg keypi sjáldan í
barrini, um tað ikki er ókey-
pis. Men tað er undarligt, at
dreingir skulu gjalda meira
enn gentur – prísurin áttu
at verið líka fyri øll. Eg hal-
di avgjørt ikki, at dreingir
drekka so nógv meira enn
vit. Tað sást eisini aftur
í Cippo fríggjakvøldið,
at atgongumerkini vóru
bíligari hjá gentum, tí nógv
fleiri gentur vóru komnar, og tað var tru-
pult at sleppa framat barrini. Annars hevði
tað verið stuttligari, um tiltakið ikki var hvørt
fríggjakvøld, men heldur av og á.
Sæbjørn Ennislíð:
Tiltakið er eitt gott hugskot.
Eg hevði brúkt hasar 295
kr, ið atgonumerki kostar,
sjálvt um eg hevði farið
onkra aðrastaðni. Tað er
eisini frálíkt, at vit sleppa
at drekka alt, vit hava hug
til. Og tað er avgjørt ikki
órættvíst, at atgongu-
merkini kosta meira hjá
monnum enn kvinnum.
Menn skulu vanliga hava
nógv meira at drekka enn
kvinnur, áðrenn teir kenna rús á sær.
Frozen Blue Daquiri
4 cl Rose’s Blue Curaqao
2 cl Rose’s Lime
4 tesk av sukri
Ískubbar
Leiðbeining:
- Morla ískubbarnar í eini hvirlu og
blanda alt tilfarið saman. Koyr í eitt
glas og pynta eitt nú við lime og
súgvirøri.