Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 59 - 23. mars 2006 Fríggjadagin gevur Rókur Jakobsen út sína fyrstu EP-fløgu sum einstaklingur. Talan er um fýra vakrar løtumyndir av kærleika, ið Ársins singer/ songwriter 2004 sjálvur hevur skrivað Fløguútgáva Jonhard Hammer, jonhard@sosialurin.fo Tá Rókur á vetri 2004 vann singer/songwriter kapp­­­ingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri,var ein av vinningum upptøkutíð í hølunum hjá Kringvarpi Før­oya. Nú er tíðin brúkt og úrslitið er ein EP-fløga við 4 løgum. Fløgan kemur út í morgin fríggjadagin. Talan er um øgiliga friðar­ ligan tónleik. Løgini eru stripp­­aðið niður, og alt óneyð­­ugt er skorið burtur. Tekst­heimurin er løtumyndir av kærleika. Hetta er fyrstu ferð, at vit uppliva hesa, eina av markantastu mannligu før­ oysku songrøddunum standa á egnum beinum. Apan hjá Lokum Rókur Jakobsen hevur sein­ astu 10 árini gjørt vart við seg sum sangara í nøkrum av bestu føroysku bólkunum og verkætlanunum. Føroy­ ingar gjørdust fyrstu ferð for­ elskaðir í unga sjar­merandi dreinginum. Tá hann og vin­maðurin Hallur undir navn­inum Lokum spældu sangin um apuna Charlie í eini Dagur og Viku sending í 1995. B-36 vóru kvikir at fáa ungu dreingirnar at luttaka á stuðulsfløguni hjá liðnum. Hóast Rókur er errin HB’ari, tóku hann og Hallur av møguleikanum um fløguútgávu uttan at vita, at hetta lag skuldi gerast kanska størsta føroyska landa­plagan í 90’árunum. Í dag duga sjálvt ídnastu HB’arar at syngja við í lag­ num um Charlie. Lokum útbygt til Tangz Lokum gjørdist heimskendur í Føroyum og miðskeiðis undir framførsluni hjá Lok­ um á ólavsøkukonsertini í 1995 vaks bólkurin við trim­ um limum, og skiftið stutt eftir navn til Tangz. Røddin hjá Róki slapp av við tær verstu tannáringa lótirnar, og hann gjørdist við árunum ein veruligur klassasangari. Hann hevur luttikið á ym­isk­ um stuðulsfløgum, út­varps­ fløgum og Prix Føroyar fløgum. Umframt at hann sang við í sangleikinum Skeyk. Dupultur Prix Føroyar luttakari Tangz vann alt fleiri áhoyrarar ikki minst orsakað av røddini hjá Róki. Í 1999 sang Rókur fyrst tungmálmsbólkin Diatribes og síðan Tangz í Prix Føroyar finaluna. Áðrenn finaluna valdi hann Tangz framum Diatribes. Hóast bólkurin hvørki vann ella gjørdist millum tríggj­ ar ovastu bólkarnar hetta kvøldið, so gjørdist Tangz fólkaogan. Stutt eftir kom EP-fløgan hjá Tangz út. Bólkurin var somuleiðis í Prix finaluni í 2003. Argandi rokkur Í bólkum sum Tangz, MC- Hár og All That Rain hevur Rókur gjørt vart við seg, sum tónlistarliga óvanliga væl begávaðan og sum ein tann besta mannliga songrøddin í Føroyum. Tangzið er par­ kera fyri tíðina. Limir í bólk­inum eru spjaddir kring konga­ríkið. Í sambandi við Ólavsøkukonsertina 2001 gjørdist fitti og peni Rókur ein sera ósannlíkur limur í tí eitt sindur argandi rokk­ bólkinum MC-Hár. Hansara góða oyra fyri melodium og fantastiska songrødd riggaði óvanlig væl inn í rokkin hjá bólkinum. Hann var við til at tryggja bólkinum sætið í Prix Føroyar finaluni í 2003, og tað skilst at bólkurin hevur fløguætlanir einaferð í framtíðini. Rókur og dansurin Í 2003 gjørdist Rókur nýggji sangarin í All That Rain. Við All That Rain hevur Rókur spælt nógv til dans kring Føroyar. All That Rain var somuleiðis við í Prix Føroyar kappingini og vann seg í semifinaluna á Tvøroyri. Rókur hoyrdust væl aftur í tónleikinum, so hetta er eisini ein bólkur, ið verður spennandi at fylgja komandi tíðina. Vann í Hafnia Lounge Men við síðuna av arbeiðin­ um í ymiskum bólkum hev­ur Rókur eisini spælt nógv á kaféum og barrum, einsa­mallur og saman við eitt nú Rúna Eysturlíð ella Dánjal á Neystabø. Tað tók tí ikki nakran av bóli, at Rókur luttók í singer/ songwriterkappingini í 2004, og han var beinanvegin skýrd­ur favorittur. Hann vann eisini kappingina. Góðsku tónleikarar Á EP-fløguni, ið kemur í handl­ar kring landið í morg­ in, spælir Rókur sjálvur gitt­ar og syngur. Afturat sær hevur hann royndar og dugna­ligar tónleikarar. Teir báðir Tangz felagarnir Dánjal Dam á Neystabø á klaver og ljómborði og Rói Christiansen á gittara eru natúrlig val. Benjamin Petersen, spælir somuleiðis gittar. Hann er best kendur av jasspallinum og sum gittar­leikari hjá Brandi Enni. Eitt skiftið spældi hann í All That Rain saman við Róki. Mikael Blak telist millum Føroya bestu bassleikarar og hevur nógvar royndir innan singer/songwriter stílin, sum bassleikari hjá Teitur. Brandur Jacobsen er við á trummum. Hann hevur spælt í einum ótali av bólkum, m.a. á fyrstu fløguni hjá Eivør. Hetta er ein góðsku trummuleikari. Tað er Bárður Háberg sum hevur tikið tónleikin upp. 3-arin gevur fløguna út. Samstundis sum fløgan kemur í handlarnar letur nýggja heimasíðan hjá Róki upp á www.rokur.com Rókur á egnum beinum Rókur Jakobsen Mynd: Petur Elias Ellefsen